Eirikur Lindenskov
Mikudagin í næstu viku fer Rúsdrekka og Narkotikaráðið undir eina stórfingna herferð í sambandi við, at árið í ár í Føroyum er skírt Heilaárið.
? Vit hava leigað Ternuna I í tríggjar vikur og umborð fara vit hava eina stóra framsýning um heilan, sigur Pól Jákup Thomsen, skrivari hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum.
Pól Jákup Thomsen sigur, at ætlanin er at sigla til øll tey størri plássini í Føroyum. Byrjað verður mikudagin, tá Ternan fer til Sands. Hósdagin verður skipið á Tvøroyri og fríggjadagin í Vági.
? Fyrrapartarnar á degnum er ætlanin at bjóða øllum framhaldsdeildunum kring landið eins og miðnámsskúlunum at vitja framsýningina. Seinnapartin og um kvøldið verður so opið fyri almenninginum, sigur hann.
Umborð á Ternuni I verður alt tað nýggjasta innan heilagransking at síggja, eins og víst verður á, hvat vit kunnu gera til tess at verja heilan.
? Tað er so mangt sum kann virka fyribyrgjandi fyri heilan, sigur Pól Jákup Thomsen.
? Tað kann m. a. gerast so einfalt sum ikki at eta ov nógv feitt. Ella ikki at drekka ov nógv rúsdrekka ella nýta onnur rúsevni.
? Eisini tað at nýta súkkluhjálm er fyribyrgjandi fyri heilan, sigur Pól Jákup Thomsen