ella longu búgva uttanlands, er valið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í [...] Marknagili. Veruleikin um Skúladepilin Havnin er ikki bara fyri »havnarfólk«. Men landsins høvuðsstaður er fyri allar føroyingar, og skúladepilin í Marknagili er ikki ein íløga í miðstaðarøkið, men ein íløga [...] rumhvørvi er, eisini í okkara grannalondum. Sjálvur síggi eg møguleikar fyri, at Skúladepilin gerst ein fólksligur mentanardepil.« Eingin ivi kann vera um, at depilin útbúgvingarliga er eitt stórt
sum á einhvønn hátt noyðast at samstarva við teir? Tey næstu fýra árini "Eg vóni ikki tað er ov seint. Eg beri ótta fyri, at tað er" sigst Churchill hava sagt, tá ið hann tók við sum forsætisráðharri [...] fyri okkum, sum fólk. Vit hava helst yvirtikið okkurt málsøki reelt uttan at eg havi gáað so nógv um tað, men nakað stórvegis er ikki yvirtikið hesa stjórnartíðina. Gongdina í sambandi við vinnulig átøk verður [...] at hevur hann rópt út til sítt fólk, so bindir hetta hansara atferð. Her er ikki spurningur um lógir, reglur og annað hent. Her er spurningur um fólkið dugir at síggja samanhang millum orð og gerðir. Hvussu
Mín greiða meting er , at kommunulæknarnir í Føroyum og fakfelag teirra eru eftirbátar. At tann menning, sum øðrum líknandi feløgum hevur verið fyri seinastu árini, eitt nú í Danmark, er ikki hend í Føroyum [...] sjóndar, at EDV-verkætlanin hjá Heilsumálaráðnum minni enn so er liðug. Álvarsligur ivi er m.a um trygdina hjá sjúklinginum í hesi skipan. Tað er mín greiða fatan, at tann standardur fyri trygd, sum umboðini [...] dømi um maktarloysi okkara fari eg í hesum stubba at nevna talgildu EDV-skipanina, sum Heilsumálaráðið er farið undir at menna til ætlaða nýtslu í heilsuverkinum øllum. Havi uttan at vera EDV- kønur arbeitt
hvørt hann yvirhøvur hevði verið í New York um hetta mundið, sum innbrotið fór fram, og í øðrum lagi, at hann hevði verið noyddur at skotið Merrick í neyðverju, tí hesin hevði verið frá sær sjálvum og legði [...] sporleyst. Eingin sá í halaferðina á teimum aftur, og Rulloff hevði gjøgnum árini fleiri ymiskar frágreiðingar um, hvat var hent. Nógv ár seinni tóktist mest sannlíkt, at Rulloff hevði dripið konuna og dóttrina [...] Dexter. Rulloff læs og studeraði nógv og arbeiddi upp á eina vísindaliga ritgerð, og í øðrum pappírum heima hjá honum fann løgreglan navnið á hinum innbrotsmanninum, Albert Jarvis. Men tá nú Rulloff var einasti
týdningarmesta søgan, eg havi skrivað?. Landslagið, har henda søgan fer fram, og hennara evnisligi og ímyndaligi magnetur, er oyggin Eniwetok, ein koralloyggj, sum er partur av Marshalloyggjunum í Mikronesia [...] Baksýnið fyri hesi varsjón er sjálvsagt 20. aldar postnewtonska tíðarfatan, ið tók seg upp, tá Albert Michelson í 1881 vísti á, at ljósferðin úti í rúmdini er óbroytt hin sama, um hon er máld av einum [...] ? The Kindness of Women, 1991 ? er ein ævisøgulig skaldsøga, sum fevnir um tíðina frá barnaárunum í Shanghai og til fyrst í 80´árunum. Eitt høvuðsevni í hesi bókini er kvinnan, og mansina kynsligi tosti
