TIT SPYRJA VIT SVARA

Pedagogurin: Vit hava ein 5 ára gamlan son í barnagarði í Havn. Okkum lystir at vita, hvør námsfrøðiliga hugsanin er um tað, at børnini "savnast" í ringi eina ella tvær ferðir um dagin, fast. Hetta var vanligt á øðrum stovni, sum eldri sonur okkara var á, men tíverri ikki á stovninum, ið yngri bróðurin nú er á. Vit halda tað vera spell!

Svar:

Sum eg skilji á spurningi tykkara so hava tit havt góðar royndir í barnagarðinum hjá eldra sonimum viðvíkjandi at samla børnini í ring. Ymiskt er, hvat ein pedagogur ella barnagarður leggur dent á í vanliga barnagarðsarbeiðnum, so er eisini, tá ið øll børnini eru saman eina løtu um dagin.

Tann námsfrøðiliga hugsanin kann vera, at børnini læra at fortelja og lurta eftir hvørjum øðrum. Tey læra spøl og sangir, sum so øll kunnu vera saman um. Nógv av mínum starvsfeløgum halda tað vera gott fyri barnið, at ein steðgur er í vanliga spælinum inni og úti og tí samla børnini saman í ring. Mínar royndir eru eisini, at tú styrkir samanhaldið millum børnini, samstundis sum tað einstaka barnið fær møguleika at gera.


Løgreglan


Eg varð steðgað við tunnilsmunnan í Kollafirði á veg til Havnar, tí eg koyrdi ov skjótt í bygdum øki. Politisturin, ið steðgaði mær, segði sum var, at eg hevði koyrt 72 km/t og eg tískil fór at fáa eina bót uppá 850 kr. Nakrar vikur seinni fái eg bótina sendandi við postinum og nú er bótin hækkað uppá 1150 kr. Eg ringdi tískil til fútaskrivstovuna og segði, at hetta mátti verða ein feilur frá teirra síðu. Men daman, sum eg fekk fatur á upplýsti mær, at her var als eingin feilur gjørdur, tí um tú koyrir 72 km/t í bygdum øki er bótin 1150 kr og ikki 850 kr. Hon segði so víðari, at tey fleiri ferðir høvdu sagt við politistarnar, at teir ikki skuldu upplýsa um upphæddina á bótini, tí tað høvdu teir ikki skil fyri. Mín spurningur er tískil, um tað kann verða rætt, at politistarnir, sum gera ferðkanningar, ikki hava skyldu til at vita júst hvussu stóra bót tú fært tá teir steðga tær?

Svar:

Politistarnir, sum gera ferðkanningar, hava ikki skyldu at vita ella upplýsa, hvussu stóra bót hvør einstakur fær. Tá ferðkanningarnar eru av, verður sektaruppskot skrivað. Hetta verður so sent víðari til Fútan til endaliga góðkenning og ásetan av bót. Tað, sum ofta kemur fyri er, at fólk spyrja, hvussu stóra bót tey fáa. Hartil er tað ymiskt, hvussu teir einstøku politistarnir svara. Summir siga seg ikki vita og aðrir siga eitt nøkulunda tal.


Sosialráðgevin


Eg eri ein einlig mamma við tveimum smábørnum, sum kundi hugsað mær at farið undir eina útbúgving í Føroyum, ella at fingið mær eitt lærupláss. Veruleikin er kortini tann, at eg havi ikki ráð, um eg bert fái útbúgvingarstuðul. Havi eg rætt til nakra veiting frá almannastovuni, so leingi eg eri undir útbúgving?

Svar:

Hesin spurningur er tengdur at so nógvum viðurskiftum, at tað er torført at svara, td. fíggjarstøða, íbúðarviðurskifti, slag av útbúgving ella slag av læruplássi. vm. Tað er møguleiki at fáa stuðul til endurbúgving, um so er, at treytirnar fyri stuðuli eru til staðar. Eg vil tí mæla viðkomandi til at venda sær til Almannastovuna (endurbúgvingardeildina) og fáa eitt prát við sosialráðgeva um, hvørjir møguleikar eru.


Djóralæknin


Sonur okkara ynskir sær so ein hund. Hvørki vit, foreldur hansara ella hann, hava nakrar royndir í at hava hund. Satt at siga ræðist eg nógvar hundar. Tí kundu vit hugsað okkum ein góðsligan hund, ein sum ikki goyr ov illa og er lættur at venja. Og hvat skulu vit serligan leggja okkum í geyma, tá ið vit fáa okkum hund?

