Hava vit nakra grundlóg?
Í fyrsta lagi, so er tað óheppið í einum rættarsamfelag, at spurnartekin verður sett við grundarlagið undir allari lóggávu. Hetta hevur meira og minni verið lagið í Føroyum, líka síðani danska grundlógin var lýst at galda í Føroyum, fyri skjótt 150 árum síðani. Zacharias Wang er ein teirra, sum hevur gjørt nógv burturúr spurninginum. Í ?Stjórnmálafrøði? (2. útgáva 1989) skrivar Zacharias á síðu 169: ?grundlógin [er] sett í gildi í Føroyum í heimildarloysi, og hon er tí ikki galdandi her.? Men í somu bók, á síðu 175, skrivar Zacharias: ?Statsrættarliga sæð eru Føroyar ein donsk kommuna.? Sum tað sæst av hesum, eru tveir polar í grund-lógarkjakinum - og Zacharias Wang er talsmaður fyri báðar!
Grundlógin
er einki verd
Í øðrum lagi er tann danska grundlógin lítið verd sum sovorðin. Frávik og tulkingar hava, saman við illviljanum móti einari veruligari dagføring av lógini, havt við sær, at danska grundlógin er løgfrøðisliga útvatnað. Hetta sæst t.d. av, at løgfrøðingar síggja tað sum eitt avgjørt armóðstekin, um grundlógin verður nýtt í sambandi við eitt rættarmál. Grundlógin hevur mist sín autoritet, og hetta ber í sær, at hon í frægasta lagi verður sædd sum ein vegleiðing hjá lóggevara, men ikki sum ein avmarkandi karmur um dagliga lóggávuarbeiði.
Grundlógin
- eitt býtisbarn
Í triðja lagi hevur tað, at grundlógin í Føroyum er donsk, havt við sær, at grundlógarspurningar hava havt lítlan áhuga ímillum føroyingar. Hetta er óheppið sæð frá einum demokratiskum sjónarmiði. Avgerandi fyri um ein statur kann kallast demokratiskur er jú, at til ber at føra alla lóggávu aftur til eitt demokratiskt mandat, t.e. eina fulltrú frá fólkinum til lóggevara. Hendan fulltrú hevur bara nakað virðið um hon er verulig, soleiðis at skilja at fólkið veruliga tekur undir við politisku skipanini. Men eingin kann taka undir við nøkrum, sum ein ikki veit hvat er.
Grundlógartilgongdin hvarv
Sum sagt frøddi tað meg, at politiskur vilji endiliga tyktist vera fyri at fara undir eina grundlógartilgongd. Men ásannast má, at síðani samgonguskjalið var undirskrivað hevur lítið verið at hoyrt til ætlaninar um at gera grundlóg.
Grundlóg í eini handavending?
Í ólavsøkurøðu løgmans verður grundlógin aftur nevnd. Tað er tó synd at siga, at umrøðan av eini komandi grundlóg rúgvar nakað upp í røðuni. Í fylgjuskølunum til røðuna stendur at landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at seta eina grundlógarnevnd. Grundlógar-spurningurin verður viðgjørdur í fýra setningum, og hetta kann neyvan sigast at vera nógv, tá hugsað verður um, hvussu avgerandi týdning grundlógartilgongdin hevur, tá talan er um at stovnseta eitt demokratiskt fullveldi, sum ætlanin er. Tað má eisini sigast at verða hugvekjandi, at løgmaður í somu røðu leggur stóran dent á, hvussu trupult og tíðarkrevjandi tað verður at yvirtaka fólkakirkjuna, meðan grundlógin bara skal fáast frá hondini.
Hvat siga flokkarnir?
Lítið ella einki hevur verið at hoyrt frá ymsu flokkunum á tingi, um hvørja støðu teir hava í grundlógarspurninginum. Ivaleyst kemst hetta av, at tað munnu vera fáir flokkar, um nakar, sum hava tikið støðu til hvat tað er, sum skal standa í eini føroyskari grundlóg. Eg síggi ein ovurstóran vanda í teirri sannroynd, at so gott sum eingi sjónarmið hava verið at frammi um, hvat ein føroysk grundlóg skal innihalda.
Enn eina
danska týðing?
Vandin er tann, at lands-stýrið setir eina nevnd, sum eftir at hava arbeitt í duldum eina tíð, barslar við eini týðing av donsku grundlógini, sum so verður sett í gildið fyri Føroyar. Hetta var tað sum hendi, tá nevnd í sínari tíð var sett at gera uppskot til nýggja stýris-skipanarlóg. Stýrisskipanarlógin er í stórum ein føroysk tillaging av teimum stýrisskipanarligu pørtunum av donsku grundlógini, og spurningurin er hvat vit skulu við tílíkum krotusmíði, sum ikki kann standa á egnum beinum.
Fólksins umboð skulu umboða fólkið!
