Sjúrður Skaale
Ímyndið tykkum hetta:
Ein kvinna er neyðtikin. Men hon hevði sjálv skyldina av brotsverkinum, tí hon hevði gjørt alt møguligt ónt móti neyðtøkumonnunum áðrenn neyðtøkuna.
Men tað er ikki alt. Kvinnan ynskti faktiskt sjálv at verða neyðtikin og legði upp til tað.
Tað er heldur ikki alt. Meðan neyðtøkan fór fram, læt hon tað sjálvboðin henda – tí so fekk hon eina orsøk til at leggja eftir neyðtøkumonnunum aftaná.
Men tað heldur ikki alt. Faktiskt neyðtók kvinnan eisini seg sjálva...
Hetta ljóðar kanska eitt sindur vilt – men tað er ein mynd uppá ein av boðskapunum í eini grein hjá Elini Hendriksen, sum varð løgd út á heimasíðuna hjá Dimmu 1. september.
Hon sigur ongan vita, “hvussu nógv av teimum dripnu í álopinum 7. okt. 2023 lótu lív vegna álop frá Hamas ella frá IDF. Ísraelska statsvaldið hevði brúk fyri, at álopið hjá Hamas ikki bleiv forðað, men veruliga bleiv gjøgnumført, soleiðis at ísraelski herurin fekk eina grundgeving fyri at leypa á Gaza.”
Kritikkur av Ísrael er allastaðni – ikki minst í sjálvum Ísrael – og partar av honum eru avgjørt uppá pláss. Eg havi í so máta ikki hildið meg aftur sjálvur.
Men nógv – sera nógv – bera í bøtuflaka fyri massakruna 7. oktober. Tað er ikki í lagi.
Og so eru tað tey, sum eins og Elin fara enn longur og siga, at ísraelski herurin ikki bara vildi hava massakruna at henda, men faktiskt eisini drap sítt egna fólk.
Tá blívur tað heilt sjúkt.
At tað er ósatt er tað eingin ivi um. Terroristarnir filmaðu faktiskt nógv av sínum eklu brotsverkum við go-pro myndatólum. Eg havi sæð nógvar av hesum upptøkum. Tað var blóðtyst sadisma og hatur av ringast hugsandi slag. Í mongum førum framt við einum perversum njótilsi. Og alt løtt av islamistiskari jihadismu.
At Elin skrivar sum hon ger, er kortini ikki so óvæntað.
Tað eru ikki bara ung fólk, ið eru offur fyri kampanjunum á Instagram og TikTok, sum í hesum døgum halda Ísrael vera tað óndasta og ljótasta, sum yvirhøvur er til. Nógv fólk, ið áðrenn múrurin fall vóru virkin á tí ekstrema, antivesturlendska og antidemokratiska vinstravonginum, hava nú funnið ein nýggjan fígginda í zionismuni.
Tað, sum er ørkymlandi, er, at greinin hjá Elini er tann mest lisna á dimma.fo farnu vikuna – og hon er fagnað av nógvum fólkum.
Tað finnast nøkur fólk, sum at síggja til ikki halda ísraelsku stjórnina kunna gera nakað skeivt. Og so finnast tað fólk sum Elin Henriksen og hennara mongu stuðlar.
Tað er gott, at vit í Føroyum hava áhuga fyri tí, sum hendir aðrastaðni. Men vit hava absolutt onga ávirkan á kríggið í Gaza. Tí áttu vit – av øllum – at kunnað tosað so toluliga sakliga um tað.