- SKULU vit bara lata standa til og lata alt meiri savnast saman í høvuðsstaðnum og einum ella tveimum deplum afturat, ella skulu við miðvíst royna at spjaða fólk og virksemi kring landi?
HESIN spurningurin er meiri aktuellur í dag enn nakrantíð fyrr, tí ongatíð áður hevur miðsavningin verið so ógvuslig sum seinastu árini, samstundis sum partar av útjaðaranum bløða. Hetta vísa seinastu hagtølini. Vit síggja tað í teimum mongu lýsingunum eftir starvsfólkum í høvuðsstaðarøkinum. Og longu bíðilistarnir eftir dagstovnaplássum og íbúðum prógva tað.
ÍDAG býr meiri enn ein triðingur av Føroya fólki í høvuðsstaðnum. Fyri 25 árum síðani búði ikki meiri enn ein fjórðingur av fólkatalinum í Havnini.
NÚ kunnu vit hava ymiskar meiningar um hesa gongdina. Um hon er heppin og skapar størri trivnað, ella um gongdin er til ampa og skapar mistrivnað. Vanliga verður hildið, at tað er ikki gott, at høvuðsstaðurin er ov stórur, um vit bera saman við restina av landinum. Í Íslandi er Reykavíkar býur vaksin við rúkandi ferð, og bæði leikmenn og samfelagsfrøðingar í Íslandi halda, at gongdin er óheppin.
EITT er, at størri miðsavnan setir nógv størri krøv til Tórshavnar kommunu, sum langt í frá megnar sínar tænastuskyldur í dag. Eitt annað er, at vandi er fyri, at tey flestu, sum eru fakliga væl fyri, flyta til høvuðsstaðin. Og tá tað hendir, verður uppaftur torførari at halda lív í útjaðaranum og tíansheldur menna útjaðaran aftur.
LONGU í dag mugu vit ásanna, at fleiri bygdir og útoyggjar meiri ella minni avtoftast, men spurningurin er, um partar av útjaðaranum megna at standa ímóti.
TAKA vit sum dømi Suðuroynna, har búskaparkreppan rakti sunnara helming serliga meint, so er fólkatalið minkað heili 800 fólk síðani fyrst í nítiárunum - niður í 5000 fólk. Hetta er møguliga eitt hóskiligt tal, men millum manna verður hildið, at verandi tal, tænastustig og møguleikar skapa ikki nóg góðan trivnað millum tey ungu, so tey verða verandi, og at tað verður torført at fáa fólkatalið uppaftur.
NÓGVAR avbjóðingar standa fyri framman, men umrødda evnið er eisini ein spurningur um framtíð Føroya!