Pauli Høj og liðfelagarnir vunnu sætta dystin á rað

Bergsøy er einasta ósigraði liðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Gongdin hjá Paula Høj og liðfeløgunum í Bergsøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini er framúr.

 

Í dag vann Bergsøy sætta dystin á rað, tá teir í REM Arena høllini í Fosnavåg vunnu greiðan 32-24 sigur á Lillestrøm. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir frammanfyri við fimm málum, 15-10.

 

Pauli skoraði fýra mál, og var saman við Esben Høiris Bloch triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.

 

Bergsøy er fremst í deildini við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir. Viking TIF og Bodø hava eisini 12 stig, men tað er fyri sjey dystir.

 

8. november spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Bjørnar, ið er næstaftast í deildini við tveimum stigum.