Svar:

Tit skulu gera tykkum greitt, áðrenn tit fáa tykkum hund, at tað fer at krevja stórt tol, og at stórur partur av tykkara tíð eigur at fara til at vera um og venja hundin. Tá tit ikki hava havt hund fyrr haldi eg, at tit fyrst og fremst skuldu fingið tykkum til vega vitan um hundar og hundahald. Tað er ilt at siga, hvussu ein hundahvølpur fer at roynast, tá hann bert er 8 vikur gamal, men ráðini eru heldur at mett verður um, hvussu lyndið er bæði á tík og hundi, sum hvølpurin er undan. Hetta eigur at geva eina ábending um, hvussu hvølpurin verður, tá hann er vaksin. Er talan um hund av serligum slag - rasuhund, er umframt útsjóndin eisini lyndið á hundinum serstakt fyri hvørt hundaslag sær. Hetta vil siga, at serligir eginleikar fylgja einum hundaslagi. Til dømis verða hundar av pittbull terri slagi roknaðir fyri at vera serliga óðir, meðan labrador hundar eru góðsligir. Umhugsa tit at fáa tykkum ein rasuhund, og velja tit ein hund sum hóskar til tykkara, eru góðir møguleikar fyri at tit fáa ein hund, sum fer at roynast væl og at tit fáa gleði av honum. Tað sum umframt alt annað hevur týdning er tó, at tit hava umstøður, at tit geva tykkum tíð til at hava hund, og at hann verður rætt vandur. Nógv av skrivligum tilfari er til taks um hundar og ein gongd leið var, at tit spurdu tykkum fyri á bókasavninum.


Læknin


Hví njósa vit, er tað tekin ella symptom uppá nakað?

Svar:

At njósa; eitt nos ella fros ella froys. At njósa er ein refleks (afturbragd) ? ein sokallað verjurefleks. Kenslusamir nervaendar liggja ímillum kyknurnar í nasarovuni, og verða teir stimuleraðir nóg mikið, senda teir impulsir inn til hámønuna (medulla oblongata), har eitt njósicentur liggur. Hetta centrið hevur nervasamband útaftur til nøs, eygu og vøddarnar, sum stýra andadráttin.

Tá tú njósar, hendir fylgjandi: tú kanst ikki standa ímóti einum sterkum tørvi at anda djúpt inn og fyllir lunguni við luft. Samstundis økist blóðrenslið til rovuna í nøs og viðhvørt eisini eygu, soleiðis at ein kennir seg ?typtan í nøsini?. Í næstu løtu draga allir útandingarvøddarnir seg saman so skjótt og við eini slíkari megi, at luftin í lungu, ovari andleið, nøs og munni verður so at siga eksplosivt skotin út, og bakteriur, støv, partiklar og slím fylgja við. Rovan í nøsini og munnholuni verður á henda hátt reinsað. Hetta er uttan iva endamálið við nosinum.

Eini 25% av okkum njósa, um vit koma í sterkt ljós, sum t.d. tá sólin knappliga skínur ígjøgnum skýggini ein gráan várdag. Granskarar meina, tað er tí, at refleksbogin í tí vælkendu pupilrefleksini liggur so tætt upp at njósirefleksboganum, at tað hjá hesum fólkunum hendir ein yvirleiðing millum bogarnar inni í mønuni (skammlop). Hetta fyribrigdið verður á fakmáli populert kallað ACHOO-syndromið. Ein kann ímynda sær, at flogskiparar við hesum ?veikleika? ikki altíð hava tað so lætt. Teirra arbeiði er jú ein stóran part omanfyri skýggini, har sólin um dagin altíð sær!

Hvør njósar og av hvørjum? Jú, serliga tey, ið hava krím og allergi. Útloysandi stimulus er bakteriur, virus, ymisk allergen (pollen, soppur) og vanligt dust. Øll munnu kennast við og minnast aftur á onkrar njósitúrar, sum t.d. tá mamman bankaði teppi á snóratrænum ella úti á altanuni, og tú stóðst soleiðis fyri, at dustfylta lotið bar á teg.


Málfrøðingurin


Eitt handbóltsfelag á Skálafjørðinum eitur Tjaldur. Útvarpið tykist hava rættiliga stórar trupulleikar av orðinum; við hvørt verður orðið bent, men oftast ikki. Hvat er tað rætta?

