síðani búði ikki meiri enn ein fjórðingur av fólkatalinum í Havnini. NÚ kunnu vit hava ymiskar meiningar um hesa gongdina. Um hon er heppin og skapar størri trivnað, ella um gongdin er til ampa og skapar [...] setir nógv størri krøv til Tórshavnar kommunu, sum langt í frá megnar sínar tænastuskyldur í dag. Eitt annað er, at vandi er fyri, at tey flestu, sum eru fakliga væl fyri, flyta til høvuðsstaðin. Og tá tað [...] - SKULU vit bara lata standa til og lata alt meiri savnast saman í høvuðsstaðnum og einum ella tveimum deplum afturat, ella skulu við miðvíst royna at spjaða fólk og virksemi kring landi? HESIN spurningurin
aldrinum seks til sjey ár, í skúla fyri fyrstu ferð komandi mánadag. Ikki øll kunnu fylgja børnunum Soleiðis sum nútíðarsamfelagið er skipað, so er tað tíverri ikki so, at foreldrini ikki møguleika fyri [...] fyri at fylgja børnunum í skúla, hóast tey helst vildu fylgt børnunum heilt til skúladyrnar. Tað eru sjálvsagt eisini børn, sum ikki vilja, at foreldrini skulu fylgja teimum, tí at tey eru jú byrjaði at ganga [...] skiljandi. Øll vit, sum komandi vikurnar seta okkum inn í bilin og skunda okkum til dagsins verk, noyðast tí og hava skyldu til at verða sera ansin í ferðsluni og hava eyguni eftir teimum smáu børnunum við
frætta frá brúkarum um skipanina, fyri á tann hátt eisini at finna fram til, hvussu væl skipanin røkkur. Til ber at rapportera inn til Farvandsvæsenet, Radionavigationstjenesten á telefon 032689500, telefax [...] bøtt fleiri enn tíggjufalt. Tá skipanin er farin at virka, sum hon skal - við árslok - fer at bera til at finna positiónir við fáum metra neyvleika við Føroyar. Tað verður økisfýrmeistarin, Leon Heinesen [...] at skipanin verður royndarkoyrd hetta og árið út, og ber hetta í sær, at kontinueruligt eftirlit ikki verður við, sum DGPS-sendingarnar eru heilt neyvar, og at tær kunnu verða avbrotnar í styttri ella
kunnu gera til tess at verja heilan. ? Tað er so mangt sum kann virka fyribyrgjandi fyri heilan, sigur Pól Jákup Thomsen. ? Tað kann m. a. gerast so einfalt sum ikki at eta ov nógv feitt. Ella ikki at drekka [...] Narkotikaráðnum. Pól Jákup Thomsen sigur, at ætlanin er at sigla til øll tey størri plássini í Føroyum. Byrjað verður mikudagin, tá Ternan fer til Sands. Hósdagin verður skipið á Tvøroyri og fríggjadagin í Vági
politiska vegin bukaðir til beinanvegin at taka stig til at avhenda flakavirkið fyri ein rímiligan kostnað. Tað er ikki annað enn tann turri óreinskapur, ið hevur fingið hesar menn til í áravís at krevja ein [...] hesum øki, og so sum nú sær út, eru vónirnar ikki ongar fyri, at tað fer at bera til. Tað er pískandi neyðugt við einum klárum politiskum signali, skal ikki vinnuloysi eta alt lokalsamfelagið upp. Suðuroyggin [...] Tað ger tað bara ikki allastaðni. Suðuroyggin og onnur útjaðarøki hava 0 vøkstur. Sagt varð eisini, at arbeiðsloysið í Føroyum minkar støðugt - men tað ger tað bara ikki allastaðni. Suðuroyggin liggur
um ein statur kann kallast demokratiskur er jú, at til ber at føra alla lóggávu aftur til eitt demokratiskt mandat, t.e. eina fulltrú frá fólkinum til lóggevara. Hendan fulltrú hevur bara nakað virðið um [...] meting at snúð seg um hvussu til ber at tryggja eitt nú framsøgnarfrælsið og rættarstøðu hins einstaka, og um hvørjar heimildir Løgtingið skal hava til at lóggeva og ikki. Fólkatingið brýtur grundlógina [...] nevnd undir landsstýrinum at taka støðu til. Henda spurning kann bara føroyska fólkið avgera, og tann avgerðin kann ikki takast fyrr enn føroyingar hava havt høvi til at meta um ymsu møguleikarnar út frá
, men ikki hava hug at fiska undir Íslandi? Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Henrik Old, at tað fiskidagaskipanin í 1996 varð samtykt í løgtinginum, varð samstundis víst á í álitinum til løgtingið [...] løgi, at nakrir bátar noyðast at keypa munandi kvotu frá øðrum fyri at kunna royna undir Íslandi, ikki minst tykist hetta órímuligt, tá hugsað verður um, at Føroya land í mong ár hevur fingið kvotu úr [...] landsstýrismaðurin vátta yvir fyri tinginum, at skip hava fingið íslandskvotu í 1998, sjálvt um hesi ikki tey seinastu fýra-fimm árini hava roynt undir Íslandi?, spyr tingmaðurin. Tann triði spurningurin
eitt rættiliga nýtt land, ikki bert í fótbóltshøpi. Men at Bosnia ikki er hvør sum helst, er lítið at ivast í. Spælararnir eru kanska ikki so kendir, men vit leggja merki til ein mann sum Elvir Bolic, [...] úttikið hópin, sum fer úr Føroyum til Sarajevo sunnudagin 16. august. Í hópinum eru Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini [...] eitt sindur til landsliðsumhvørvið. Jákup á Borg hevur havt eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum. Annars er vert at leggja til merkis, at
Svangaskarði og vandi saman við restini av GÍ-liðnum, ið fyrireikar seg til Europa Cup-dyst, tá hann fekk boðini um, at hann var úttikin til landsliðið, sum sunnudagin setir kós móti Sarajevo. ? Eg helt, at [...] fyri meg, at eg skuldi vera málmaður á føroyska landsliðnum, greiðir Sunvard frá? Rætt er tað, at tað ikki altíð hevur verið so stuttligt at verið málmaður hjá føroyska landsliðnum, men hjá Sunvardi, sum er [...] málið, men at tað skuldi koma so tíðliga, kom púrasta óvart á meg, sigur Sunvard. Hann er kortini ikki heilt óroyndur í altjóða fótbólti, har hann millum annað hevur vart málið hjá U18-landsliðnum. Sunvard
men at tað skuldi koma so skjótt, hevði eg ikki roknað við, sigur hann. Spurdur, um hann roknar við at sleppa inn, svarar Jákup, at tað roknar hann als ikki við. ? Eg fari bara at sita tolin og bíða, sigur [...] Jákup, sum var við U18-landsliðnum í fjør. Nú er hann 18 ár og ov gamal til tað, men steðgurin millum U18-liðið og A-landsliðið var ikki langur. Jákup á Borg er í løtuni toppskjútti í 1. deild við tíggju málum [...] Jákup á Borg hoyrdi í útvarpinum, at hann var úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. ? Tað kom rættiliga óvart á meg. Eg segði við Sosialin fyri tveimum mánaðum síðani, at eg satsaði upp á at koma