Mánadagin hvørv­ur æla­boga­breyt­in í Gunda­dali

Onkur fegnast, onkur harmast. Orðaskifti hevur verið um ælabogabreytina – og onkur, sum ikki er fegin um at LGBT'arar soleiðis koma í fokus hava eisini gjørt herverk á ælabogabreytina.

Og nú hvørvur hon kortini, men tað er av øðrum orsøkum.

 

Tórshavnar kommuna boðar frá, at SEV hevur fingið graviloyvi til at gera eitt leiðingsarbeiði í Gundadali, og tað er júst har, sum ælabogabreytin er.

 

Býráðið skrivar, at SEV hevur havt hetta graviloyvið áður, men av tí at hetta arbeiðið hongur saman við grevstrararbeiðið tvørtur um R. C. Effersøes gøtu, bað SEV um at fáa graviloyvið útsett.

 

Tí var tað heldur ikki í andsøgn við loyvið at mála ælabogabreytina, eisini tí at ælabogabreytin einans skuldi vera fyribils.

 

Sambært býráðnum hevur SEV virt ælabogabreytina og hevur tí eisini sjálvboðið útsett arbeiðið, so breytin kundi vera har í nakrar vikur.

 

Mánadagin verður farið undir at fresa ælabogabreytina burtur, og síðani verður ein grøv grivin at leggja nýggju leiðingarnar hjá SEV í.

 

Tá tað arbeiðið er liðugt, verður asfalterað aftur, men breytin verður ikki málað á aftur á hesum sinni, skrivar Tórshavnar býráð.