Kargar umstøður við ríkum djóralívi
Bygdin Barrow liggur í North Slope økinum, ið er alt økið fram við norðurstrondini á Alaska norðan fyri ta stóru fjallarøðina Brooks Range, góðar 500 kilometrar norðan fyri pólkringin. Her búgva umleið 5000 fólk. Bæði fólkið og mál teirra kallast inupiat. Átta inupiat bygdaløg finnast á North Slope-økinum. Fólkið er av mongolskum uppruna og hevur búð her í eini 10.000 ár ella meira. Fornfrøðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eini 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope økinum, og gott 4000 av teimum í Barrow.
Lívsgrundarlagið á hesum veðurhørðu leiðum hevur verið hvalaveiða og onnur veiða. Ongir møguleikar er í økinum til nakað slag av landbúnaði. Í fólkayvirlitinum er ongin skrásettur at liva av jørðini. Lendið er kargt og oyði. Permafrost er bara ein hálvan metur undir jørð. Økið er avkavað einar átta til níggju mánaðir um árið.
Henda forðingin fyri dyrking er samstundis treyt fyri veiðimentanini og tí gamla undirstøðubúskapinum ? subsistens ella naturalhúsarhald. Fleiri hvalasløg ferðast fram við strondini vár og heyst. Grønlandsslættibøkan er hvalurin, tey mest dúva uppá, men nógv er eisini til av t.d. gráhvali, springara og hvítfiski. Landdýraveiða hevur nógv at siga, serstakliga sum reinsdjór og elgdjór. Tvøst, spik, kjøt og annar matur kann goymast í permafrosti og havast til matna alt árið. Fólk goyma hann bara í kjallaranum. Eg kom á tal við ein starvsfelaga á universitetinum í bygdini (jú, har er universitet!). Maður hennara var elektrikari. Hann var beint afturkomin av veiðiferð inni í landinum við seks reinsdjórum, so hon var komin at hitta okkum beint úr slaktinum. Tey vóru ikki liðug, og hon skuldi skunda sær heim aftur at fáa veiðuna til høldar niður í teirra ?ice-cellar.? Tað er, sum eg skilti, hetta, ið treytar búfast fólk á staðnum. Um hvalur og permafrost ikki var, hevði fólkið ivaleyst noyðst at livað sum nomadur ella hálvnomadur, ið fylgja eftir landsúgdjórunum á teirra ferðingum suður og norð.
Skúlaviðurskiftini hava verið sera vánalig næstan fram til dagin í dag, og inupiat-mentanin kúgað. Børnini vóru sligin í skúlanum, um tey tosaðu inupiat og ikki enskt. Vit prátaðu við nakrar ungar menn um 20 ára aldur og yngri, ið ikki høvdu lært sítt egna mál í barnaskúlanum. Men nú vóru teir farnir at læra seg at lesa og skriva á móðurmálinum. ?Vit skula vinna málið aftur! Søgdu teir. Hvussu so víkir og vendir!?
Fyrsta kristna kirkjan varð bygd í 1890-árunum.
Sum eg skilti, var økið eisini umsitingarliga óskipað til fyri stuttum. Ella í hvussu var, har fanst bara umsiting á lágum støði, ið ikki kundi nýtast sum amboð at taka ímóti nakrari vinnuligari útbygging, ið neyðuga kom við oljufundunum í 60-árunum.
Umsitingarliga er hvør av teimum átta bygdunum ein eind við egnum borgmeistara. North Slope-økið er samskipað í The North Slope Borough við felags umsitingarleiðara, ið eisini ber heitið borgmeistari.
Undirstøðubúskapur
Áðrenn tann stóra oljuvinnan kom í Prudhoe Bay í North Slope-økinum, var samfelagið hjá heimafólkinum bæði í Norður- og Vestur Alaska langt tilafturskomið mett við europeiskum eygum. Fyri tríati árum síðani var lýsi einasta orkukelda í North Slope økinum. Onki elektrisitet, ongin olja. Fólk hevði ikki hita inni, ikki heitt vatn, ikki el-ljós. Ongir vegir, ongar kloakkir o.s.fr.
Har vóru heldur ongi ráð til slíkt. Eitt gott lív eftir nútíðarmeti kann ikki skapast við undirstøðubúskapi sum hesum. Við oljuvinnuni komu pengar til økið og við teimum nýggjar tíðir. Heimafólkið í Alaska fær í dag stórar veitingar frá oljuvinnuni. Beinleiðis og óbeinleiðis. Øgiliga stórar inntøkur! So stórar, at tú kann undrast á, at nakað er eftir av fólki og mentan á staðnum. At ikki alt er rent um kolll og druknað í pengum.
