Nærvarp Okkara eitt stig nærri egnum sendihøli

? ? ?

Seinastu árini hevur Nærvarp Okkara í Keypmannahavn arbeitt fram ímóti at gera upptøkuhølini í Føroyahúsinum egnaði til at senda úr, nú tykist málið í eygsjón.

Sum nú er verða innsløg gjørd í Føroyahúsinum meðal sjálvar sendingarnar verða sendar úr hølinum hjá Radio Sokkelund, hetta ger arbeiði hjá varpsfólkinum nakað væl strævnari og torførari. Fyri stuttum fekk Nærvarpi tilvega stuðul frá Føroya Bjór, Jólamerkjagrunninum, Føroya Shell, Sparikassanum og Norðoya Sparikassa, og eru hesir pengar brúktir til tekniska útgerð og umvæling av hølunum, nú manglar heilt lítið í, áðrenn sendast kann úr egnum hølum. Onkur smávegis teknisk útgerð og ein sendikaðal.

Leygarkvøldið 17. okt. skipaði Nærvarpi fyri dansi í Medborgerhuset Gimle, har føroyski bólkurin Taxi spældi fyri fullum hølum, yvirskotið av hesum tiltaki fer lutvíst til raksturin av varpinum men eisini ein partur verður brúktur til seinastu útgerðina, og avsettur til sjálvan kaðalin. Enn er endaliga yvirskoti ikki uppgjørt, men tað tykist sum Nærvarpi er komið eitt risastig nærri egnum sendihøli.