? Eg siti tolin og bíði

Fótbóltur: Jákup á Borg roknar ikki við at sleppa at byrja inni móti Bosnia um eina viku

Jákup á Borg hoyrdi í útvarpinum, at hann var úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

? Tað kom rættiliga óvart á meg. Eg segði við Sosialin fyri tveimum mánaðum síðani, at eg satsaði upp á at koma á landsliðið um eini tvey ár, men at tað skuldi koma so skjótt, hevði eg ikki roknað við, sigur hann.

Spurdur, um hann roknar við at sleppa inn, svarar Jákup, at tað roknar hann als ikki við.

? Eg fari bara at sita tolin og bíða, sigur Jákup, sum var við U18-landsliðnum í fjør. Nú er hann 18 ár og ov gamal til tað, men steðgurin millum U18-liðið og A-landsliðið var ikki langur.

Jákup á Borg er í løtuni toppskjútti í 1. deild við tíggju málum í teimum 11 dystunum, sum eru spældir í landskappingini. Móti HB fyri níggju døgum síðani skeyt hann sigursmálið, tá B36 vann 3-2, og hann endurtók bragdið sunnudagin, tá B36 vann á KÍ.