Við faðirligum eyðmjúkleika royna fullveldispolitikarar at sissa øll, ið hava eina aðra hugsan um samfelagsviðurskiftini. Men hevur tú hoyrt røður teirra, og hevur tú lisið greinir teirra, so er tað eitt orð, ið gongur aftur og aftur, og hetta eina orðið er »ræðumyndir«. Teir siga mótstøðumenn koma fram við ræðumyndum. Tað skulu teir sjálvandi hava loyvi til.
Tað vóru so mong, sum einaferð tóku undir við sjálvstýris- og loysingarpolitikki landsins, men sum mistu alt álit á føroyskar politikarar, tá hesir í áttatiárunum rendu alt samfelagið um koll. Ávaringar um at broyta kós tóku politikarar ikki fyri fult. Teir vóru so nógv klókari enn danska ráðgevandi nevndin ella allar tær røddir, sum royndu at steðga ørskapinum.
Eg minnist væl tríatiárini. Tað vóru ringar tíðir. Eingir pengar millum fólk. Menninir til skips og keypt var uppá kontrabók frá reiðara. Skuldi ein keypa eina stílabók til skúlabrúks, varð neyðugt at avreiða egg ella okkurt annað. Eingin stuðul ella lán til víðari lestur. Fólk fóru at arbeiða, tá tey vóru 14-16 ára gomul. Tey hava gjøgnum 50-60 ella fleiri ár fylt kommununa- og landskassarnar við skattapeningi og avgjøldum. Nú eru tey gomul, útslitin og kunnu fara av verðini hvørja løtu. Men nú ljóða røddir, at samfelagið hevur ikki ráð til allar hesar sosialu skipanir. Ikki ráð at ajourføra veitingarnar. Hesi gomlu vórðu annars róst upp til skýggja frammanundan seinasta løgtingsvalinum. Sum tey høvdu verið dúglig. Sum tey høvdu verið røsk. Fólkapensiónin skuldi hækka við kr. 1.000,- um mánaðin og tað beinavegin. Vit lósu hetta í bløðunum. Vit hoyrdu hetta í útvarpinum. Vit sóu hetta í sjónvarpinum. Nú valið er av, er næstan tøgn um fólkapensiónsmálið.
Undir seinna heimsbardaga vóru fleiri pengar millum fólk. Skip sigldu til Ís-lands at keypa fisk og sigldu síðani fiskin til Bretlands at selja.
Loysingarhugurin vaks millum føroyingar undir krígnum, og fólkaatkvøða um loysing var sum kunnugt í 1946.
Ofta havi eg hugsað um, hvussu vorðið hevði verið her á landi, um loysing frá Danmark varð sett í verk í 1946. Tí longu 4-5 ár seinni komu nøkur sera ring ár. Skipaflotin var minkaður nógv undir krígnum. Arbeiðsloysi var sera stórt. Fólk í hundrað og túsundtali fóru til Íslands at arbeiða. Ein stórur partur av fiskimonnum fóru sum flekjarar við týskum og enskum trolarum o.s.fr.
Í kjalarførrinum kom so hitt stóra fiskimannaverkfallið. Fiskimenn vildu hava eina tryggari úrtøku gjøgnum minstuløn, minnist meg rætt.
Tá kreppan fyrst í nítiárunum kom yvir Føroyar, skyldaðu vit nógvan pening til fleiri lond kring allan knøttin. Nógvar, nógvar milliardir. Danir komu okkum til hjálpar við at umfíggja alla okkara útlendsku skuld, minnist meg rætt umleið 7 milliardir. Síðani hava vit frá dønum fingið eina sera góða afturgjaldsskipan av allari skuldini.
Tað tykist, sum skil nú er komið aftur á búskap okkara, og vit kundu havt tað so deiligt.
Men nú hevur fólkið valt nýggjar menn inn á ting. Saman við øðrum hava teir skipað eina samgongu, sum hevur samtykt at seta á stovn føroyskt fullveldi. Teir vilja avtaka heildarveitingina (blokkin), sum vit á hvørjum ári fáa úr Danmark. Fyri árið 1999 verður blokkurin 944 milliónir kr. sambært uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri hetta ár. Boðað verður frá, at blokkurin skal avtrappast yvir 15-20 ár. Men politiskt fullveldi skal setast á stovn sum skjótast eftir fólkaatkvøðu, sum ætlan skal vera komandi ár. Eg taki ikki undir við hesum, og eg fari við hesi grein at takka Sambandsflokkinum fyri, at hann í hesum máli hevur bæði beinini á jørðini. Og tað skal undra meg stórliga, um Sambandsflokkurin ikki um heilt stutta tíð verður nógv tann størsti flokkur á Føroya løgtingi.
Blokkurin er prístalsviðgjørdur. Seinastu 10 árini er hann vaksin úr 752 milliónum 1990 til 944 milliónir í 1999 ella við sløkum 200 milliónum kr. Hetta svarar til umleið 20 milliónir kr. vøkstur um árið.
Allar fíggjarlógir frá 1990 til 1995 høvdu hall, og reiðuliga stórt hall. Neyðugt var at læna pening at gjalda undirskotið við. Men um eingin blokkur hevði verið hesi 6 árini, so hevði samlaða hallið fyri hesi 6 árini verið 4.829 milliónir krónur størri. Hetta vil siga, at so skuldu vit lænt slakar 5 milliardir krónur meira bert fyri hesi 6 árini.
Tað ljóðar, at landsstýrið ætlar at seta nevndir at kanna, kanna og aftur kanna.
Men hartil er at siga, at tað er ógvuliga torført at framrokna ætlaðar løgtingsfíggjarlógir longur enn 5 ár fram í tíðina. Óvissan er alt ov stór, og inntøkugrundarlagið ógvuliga viðbrekið.
Samanumtikið kann sigast, at fólkið í landi okkara er sera ótrygt við hesa samtykt, sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Her verður hugsað um at seta á stovn hitt føroyska fullveldið. Vit hoyrdu fyri stuttum, at Sámal Petur í Grund, fyrrv. landsstýrismaður, sigur, at hann mistók seg, tá hann legði niður Skotlandssiglinga. Hetta er eitt mistak, og hetta mistak kann rættast. Men eg eri stórliga bangin fyri, at um ein meiriluti av føroyingum tekur undir við landsstýrinum um fullveldi gjøgnum eina fólkaatkvøðu, so kann hetta ikki rættast aftur. Og rokningin fyri inntøkurnar, sum mugu koma inn í landskassan ístaðin fyri blokkin ? hon verður send til hin føroyska skattaborgaran.
Símun Pauli Jacobsen