Fara at royndarsenda við GPS í dag

Í dag klokkan 15 fer Farvandsvæsenet at royndarsenda DGPS-korrektiónir.

Við hesum DGPS-sendingum verður neyvleikin av amerikonsku satellit-radionavigatiónsskipanini, GPS (Global Positioning System) bøtt fleiri enn tíggjufalt. Tá skipanin er farin at virka, sum hon skal - við árslok - fer at bera til at finna positiónir við fáum metra neyvleika við Føroyar.

Tað verður økisfýrmeistarin, Leon Heinesen, sum fer at seta í gongd royndarsendingarnar.


Royndarsendingarnar við DGPS-korrektiónunum fara at vara árið út, og um smálutirnar sigur Farvandsvæsenet, at korrektiónssignalini fyri GPS frá DGPS-støðina í Tórshavn verða:


Position (WGS-84): 62°01,23?N. 6°50,25?W.

Radiofrekvens: 287,0 kHz.

ID.nr.: 454.

Reference station nr.: 715/716.

Massage type: 100b/s.

Rækkevidde: ca. 200 sm.


Gjørt verður vart við, at skipanin verður royndarkoyrd hetta og árið út, og ber hetta í sær, at kontinueruligt eftirlit ikki verður við, sum DGPS-sendingarnar eru heilt neyvar, og at tær kunnu verða avbrotnar í styttri ella longri tíðarbilum.

Farvandsvæsenet er áhugað í at frætta frá brúkarum um skipanina, fyri á tann hátt eisini at finna fram til, hvussu væl skipanin røkkur. Til ber at rapportera inn til Farvandsvæsenet, Radionavigationstjenesten á telefon 032689500, telefax 031572242 ella á e-mail:frv@fomfrv.dk.

Upplýsingar um, hvussu skipanin virkar, kunnu fáast við at venda sær til Loranstøðina á Eiði, telefon 423020 og telefax 423493.