Vinnulig samskipan
Eg spurdi borgmeistaran í North Slope Borough, hvat var tað besta tiltakið, fólkið har hevði gjørt fyri at møta ídnaðarútbyggingini. Svarið var greitt og eintýtt. Tað var, at alt inupiat-fólkið var skipað í eitt vinnusamtak, har hvør einstakur íbúgvi var shareholder. Eg hugsi, henda skipan kann minna nakað um andeilsskipanina í norðanlondum, har allir borgarar eru andeilshavarar. Hetta felag stendur fyri øllum sambandi millum lokalfólkið og oljuvinnuna. Gjøgnum felagið hevur fólkið nøkur rættindi, m.a. framíhjárættindi til ávís arbeiði. Ágóði, ið stavar frá ymsum gjøldum frá vinnuni, verður harumframt goldin øllum shareholders.
Tvær høvuðsorsøkir høvdu verið til at velja hesa skipan, ið kann tykjast fremmand her hjá okkum. Onnur er, at fólkið og økið var illa skipað frammanundan. Felagið kom partvís í staðin fyri eina vælmenta lokala politiska skipan. Hin grundin er, at væntandi útbúgving, væntandi royndir og kunnleiki til alt hetta nýggja, hevði gjørt tað ógjørligt at tikið nakað javnbjóðis samband upp á fruktagóðum grundarlag við oljufeløgini og myndugleikarnar. Tørvurin á vælútbúnum fólki hevur alla tíðina verið stórur hjá inupiat-fólkinum í hesi tíð.
Eitt felags eyðkenni fyri hesa skipan, ið eisini er sett í verk í hinum økjunum í Alaska við upprunafólki, er at í leiðsluni sita fólk, ið nokk eru av teirra egna fólki, men sum hava verið burturi og nomið sær lærdóm. Leiðarin fyri shareholderfelagið NANA í økinum beint sunnan fyri North Slope á vesturstrondini, ið vit hittu, greiddi frá, at hon var farin heimanífrá sum barn, og ikki dugdi at skriva ella tosa sítt egna móðurmál. Men hon skilti tað.
Stríðið um jørðina
Rættargrundarlagið undir hesi skipan er frumrætturin til lendi og undirgrund, ið fólkið hevur fingið viðurkent. USA keypti Alaska frá Russlandi í 1867. Tá búðu umleið 30.000 fólk í landinum, næstan bara heimafólk. Bara eini túsund fólk búði har tá, ið ikki hoyra til heimafólkið. Í dag búgva eini 700.000 fólk í Alaska. Myndugleikarnir kannaðu sær ognarrættin til alt landøki og rættin til ríkidømið í undirgrundini. Heimafólkið hevði framvegis veiðurætt, men ikki serliga tryggan.
Eftir tógvið stríð hevur heimafólkið fingið ognarrætt og útvinningarrætt til umleið 10% av øllum landøki í Alaska, og fyri loyvi at útvinna olju og ikki minst flyta hana í rørleiðing frá Prudhoe Bay á norðurstrondini suður til Valdez á suðurstrondini, fær heimafólkið avgjøld, leigu og endurgjøld av ymiskum slag.
Ósemjurnar við heimafólkið endaðu ikki fyrr enn í 70-árunum við ymiskum avtalum og fyriskipanum. Sum eitt úrslit var skipaður ein grunnur, har oljufeløgini gjalda inn pening. Úr hesum grunni ? The Permanent Fund ? fær hvør einasti Alaskabúgvi goldið eina ávísa upphædd um árið. Borgarar í Alaska gjalda ikki skatt til statin, bara til samveldismyndugleikarnar.
Fyri heimafólkið er hartil ymsar serligar skipanir m.a. shareholder-feløgini. Serligar skattareglur er eisini galdandi fyri heimafólkið.
Mentan er alt
Hvat brúka tey so allan henda pening til? Í samrøðum vit høvdu við leiðarar í vinnulívi, umsiting og undirvísing í Barrow og North Slope-økinum, varð allur dentur lagdur á, at aðalmálið var at varðveita undirstøðubúskapin og tað mentan, ið var vaksin fram undir honum hjá inupiat-fólkinum.
Hetta er viljin hjá fólki, ikki búskaparlig treyt. Oljuvinnan hevur havt so stórar inntøkur við sær, at fólkið kundi havt ráð til ikki at veitt hval. Men hetta snðr seg ikki um pengar. Hetta snðr seg um mentan og lívshátt. Uttan hvalaveiðuna og aðrar partar av tí traditionella lívsmynstrinum var ikki longur nøkur orsøk at liva í Barrow.
Tað er hugburðurin um mentan og traditionell lívsvirði, ið dríva verkið í Barrow, ikki búskaparlig neyðvendugheit. Peningaliga er ongin orsøk at búgva í Barrow longur.
Oljuvinnan og alt, ið fylgir við henni, hevur borið veldig materiell framstig til fólkið í Barrow. Ljós og varma, kloakkir, vegir og annan lokalan infrastruktur. Skúlin er mentur og undirvíst verður á inupiat máli. Handlar við øllum nútímans vørum eru í bygdini, og eitt stórt mentanarhús er um at gerast liðugt. Eitt serstakt høli var í hesum húsi til traditionelt handverk og traditionella veiðivitan. Har var ætlanin at eldri fólk skuldi kunna læra tey yngru eitt nú at taka upp eftir hvalaveiðina, soleiðis sum tey høvdu lært í síni tíð. Og sjálvandi eisini eftir aðra veiði av landsúgdjórum.