Avgerandi fyri føroyska lóggávu má vera, at hon útgongur frá føroyska fólkinum. Tað er ikki nóg mikið bara at týða danskar lógir, sum gjørt hevur verið, seinast í sambandi við nýggju føroysku kappingarlógina, sum er ein avskrift av donsku kappingarlógini, sum danir nú eru farnir undir at endurskoða, tí hon er vorðin ótíðarhóskandi í Danmark! Skal nøkur demokratisk meining vera í føroyskari lóggávu, so skal lóggávan hava sín uppruna í føroyskum ynskjum um at skipa viðurskiftini í Føroyum, á ein hátt, sum er hóskiligur fyri Føroyar og føroyingar. Hetta ber bara til, um føroyska fólkið verður tikið við uppá ráð.
Grundlóg er annað enn stýrisskipan
Tann grundlógin, sum nú ætlanin er at gera, skal vera grundarlagið undir øllum politiskum virksemi í Føroyum. Sjálv stýrisskipanin er bert ein partur av hesum virksemi. Ein demokratisk grundlóg skal fyrst og fremst tryggja borga-runum demokratisku rættindi. Harumframt skal ein grundlóg áseta avmarkingar fyri myndug-leikanum hjá lóggevara. Eitt grundlógarkjak átti tí eftir míni meting at snúð seg um hvussu til ber at tryggja eitt nú framsøgnarfrælsið og rættarstøðu hins einstaka, og um hvørjar heimildir Løgtingið skal hava til at lóggeva og ikki.
Fólkatingið brýtur grundlógina
Í Danmark er tað soleiðis í dag, at Fólkatingið er ovasti politiski myndugleiki. Fólkatingið er eisini omanfyri Grundlógina. Hetta ljóðar kanska løgið, men soleiðis er tað. Danska grundlógin ásetir í §3 at dømandi valdið er hjá dómstólunum, men dómsvaldið brúkar ikki sín rætt til at taka dagar ímillum hvørt lóggávan hjá Fólka-tinginum stríðir ímóti grundlógini. Her er eitt dømi:
Tá lóggevari dømir
Táverandi danski kenslumála-ráðharrin Ole Vig Jensen legði í 1996 uppskot fyri Fólkatingið um við lóg at steingja Tvind-skúlasamtakið. Kenslumálaráðharrin hevði tað støðu, at samtakið fekk almennan stuðul, sum samtakið ikki hevði lógligan rætt til. Av ótta fyri at dóms-valdið fór at geva samtakinum viðhald um stjórnin stevndi Tvind fyri svik, samtykti Fólkatingið í staðin eina lóg, sum einans snúði seg um Tvind-skúlarnar, og sum ásetti, at skúlarnir ikki longur skuldu hava almennan stuðul. Av somu orsøk kundu skúlarnir ikki leggja avgerðina, um at noktað teimum stuðul, fyri dómsvaldið. Við at samtykkja lógina feldi Fólkatingið sostatt dóm yvir Tvind-skúlarnar (Mikael Witte: ?Grundloven?, Klim 1997, p.12).
Meirilutin ræður
Dómsvaldið, sum sambært grundlógini einsamalt hevur dómsmyndugleikan, varð, í omanfyri nevnda føri, tikið av ræði. Men semja er millum danskar løgfrøðingar um, at grundlógin ikki forðar Fólkatinginum í at lóggeva soleiðis, at talan í veruleikanum er um avgerðir, sum svara til ein dóm. Talan er við øðrum orðum um, at grundlógarteksturin verður settur afturum viljan hjá einum Fólkatingsmeiriluta, og hetta verður hildið at verða í lagið.
Alt vald til
Løgtingið - ella...?
Spurningurin er so, um føroyingar vilja geva Løgtinginum sama óavmarkaða vald, sum danska Fólkatingið hevur. Ella skal ein føroysk grundlóg heldur leggja dent á at avmarka valdið hjá lóggevara (t.e. Løgtinginum) eins amerikanska samveldisgrundlógin ger tað? Henda spurning eigur eingin politiskt sett nevnd undir landsstýrinum at taka støðu til. Henda spurning kann bara føroyska fólkið avgera, og tann avgerðin kann ikki takast fyrr enn føroyingar hava havt høvi til at meta um ymsu møguleikarnar út frá hollari upplýsing og sakligum kjaki.
Fulltrú ella harraboð?
Eg havi í hesari greinini bert nortið við eitt lítið vet av tí, sum rørir seg aftanfyri eina grundlógartilgong. Eg havi stutt nevnt tey persónligu rættindini og manna-rættindini, men ætlandi verður dentur lagdur á hesi í seinni greinum. Tað skal verða mín vón, at eg við hesum kann verða við til at birta uppundir eitt alment grund-lógarkjak í Føroyum. Eitt tílíkt kjak er neyðugt til tess, at ein komandi føroysk grundlóg veruliga kemur at verða fólksins fulltrú til politisku myndugleikarnar, og ikki øðvugt, eini harraboð til føroyska fólkið.
Keypmannahavn 07.08.98
Jóanes N. Dalsgaard
stjórnmálafrøðingur









