Føroyskir útróðrarbátar eru høgt í metum í Grønlandi.
Í hvussu so er bátarnir frá AWI Boats í Runavík
Tað er ikki langt síðani, at bátavirkið í Runavík leveraði fleiri útróðrarbátar til Grønlands, og nú fara teir undir ein ordra afturat.
Hesuferð skulu teir byggja fimm-seks útróðrarbátar til Uummannaq og Upernavik, umframt nakrar jollur, sum eisini skulu brúkast til útróður.
Talan er báði um bátar uppá 33 føtur og uppá 27 føtur, og jollurnar eru 19 føtur.
Bátarnir skulu leverast longu komandi ár, so skotbráið er stutt, men tað heldur stjórin í AWI-Boats, Aðalstein Anthoniussen, ikki verður nakrar trupulleiki.
Men tað er greitt, at tað verður nógv at gera, sigur hann. Tað er heimastýrið sum fíggjar byggingina sum eitt slag av økismenning í Grønlandi.
15 bátar higartil
Bátarnir hjá Awi- Boats eru væl dámdir í Grønlandi og higartil hevur bátavirkið í Runavík leverað 15 útróðrarbátar vestur um hav- umframt teir bátarnir, sum grønlendingar nú hava bílagt. Teir flestu eru lætnir til norðurgrønlands, frá Disko-fjørðinum og norðureftir, men fýra eru eisini lætnir til Ammassalik.
-Bátarnir eru bygdir serliga til útróður og teir eru royndir væl og virðiliga undir føroyskum viðurskiftum og teir skuldu eisini rigga væl til útróður í Grønlandi- og tað hava teir eisini víst seg at gera, sigur bátasmiðjurin í Runavík.
Aðalstein Anthoniussen sigur, at ordrarnir til Grønlands hava tryggjað teimum arbeiðið á bátavirkinum í næstan trý ár. Teir, sum núskulu gerast, tryggjað teimum breyð á borðið í næstan eitt ár afturat.
-Annars er at kalla steindeytt í Føroyum og tað verða at kalla næstan ongir bátar bygdir til føroyskar útróðrarmenn. Í Føroyum er at næstan bara talan um smávegis tryggingarskaðar og annað smáttarí.
Teir størru bátarnir uppá 33 føtur kosta um 1,6 millión, teir minnu uppá 27 føtur liggja um 700.000 krónur og jollurnar nakað minni, so bíleggingarnar úr Grønlandi hava alstóran týdning fyri virksemið á bátavirkinum.
Løn fyri stóra íløgu
Tað eru nú nøkur ár síðani, at AWI Boats kom inn á grønlendska marknaðin. Men tað eru nógv ár síðani, at Aðalstein Anthoniussen vendi eyguni vestureftir.
-Eg havi leingi trúð uppá møguleikarnar í Grønlandi og tað eru nú eini 10 ár síðani, at vit veruliga fóru undir at marknaðarføra okkum har yviri, sigur hann.
Hann sigur, at teir síðani hava marknaðarført seg so nógv, sum teir yvirhøvur hava maktað.
Hann sigur, sigur, at ordrarnir, sum teir hava fingið frá grønlendingum seinastu trý árini, tekur hann sum løn afturfyri tað stóru íløguna, teir hava lagt í marknaðarføringina í Grønlandi.- Tað er sera strævið at koma inn á ein marknað, báði í pengum, og ikki minst krevst tol. Tað hevur tikið næstan 10 ár at fáa gongd á bátabygging til Grønlands, so tað skulu nógvir pengar brúkast, áðrenn nakað kemur innaftur.
Men Aðalstein dylir heldur ikki fyri, at hann heldur, at vinarbýarsamstarvið ímillum Runavík og Uummannaq hevur hava eitt ávísan týdning.
Á AWI Boats í Runavík arbeiða seks mans í løtuni, men teir hava verið uppi á 10-12 monnum.