Mentanarhúsið var við vilja bygt við síðuna av ellis- og umlættingarheiminum í bygdini. Ein grundin var sjálvsagt fyri at lætta um hjá teimum gomlu at koma í húsið, men ein enn størri grund var, at so kundu tey ungu hitta tey eldru her. Tað er júst eitt eyðkenni við modernaðum lívi, at bondini millum ættarliðini fækkast. Tá fer virðismikil vitan fyri skeyti.
Tað versta kann gerast tað besta
Ríkidømi kom til Barrow við oljuøldini, men ikki av sær sjálvum. Eitt áradrúgt og tógvið stríð liggur aftan fyri teimum rættindum, heimafólkið hevur fingið. Bæði í sambandi við oljuvinnuna og yvirhøvur í ríkinum. Ikki minst í samband við at Alaska varð innlimað sum egin statur í USA í 1959.
Og risainntøkurnar frá oljuni hava volt teimum trupulleikar eisini. Eg spurdi borgmeistaran í The North Slope Borough eisini, hvat tað versta var, ið fylgdi við oljuríkidøminum. Heldur ikki nú var hann í iva. Nógv rúseitur kom í brúk millum serliga tað unga fólkið, og harav nógv neyð. Samfelagið legði dentin á, at basa hesum trupulleikum. Barrow er púrasta turrløgd fyri alkohol til dømis. Tað er eisini lætt at fylgja við hesi gongd, tí har er bara flogsamband við umheimin. Ongir vegir, onki skipasamband.
Hetta var ringt, legði hann afturat. Og nógvir aðrir trupulleikar stóðust av broytingunum hesi seinastu 30 árini. Men segði hann, og hesum tóku øll undir við: ?Tað versta kann snúgvast til tað besta, um viljin er til steðar!?
Jú betur vit ansa eftir, betur uppføra tey seg
?Vit kunna onki gera við oljuvinnuna,? segði hesin vónríki borgmeistarin, ?tað er oljuvinnan, ið ger nakað við okkum!? Onki kemur okkum at gagni av sær sjálvum. Vit hava avgjørt, at hetta er okkara ábyrgd, og vit hava tær royndir, at oljurisarnir fegnir fylgja okkum í tí, vit vilja. Ella sum vit plaga at siga her: ?The closer we watch, the better they behave!?
Mentan í lesari luft?
Lívið hjá fólkinum í Barrow í dag er ikki grundað á teirra gomlu vinnuvegir við hvalaveiðuni sum høvuðstátti. Teir kunna ikki veita fólki støði til eitt gott lív eftir nútíðar meti.
Ongir vinnuvegir umframt veiðina eru bygdir á lokalt tilfeingi, ídnað ella annað. Tó gevur ferðavinnan nakað. Í yvirlitinum yvir fyritøkur í Barrow sæst, at so at siga allar hava ?construction? sum høvuðsøki. Tað merkir, at allar liva oljuvinnuni, beinleiðis ella í tilknýti til hana. Veitingar til oljuvinnuna eru teirra høvuðsøki eftir sáttmálunum um framíhjárætt hjá heimafólkinum.
Tvørligu flutningsviðurskiftini forða fyri vinnuligari útbygging á øðrum økjum. Einasta flutningsleið er luftin, og tað er sera dýrt.
Eftir stendur so viljin hjá hesum fólkinum at liva eftir og varðveita sítt lívsmynstur og sína mentan. Ongar vánir eru um vinnuligt grundarlag á staðnum, so tann dagin oljan ikki gevur fleiri inntøkur, er framtíðin óviss, um ikki rætt verður atborið og lagt verður upp av inntøkunum. Oljan gevur ikki tað sama í dag, sum hon hevur givið, so tað mest avgerðandi á politisku dagsskránni í Barrow eins og øllum Alaska, er at tryggja framtíðina.
?Politikararnir í hesum landi eru forkelaðir út um rímiligt mark hesi árini við teimum risastóru ojuinntøkunum!? Soleiðis málbar ein av fyrilestrarhaldarunum fyri okkum seg. Eg spurdi, um teir høvdu tikið við skilið, nú ið skillig tekin sóust til lækkandi oljuinntøkur. Tað helt hann ikki, og hesum vóru hini við pallborðið samd í.
Framtíðin hjá mentanini í Barrow og øllum Alaska er treytað av, at myndugleikarnir kunna sær hógv í dag, og leggja upp fyri. Livst, so spyrst.
(Vitjanin í Alaska kom í lag eftir eina innbjóðing frá teimum fýra oljufeløgunum Texaco, Arco, Conoco og Murphy Oil, ið eru saman í oljusmataki, sum arbeiðir á føroyska økinum.)