Ferðaráð Føroya fær 7,4 mill. kr. á løgtingsfíggjarlógini næsta ár og tað er á leið tað sama sum í ár. Hvussu nógv ferðafólk Ferðaráðið megnar at fáa til landið fyri hesar pengarnar, ber ikki til at siga. Teljingin av ferðafólki, sum byrjaði fyrr í ár, datt niður fyri, tá ið mest var at gera í summar, og tí hevur Ferðaráðið eingi tøl at arbeiða út frá. Ferðafólkateljingin er ætlað at skráseta, hvaðani fólk koma, hvagar tey hava hoyrt um Føroyar, hví tey hava valt Føroyar, hvussu nógvar pengar tey hava brúkt og tílíkt.
- At tað ikki hevur eydnast okkum at fáa hesi tølini, er einki minni enn ein gøla. Tá ið vit ikki hava neyv hagtøl fyri, hvør kemur og hví, hvussu skulu so vita, hvar vit skulu leggja okkara orku næsta ár. Tað sum undrar meg í hesum er, at tá ið tað snýr seg um kaffi, sukur, mjøl, vita vit heilt akkurát, hvussu nógv kemur inn í landið, men tá ið tað snýr seg um fremmand fólk eru vit líka glað.
Hetta eigur og skal vera í lagi, og so leingi vit ikki hava hesi hagtølini kunnu vit siga, at vit arbeiða í blindum, sigur Annika Wardum Joensen.
Stórur vøkstur
Hóast eingi hagtøl er stjórin í Ferðaráð Føroya sannførd um, at talan er um ein stóran vøkstur í talinum á ferðafólki, sum vitjar í Føroyum á hvørjum ári. Og vøkstur hevur verið líka síðani 1995. Talið á ferðandi loftvegis og sjóvegis er økt munandi, og talið á útlendingum er vaksið lutfalsliga meiri enn av føroyingum. Gistingarnar geva eisini eina greiða ábending um vøkstur, hóast tey tølini ikki eru fullkomin, tí allar gistingar eru ikki íroknaðar
- Tá ið tíðirnar vóru verri fyri nøkrum árum síðani høvdu føroyingar veruliga ikki ráð at ferðast uttanlands. Ístaðin valdu fólk at ferðast í Føroyum. Nú síggja vit, at talið á føroyingum, ið ferðast í Føroyum er minkað og tað kemst helst av, at tey fara av landinum, sigur Annika Wardum Joensen.
Málið er 50.000
Fyri nøkrum árum síðani setti Ferðaráð Føroya sær fyri at røkka teim 50.000 ferðafólkunum ár 2000. Um tað fer at eydnast, nú vit nærkast aldaskiftinum, er ilt at spáa um - uttan hagtøl.
- Tað kann væl vera, at vit røkka fleiri enn 50.000 ferðafólkum. Tað sum hevur nógv størri áhuga enn at røkka einum ávísum tali er, hvussu nógv av pengum hesi fólk leggja eftir seg í Føroyum. Eg vildi mett, at vit hava rokkið teim 35.000 ferðafólkunum. So er spurningurin, um vit røkka 15.000 tey næstu tvey árini. Eg vil mæla til, at vit brúka meiri pengar uppá marknaðarføring. Vit søktu 1,5 mill. kr. afturat komandi ár til at gera eina marknaðarherferð í Danmark komandi ár. Tað havi eg ikki fingið ígjøgnum, sigur Annika Wardum Joensen.
Hvat er eitt ferðafólk?
Hesin spurningurin verður javnan reistur og hann er ikki so einfaldur. Men sambært stjóranum í Ferðaráð Føroya er eitt ferðafólk eitt fólk, sum kemur til Føroya og gistir í meiri enn eitt døgn. Við øðrum orðum eru tey, ið bert steðga nakrar tímar, t.d. tey 7000, ið í summar eru komin inn á Havnina við stórum ferðamannaskipum, ikki íroknað, ei heldur tey, ið koma til Føroya við Norrønu fyri síðani at fara víðari til Íslands til dømis. Føroyingar, sum búgva aðra staðni og koma til Føroya at vitja og danir, ið koma til Føroya at vitja føroyingar eru heldur ikki ferðafólk sum so. Handilsfólk ei heldur.
- Tað vit hava áhuga í er sokallaðir reinir turistar, tað vil siga fólk, ið koma henda vegin við tí fyri eyga at ferðast. Hinvegin hava øll hesi, ið ikki koma í bólkin ferðafólk stóran týdning fyri ferðavinnuna og geva avgjørt eitt íkast í føroyska samfelagið. Men tað er ikki ágóðin hjá Ferðaráðnum at tey koma, sigur Annika Wardum Joensen.
Eitt munagott íkast
- Ferðaráð Føroya hevur verið við til at menna ferðavinnuna í Føroyum og gjørt tað møguligt hjá vinnuni at skipa fyri útferðum og øðrum. Tað kemur sanniliga vinnuni til góðar.
Richard Apostle, professari í samfelags- og mannfrøði, segði í einum fyrilestri fyri tveimum vikum síðani í Porkeri, at tað er skeivt at halda, at ferðavinnan kann gerast tann stóra bjargingin og verða eitt størri íkast til landshúsarhaldið, tí talan er um láglønt fólk og eitt avmarkað avkast til landsbúskapin.
- Eingin hevur nakrantíð sagt, at ferðavinnan skal verða eitt undur. Ferðavinnan skal vera eitt íkast til búskapin. Hyggja vit eftir, hvat krevst at hava eina ferðavinnu í mun til fiskivinnu mugu vit hyggja at íløgunum. Hvat kostar tað at bjóða ferðafólki til Føroya og hvat kostar tað at hagreiða fisk. Vit hava ferðasambandið innanlands og millumlanda, gistingarhús og náttúruna, sum ferðafólkini fyrst og fremst koma eftir. Tí skulu vit so at siga ongar íløgur gera.
- Umframt at ferðavinnan er ein inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum er hon eisini við til at gera viðurskiftini í Føroyum betri. Fleiri fólk koma hendavegin, fleiri eru vit sum gjalda allar tænasturnar. Taka vit Strandferðsluna til dømis eru vit 43.000 fólk, sum brúka hana, og koma 50.000 ferðafólk henda vegin, eru øll hesi eisini við til at gjalda alt apparatið. Tað sama við matstovu, útferðum, hentleikum til ferðavinnuna. Og tað er avgjørt ógvuliga áhugavert, sigur Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya at enda í viðtali.