Svar:

Vit plaga at býta navnorð í tveir flokkar, felagsnøvn og sernøvn. Sernøvn eru t.d. fólkanøvn, bygdarnøvn, skipanøvn, nøvn á feløgum, stovnum, fyritøkum o. s. fr. Felagsnøvn eru øll onnur navnorð, t.e. orð sum fiskur, fólk, sjógvur, hús o. s. fr. Sernøvn eru sostatt tað, vit í vanligari talu kalla nøvn, meðan vit kundu nevnt felagsnøvn vanlig navnorð, og tey heitini fara vit at brúka her.

Nøvn eiga at bendast sum onnur orð í málinum. Kortini er tað ein sannroynd, sum nevnt í spurninginum, at hetta ikki altíð verður gjørt. Í sambandi við fólkanøvn eru tað serliga sterkt bend nøvn, sum ikki verða bend. Tað er vanligt at hoyra og síggja eitt nú hjá Ólavur, hjá Katrin og við hvørt eisini hjá Malan. Fyrisetingin hjá stýrir altíð hvørjumfalli, og eftir reglunum átti tað tí at verið hjá Ólavi, hjá Katrini og hjá Maluni. Veikt bend fólkanøvn verða hinvegin vanliga altíð bend. Eitt nú høvdu fá ivast í, at tað eitur hjá Óla og hjá Ragnu - neyvan nakar hevði sagt ella skrivað hjá Óli ella hjá Ragna.

Tað er vanligt at nevna feløg, skip, fyritøkur og mangt annað eftir vanligum navnorðum, og tá hava vit við hvørt lyndi til at lata orðini vera óbend, hóast orðini annars altíð verða bend. Eitt kent dømi er tíðindasendingin í Sjónvarpinum, Dagur og vika. Eingin hevði sagt t.d. Tíðliga á dagur ella Tað hendi seinastu vika; vit høvdu sjálvandi sagt Tíðliga á degi og Tað hendi seinastu viku. Kortini er vanligt, tá ið tosað verður um eitthvørt, sum er hent, at sagt verður okkurt sum Tað var í Dagur og vika í gjárkvøldið, heldur enn Tað var í Degi og viku í gjárkvøldið, sum mállæran ásetur, og sum eisini skuldi verið tað natúrliga. Vanlig navnorð eiga sostatt at bendast, eisini tá ið tey verða brúkt sum nøvn.

Tað er sjálvandi eisini galdandi fyri handbóltsfelagið Tjaldur. Eingin hevði t. d. ivast í, at tað eitur Reiðrið hjá einum tjaldri, ikki Reiðrið hjá einum tjaldur. Tí er tað eisini øvut at siga Neistin spælir móti Tjaldur; tað eigur sjálvandi at vera Neistin spælir móti Tjaldri.

Tá ið nøvn eru óbundin, er eisini rættast at handfara tey sum óbundin í hvønn- og hvørjumfalli eins væl og í hvørfalli, og eru nøvn bundin, eiga hvønn- og hvørjumfall eisini at vera bundin. Tey, sum stovnaðu handbóltsfelagið Tjaldur, valdu at hava navnið óbundið. Tí er tað eitt sindur óheppið, tá ið sagt verður eitt nú VÍF vann á Tjaldrinum; tað hevði hóskað betur at sagt VÍF vann á Tjaldri. Í Runavík hava tey eisini ein kappróðrarbát, sum eitur eftir sama fugli, men tá er navnið bundið, t.e. Tjaldrið. Vit kunnu sostatt siga eitt nú Hann spælir við Tjaldri, men Hann rør við Tjaldrinum.


Lestrarvegleiðarin


Um ein ætlar sær at lesa uttan fyri norðurlond, so fær man upp til 60.000 kr. frá Stuðulstovninum. Hetta er deiligt, men hesin peningur er tó mangan ov lítil til at dekka skúlagjaldið, sum í mínum føri er knappar 80.000 kr. Eg veit, at man fær bjóðað lán til restina av skúlagjaldinum, men veitst tú, um tað er upp á tal, at alt skúlagjaldið verður goldið soleiðis, at man fer uttan um norðurlond at lesa við somu umstøðum sum í norðurlondum?

