Tað ger tað bara ikki allastaðni. Suðuroyggin og onnur útjaðarøki hava 0 vøkstur.
Sagt varð eisini, at arbeiðsloysið í Føroyum minkar støðugt - men tað ger tað bara ikki allastaðni.
Suðuroyggin liggur langt ovast við tøkum arbeiðsleysum fólki, meðan fleiri eru endaði á forsorgarlógini, tí at tey hava verið arbeiðsleys í meira enn trí ár.
Tað er tann kontoin, sum formaður fólkafloksins so speirekandi kallaði bumsakontoin.
Taka vit hesar niðurstøður til eftirtektar, og tað gera vit, er tað umráðandi at hava tann setningin í stevnuni hjá samgonguni fyri eyga, sum viðger økismenningina.
Syðra helvt av Suðuroynni fór eins og restin av landinum vinnuliga fyri bakka. Hetta økið skilti seg frá restini av landinum tann vegin, at eingin politiskur vilji var til at lata virkið í Vági uppaftur.
Tað forseglaða flakavirkið í Vági er ein tann stórsta sorgarsøgan í landinum. Har slapp borgarin eins og aðrastaðni at bera sín part av kreppuni, men arbeiðsplássið lat ikki uppaftur, so at inntøkur kundu gevast til samfelagið har.
Broyttar tíðir og broyttir siðir saman við broyttum vilja, huga og hegni geva tó nú hesum øki eina lívsvón aftur.
Hyggja vit í tað fyrsta ritið frá vinnumálastýrinum um vinnupolitikk, so síggja vit, at tað var tann politiska búskaparfrøðin, ið stýrdi hesum øki saman við restini av landinum á húsagang, meðan sama frøðin lat eyguni aftur fyri Suðuroynni og bjargaði øðrum økjum í landinum.
Sagt verður har, at høvuðssjónarmiðið í teirri politisku búskaparfrøðini er, at tað ikki er ein spurningur, um tað almenna skal leggja seg út í marknaðarbúskapin, men heldur hvussu ein best skipar samspælið millum tað almenna og tað privata, og hvussu nógv samspæl skal vera.
Rímiligt er, at tað verður eitt samspæl millum tað almenna og tað privata, sum fær gongd á aftur í hesum øki, og so sum nú sær út, eru vónirnar ikki ongar fyri, at tað fer at bera til.
Tað er pískandi neyðugt við einum klárum politiskum signali, skal ikki vinnuloysi eta alt lokalsamfelagið upp.
Suðuroyggin er eitt talandi dømi um, at nútíðar Føroyar ikki eru fyri øll. Hetta er ikki rímiligt, og hetta eigur at havast í huga í teimum vinnuligu frambrotum, ið koma skulu.
Tí fingu vit eitt avlaga lokalsamfelag við toppstillaðum skattatrýsti.
Vit fáa eina ónda ringrás í tílíkum kommunum. Tær gerast ikki lokkandi at búseta seg í, tí tær eru alt ov dýrar skattliga sæð, og hava tá munandi longri tíð um at koma fyri seg aftur, enn aðrar hava tað.
Vón fyri stavn
Um dagarnar var stundum harðligur orðadráttur í tinginum undir viðgerðini av løgmansrøðuni um, hvør ið hevði skyldina av hvørjum, tá ið Føroyar fóru á húsagang. Aftan á ein av hesum gav landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bindandi lyfti um, at hann skuldi standa við mína lið, um eg vildi standa við hansara í royndunum fyri at fáa latið flakavirkið í Vági uppaftur.
Sjávandi leggja vit knørr við knarrarborð. Tað gjørdu vit jú longu, tá ið vit undirskrivaðu traktatina um tann suverena statin, og tað hava vit gjørt í sambandi við at lata flakavirkið í Vági uppaftur.
Sambært henni, so kemur Framtaksgrunnurin, sum eigur Fiskavirking, sum eigur flakavirkið í Vági á føroyskar hendur, og so er vón fyri stavn.
Hetta hava teir, ið sitið hava sum ravnur yvir deyðseyða, skrivað sær aftan fyri oyra, og eru tí tann politiska vegin bukaðir til beinanvegin at taka stig til at avhenda flakavirkið fyri ein rímiligan kostnað.
Tað er ikki annað enn tann turri óreinskapur, ið hevur fingið hesar menn til í áravís at krevja ein søluprís upp á 12 mió. kr., ella eitt leigugjald upp á 5.000 kr. um dagin fyri eitt virkið, sum í sínari tíð varð niðurskrivað til 0 kr.
Nú vita teir, at tað eru broyttar tíðir í Føroyum, og at ravnum yvir deyðseyða er stutt stutt lív lagað.
Tað er endiliga proklameraður ein politiskur vilji á tingi og í landsstýri til at reka hesar burtur, og at skapa vinnuligum áhugamálum rímiligan gróðrarbotn, fyri at tað aftur kann bera til í Suðuroy.
So skjótt kann tað gerast!
Hergeir Nielsen