Ansið eftir keppunum

Eins og undanfarin ár fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at lata næmingum, sum byrja í 1. flokki, keppar

Terji Nielsen


Sum vit hava umrøtt aðrastaðni í blaðnum, so fara 758 børn í aldrinum seks til sjey ár, í skúla fyri fyrstu ferð komandi mánadag.


Ikki øll kunnu fylgja børnunum

Soleiðis sum nútíðarsamfelagið er skipað, so er tað tíverri ikki so, at foreldrini ikki møguleika fyri at fylgja børnunum í skúla, hóast tey helst vildu fylgt børnunum heilt til skúladyrnar.

Tað eru sjálvsagt eisini børn, sum ikki vilja, at foreldrini skulu fylgja teimum, tí at tey eru jú byrjaði at ganga í skúla.


Litríkir keppar

Fyri at gera tað gjørligt hjá bilførarum at kenna nýggju skúlanæmingarnar aftur, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Mjólkarvirkið Búnaðarmanna útvegað øllum teimum 758 næmingunum ein kepp í nógvum litum, so at tey síggjast aftur í ferðsluni.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum verður gjørt fyri at leggja dent á teir heilt serligu trupulleikarnar, sum hesi smáu børn hava at dragast við, nú tey fara í skúla fyri fyrstu ferð.

Eisini verður gjørdur ein faldari, sum lýsir hesar trupulleikar. Faldarin er ætlaður bæði foreldrum og lærarum.


Bilførarar verið ansnir!

Tað er einki yvir at dylja, at tað eru mong foreldur kring alt landið, sum eru rættiliga ótrygg við at lata børn síni fara út í ferðsluna einsamøll, og tað er eisini væl skiljandi.

Øll vit, sum komandi vikurnar seta okkum inn í bilin og skunda okkum til dagsins verk, noyðast tí og hava skyldu til at verða sera ansin í ferðsluni og hava eyguni eftir teimum smáu børnunum við teimum litríku keppunum.