Føroyska málið kúgar kvinnur

- Vit hava eitt mál, sum konufólk ikki kenna seg aftur í, eitt mál, sum kúgar kvinnur og setir tær lægri enn menn. Kvennkyn sum lívkyn víkir meir og meir fyri kallkyninum. Maðurin rúmar als ikki kvinnuna í sínum máli, men eisini konufólk hava ilt við at umrøða seg sjálvar í kvennkyni, tær eru rættiliga ósjónligar og goyma seg aftan fyri ópersónligar vendingar og orðingar. Hví skumpa kvinnur tað kvinnuliga frá sær og hví taka tær tað ikki til sín sum nakað positivt og gott, spyr Kirstin Didriksen, høvundur, lektari og granskari í kyni og máli, sum er í holt við eina størri ritgerð um, hvussu kynsmismunur verður framdur í føroyska málinum.

Vit taka málið fyri givið og hugsa ikki um, hvussu týdningarmikið og samansett tað er. Málið verður ikki bert brúkt til at geva upplýsingar víðari og samskifta sínámillum, men í málinum koma virði og kenslur til sjóndar. Tí er málið ikki uttanveltað. Hinvegin kann tað avspegla kynsmunir í einum samfelag og vera beinleiðis ella óbeinleiðis orsøkin til kynsdiskriminering.

Og tað eru júst hesi viðurskifti Kirstin Didriksen, cand. mag. í

donskum og í kyni, samskifti og mentan hevur arbeitt við í nógv ár.

Síðani 1986 hevur hon við jøvnum millumbilum skrivað og givið út

bøkur, ið greiða frá nútíðarstøðuni hjá kvinnuni m.a. lýst við støði í

málinum. Sum tann einasta hevur hon givið føroysku kvinnuni gjøgnum tíðirnar rúm í bókum, og harvið givið henni eitt virðiligt pláss í søgu okkara. Síðani 1994 hevur hon starvast sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í Gøteborg, og nú er hon farin undir eina størri ritgerð um mál og kyn, ein ritgerð, ið leggur upp til at gera kvinnur og menn varhug við kynsmunin í føroyska málinum og málbrúkinum.

Orsøkin til hví Kirstin Didriksen í so stóran mun arbeiðir við

viðurskiftum, ið hava við kyn og mál, og støðuna millum kynini at gera er at finna í barnaárum hennara.

- Tað sum drívur meg eru upplivingarnar eg hevði sum barn. Tað var serliga hetta: Hví slapp eg ikki at vera stolt av, at eg var genta og kvinna. Tann sorgin og tað vónbrotið yvir, at eg var minni verd, tí eg var genta, lá sum ein skuggi yvir barnárunum og langt upp í vaksnu árini.

- Pápi mín hevði maskinhandil og har komu nógvir menn inn á gólvið. Tað var so javnan, at teir ósmædnir traðkaðu niður á kvinnuna. Teir mettu alt eftir styrki og vøddum. Ein ógvuliga primitiv mynd av, hvat eitt menniskja er vert. Mamma segði ongantíð nakað ímóti hesum. Hon hevði eina útbúgving og var

dugnalig til sítt starv. Har sótu teir uttan nakra mentan, drukku hennara drekkamunn og skammaðu hana út fyri sítt kyn. Sum smágenta var eg ógvuliga glað og stolt av mammu míni, men helt kortini at okkurt ruggaði skeivt. Beiggi mín, sum var gott ár yngri enn eg, slapp undan nógvum uppgávum heima. Hann slapp at spæla, meðan vit gentur vórðu settar til ymsar uppgávur so skjótt vit vóru nóg stórar at gera nyttu. Her sá man mismun og hvussu nógv ábyrgd varð løgd á okkum gentur. Longu sum 11 ára gomul gjørdi eg døgurða hvønn dag, rann heim úr skúlanum og gjørdi alt klárt, tí mamma var í náttarvakt, og eingin helt tað vera fantastiskt. Men tá beiggi mín nøkur ár seinni gjørdi ein døgurða, skuldi øll familjan hoyra, hvussu óføra raskur hann var. Tá eg hevði fingið nóg mikið av at beiggjarnir sluppu undan, gjørdi eg eina reingerðingsætlan fyri húsið, har hvør hevði sítt umráði.