lag út frálíku Móðurmálsorðabókina, sum er eitt ógvuliga hent amboð hjá skrivandi fólki og føroyingum annars. Bókin er síðani vorðin teldutøk, og av tí sama er tað vorðið lætt hjá fólki at sláa upp orð [...] á spyrja fólk eisini, um orðabókin er tøk til MAC. Og sjálvandi hevur tað stóran týdning, at tað er høgligt hjá fjølmiðlafólki at brúka eina móðurmálsorðabók. Tað er eitt sera gott hugskot at gera Móð [...] síggjast skelti, ið vísa, at parkeringsforboð er. Tað sýnist, at summi ikki virða hesi skelti - t.d í Kinabrekkuni og við Velbastaðvegin, ið sum kunnugt er Ringvegur. Har standa so at siga altíð bilar
veg Poul Klementsen staðfestir, at seinastu nógvu árini hevur gongdin verið tann, at studningurin til mjólkarbøndurnar er alsamt minkaður. - Í dag er studningurin einar 14-15 milliónir lægri enn hann var [...] tann, at tað er við at verða trot á landbúnaðarvørum og eg vænti ikki, at okkara grannalond fara at útflyta landbúnaðarvørurin, fyrrenn tørvurin hjá heimamarknaðinum er nøktaður. - - Tí er heldur ikki væntandi [...] landbúnað. - - Har er Grønlands eitt gott dømi. Vanlig drekkimjólk er næstan ikki til at fáa fatur á, og tá ið hon onkuntíð er at fáa, kostar hon einar 20 krónur liturin. Annars er næstan bara ”long Life”
seinastu árini hava vit verið vitni til óteljandi mál um sexuelt misbrúk av børnum í Føroyum. So nógv, at man av røttum øtast! Men tað, sum serliga ger seg galdandi her í Føroyum er eisini, at hetta er eitt [...] kynsliga misnýtslu av børnum. Sum við so mongum øðrum truplum málum er upplýsing vegurin fram. Fyrsta stigið er tikið við at tøgnin nú er brotin. Vit skulu læra børn okkara at siga frá, og vit skulu sjálvi [...] Fyrst fari eg at takk tykkum fyri at skipa fyri hesum tiltakinum. Tað er áhaldandi neyðugt at varpa ljós á hetta, fyri okkara samfelag, so sára mál. Einans soleiðis kunnu vit, bæði sum offur, familjur
Fyrstu vikurnar hevur kjakið tó ikki verið so umfatandi sum nógv høvdu væntað, men tó hava nakrar greinar og lesarabrøv verið at sæð í føroysku fjølmiðlunum. Tað er altíð gott við einum fjølbroyttum kjaki [...] Her eru nøkur dømi og viðmerkingar: - ?Tað er púra óneyðugt at koma við so drúgvari frágreiðing. Hatta átti alt at kunnað verið sagt á trimum til fýra síðum?. ?Eg veit longu nú, at har kemur onki nýtt undan [...] stinga seg upp, aftaná at ein hevur lisið Hvítubók er eisini eitt tekin um, at Hvítabók ikki bert er komin við svarið til nógvar spurningar, men eisini er komin við nýggjum ítøkjuligum upplýsingum. ? ?Vit
nógv er til av skarvi, er eisini ein spurningur um, hvussu nógv er til av æti. Hann sigur, at tað er rætt, at skarvurin er burtur nógva staðni, har hann hevur verið fyrr, eitt nú í Dímun. Men so er skarvur [...] at skarvurin í Føroyum er nógv minkaður í tali seinastu árini. Ein av teimum, sum ikki er í iva, er Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun. Hann sigur, at skarvur hevur altíð verið í Dímun. ? Fyri nøkrum [...] tað er ikki bara í Dímun, at skarvurin er minkaður í stórum. Sambært tí, hann frættir aðrastaðni frá, er standurin tann sami víða hvar. Men hann heldur, at tað er ikki so undarligt, at skarvurin er minkaður