Skeivt at noyða menn at keypa kvotu

sigur Henrik Old, tingmaður, sum hevur sett John Petersen fyrispurning

Eirikur Lindenskov


Suðuroyartingmaðurin Henrik Old hevur seinastu tíðina fleiri ferðir funnist at John Petersen, fiskimálaráðharra, m. a. tí at hann framhaldandi býtir summum línubátum hálva íslandskvotu, tá hesir hava eins nógvar fiskidagar á Føroyaleiðini. Tí vil hann hava fiskimálaráðharran at svara sær hesum í einum fyrispurningi, hann hevur sett fram.

Henrik Old vil eisini hava landsstýrismannin at svara tveimum øðrum spurningum:

? Tá yvvir 1000 tons av íslandskvotuni í 1997 vóru ófiskað, tykist tað løgi, at nakrir bátar noyðast at keypa munandi kvotu frá øðrum fyri at kunna royna undir Íslandi, ikki minst tykist hetta órímuligt, tá hugsað verður um, at Føroya land í mong ár hevur fingið kvotu úr Íslandi, uttan at lata nakað ístaðin fyri. Kann landsstýrismaðurin vátta yvir fyri tinginum, at skip hava fingið íslandskvotu í 1998, sjálvt um hesi ikki tey seinastu fýra-fimm árini hava roynt undir Íslandi?, spyr tingmaðurin.

Tann triði spurningurin hjá Henriki Old er hesin:

? Fyri at sleppa undan, at 1.000 tons av íslandskvotuni aftur í ár verða ófiskað, kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bera so í bandi, at skip, sum hava hug at fiska undir Íslandi fáa íslandskvotu, uttan at noyðast at keypa frá teimum, ið hava fingið tillutað íslandskvotu, men ikki hava hug at fiska undir Íslandi?

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Henrik Old, at tað fiskidagaskipanin í 1996 varð samtykt í løgtinginum, varð samstundis víst á í álitinum til løgtingið frá vinnunevndini, at tá skip í somu bólkufingu ásettar eins nógvar fiskidagar, so var eisini rættast, at íslandskvotan varð býtt eins millum bátarnar í hesum bólkum. Men framhaldandi eru tað línubátarnir, sum bert fáa hálva íslandskvotu. Tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum, sigur Henrik Old.