Svar:

Eg havi einki hoyrt um, at skúlagjald, sum fer upp um 60.0000 kr, fer at verða goldið í framtíðini, um ein ætlar sær at lesa uttan fyri norðurlond. Ein kann læna restina av upphæddini frá Stuðulsstovninum, sum tú nevnir. Um hetta ikki er ynskiligt, kann eg mæla til, at ein útbúgvingarstovnur verður valdur, har skúlagjaldið liggur undir 60.000 kr. Annars kann eg nevna altjóða skrivstovuna, sum nú er sett á stovn, og sum væntandi fer at gera nógv viðurskifti lættari, tá fólk ætla sær út um norðurlond at lesa.


Sálarfrøðingurin

Hvønn týdning heldur sálarfrøðingurin religión - trúgv - kann hava fyri fólk, sum hava mist ein av sínum næstu?

Svar:

Trúgv hevur stóran týdning fyri okkum sum menniskju, ikki bara tá ið á stendur, t.d. tá ið vit missa onkran, ella kanska eru um at missa okkum sjálvi burtur. Serliga hugsi eg um tann stuðul vit kunnu fáa við m.a. teimum ritualum, ið eru í samband við deyða og jarðarferðir. Men við trúgv hugsi eg í hesum føri ikki bert um trúgv, ið er knýtt at einari ávísar religiøsari sannføring. Trúgv sum sálarfrøðiligt fyribrigdi er tekin um eina sannføring um ávís virði av meiri eksistentiellum slagi, t.d. grundað á eitt grundleggjandi álit á seg sjálvan og onnur, og eisini á ein ávísan samanhang og meining í tilveruni. Tann uggi ein prestur kann vera við til at geva, við at vísa til at tann deyði er komin heim til Harran, kann eisini fáast við at vita, at tann deyði gerst liður í eini lívfrøðiligum rensli. Deyðin gevur lív til blómur og annan vøkstur, ið vit einaferð kunnu gleðast um - hóast sorgina og saknin. Heild og samanhangur og kenslan av meining hevur við okkum sjálvi at gera. Tá vit missa ein, ið stendur okkum nær, gerast vit var við, at eisini vit skulu doyggja, og tað er ein stór avbjóðing. So ein góð sjálvskensla er av stórum týdningi fyri viðgerð av sorgini, ið kemur, tá vit siga farvæl. Trúgv í hesari merking, og sum eyðkenni við religiøsari sannføring er heilsubót. Men vit kunnu eisini hugsa okkum tað øvugtu støðuna, at trúgv er forðan fyri at vit fáa syrgt og minst til tey, vit hava mist. Tað hendir í teimum førum, tá ið sorgin og saknurin hjá fólki ikki fáa loyvi at vera teirra egni, men verður tvingaður inn í ein samanhang og eina fatan, ið ikki skilir tann og tey, ið hava mist, men heldur vísir teimum syrgjandi vantandi virðing.


Løgfrøðingurin:

Tá ið val er til hagastýrið er tann lóg galdandi, at tveir teir fyrstu limirnir verða valdir eftir eigaratalinum. Tað er nóg greitt. Tann triði limurin skal veljast eftir teimum, sum eru á fundi. Hvørji eru tey í grundini, sum kunnu velja. Um so er, at pápi mín eigur eitt matr nr., og vit eru fimm systkin og øll møta upp. Hava vit so fimm atkvøður, ella hava vit bert eina atkvøðu?


Um so er, at felagshagi hevur meiri enn fimm eigarar, skal hagastýri veljast. Tað skal antin hava tríggjar ella fimm nevndarlimir. Er avgjørt at hava tríggjar nevndarlimir, skulu tveir veljast eftir markatalinum, ið merkir, at atkvøðurætturin hjá hvørjum eigara er í mun til, hvussu nógv viðkomandi eigur í felagshaganum.

Triði nevndarlimurin verður valdur av eigarunum, har hvør eigari hevur 1 atkvøðu uttan mun til, hvussu nógv viðkomandi eigur í felagshaganum.

Um so er, at pápi tygara er eigari av einum matr.nr., so hevur hann 1 atkvøðu, hóast tit 5 systkini møta upp hansara vegna. Í hesum føri hava tit systkini bert 1 atkvøðu tilsamans.

Viðmerkjast kann, at um so er, at pápi tygara ikki er eigari av einum matr. nr., t.d. tí at tit fimm systkini frá honum hvør hava fingið ein fimtapart av hansara matr. nr., so hava tit 5 atkvøður, vísandi til, at tit tá eru 5 eigarar.