- Tað er ringt í sínum uppvøkstri ikki at fáa eyga á teir mismunir sum eru. Og okkara heim var bara eitt heilt vanligt heim, hetta mynstrið sært tú alla staðni, greiðir Kirstin Didriksen frá.


Kvennkyn í kallkyni

At mismunir ikki bara vórðu gjørdir í gerandisdegnum, í uppalingini av gentu og dreingi, men eisini í málinum, gjørdist Kirstini greitt serliga í realskúlanum, tá ið hon varð rættað í sínum stílum við at umrøða seg og onnur kvennkyn í kallkyni.

- Tá vaknaði eg av álvara fyri tí málsliga muninum, ið verður gjørdur á konufólki og mannfólki. Vit gentir tosaðu ofta um, at alt bara snúði seg um menn og aftur menn, og kundu ikki torga vendingar sum "menn hava altíð sagt" osfr. Tá ið eg las danskt á universitetinum var tað so upplagt at skriva serritgerð um hesi viðurskifti. Í sjeytiárunum var so nógv tosað og skrivað um mál og kyn. Tað var í tíðini og tí púra natúrligt hjá mær at skriva um. Nógv í Føroyum hildu tað vera tað reina humbukk og tvætl, men við ritgerðini "Færøerne, sprog og køn" vildi eg prógva, at eg hevði rætt. Málið diskriminerar kvinnuna og serritgerðin vísir á, at kynsmismunur kemur til sjóndar í málinum.

- Tað sálarfrøðiliga, ið liggur aftan fyri mismunin, hvat

diskrimineringin sigur um okkum kvinnur og hvørja sjálvsmynd og

sjálvsfatan, vit hava av okkum, og ikki minst, hvørja sjálvsmynd menn hava, havi eg arbeitt við síðani. Drongurin lærir longu sum lítil ikki at vísa kenslur, ikki at gráta, hann skal vera stórur og sterkur. Sálarfrøðiliga hoyra kenslur til ta kvinnuliga økið sambært ástøðini hjá Jung. Jung sigur, at alt tað kvinnuliga er tað tradisjónella, sum vit seta í samband við eina kvinnu, nærumhvørvið, tað móttakandi og tað at rúma alt tað kensluliga. Tann tradisjónelli maðurin er hinvegin tann virkni, handlandi, intellektuelli, filosoferandi og tað at hava dirvi, áræði og viljastyrki. Báðar hesar síðurnar rúma vit í okkum sum menniskju frá upphavi, men í uppvøkstrinum - heilt frá føðingini av - læra vit at taka á okkum alt tað tradisjónella. Vit læra eisini, at tað sum er vert at duga her í lívinum, er tað sum menn duga, og at tað sum hoyrir til tað kvinnuliga hevur einki uppá seg.

- Málfrumformurin hjá børnum er púra opin. Tú kanst tosa japanskt, kinesiskt ella føroyskt við ein nýføðing og barnið skilir teg. Barnið sansar um tað er positiv ella negativ orka, sum verður sent tí. Hvørt eitt orð, hvør ein setningur, hvør lítil hending goymist í kroppinum og sinninum. Tað positiva er lætt og stimbrandi, meðan tað negativa er niðurbrótandi og køvandi. Tí ber ikki til at siga, at málið ikki merkir okkum, sjálvt um tað er ótilvitað. Kvinnan verður dagliga, uttan at varnast, fórðað málsliga við negativiteti. Eg vildi ynskt, at kvinnan skilti, hvat hetta ger við hennara sjálvsvirði og sjálvsfatan, sigur Kirstin Didriksen.