Bæði Hannover-Burgdorf og Füchse Berlin taptu

Tað vóru heldur ikki nógv føroysk mál skotin í bundesliguni í dag

Tvey av trimum føroyingaliðum í týsku bundesliguni vóru í leiki í dag, og einki stig lá eftir til tey aftaná loknar dystir.

 

Í Max Schmelling høllini í Berlin taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tepurt 38-39 fyri Hamburg. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Í ZAG Arena í Hannover taptu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf 22-24 fyri Champions League meistarunum, Magdeburg. Í steðginum var støðan javnleikur 8-8. 

 

Füchse Berlin er nummar seks í deildini við 14 stigum. Hannover-Burgdorf er nummar 13 við seks stigum.