Rigmor Dam: Sexuelt misbrúk av børnum er øðrvísi enn onnur lógarbrot

Fyrst fari eg at takk tykkum fyri at skipa fyri hesum tiltakinum. Tað er áhaldandi neyðugt at varpa ljós á hetta, fyri okkara samfelag, so sára mál.

 

Einans soleiðis kunnu vit, bæði sum offur, familjur og land koma víðari.

 

Tit eru djørv at prika hol á eitt so eymt mál sum seksuelt misbrúk av børnum. Tað krevur dirvi at vera djørv, og prísurin kann gerast høgur.

 

Tíbetur standa nógv fólk saman um málið, so persónligi prísurin ikki verður ov høgur fyri hin einstaka. Her mugu vit standa saman sum fólk.

 

Lat meg leggja fyri við at vísa á, at vit í løgtinginum samstarva tvørtur um floksmørk við teimum tiltøkum, sum eru í umbúnað – líka frá broytingum viðvíkjandi fráboðanarskylduni í barnaverndarlógini til at seta á stovn Barnahús og at seta í verk heildarætlan fyri kynsliga misnýtslu av børnum, sum Annika Olsen greiddi frá í síni røðu. Hetta evnið er ov týdningarmikið til flokspolitiskt agg og sjálvprofilering.

 

 

Siðilig og saklig!

Ein hin fremsta avbjóðingin er at fara siðiliga og sakliga til verka, so stríðið móti sexuellum misbrúki av børnum fær eina so breiða undirtøku sum til ber.

 

Vit mugu fyri alt í verðini sleppa undan eini heksajakt, har ósek verða hongd út. Vit hava upplivað tað her heima, og man upplivdi í eitt nú USA, har óteljandi ósek fólk, fólk - foreldur, ommur og abbar - vórðu handtikin og dømd, tá hol kom á búldina har yviri fyrst í 80’unum.

 

So nú er at standa saman, halda høvdið kalt og hjartað heitt.

 

Tí seinastu árini hava vit verið vitni til óteljandi mál um sexuelt misbrúk av børnum í Føroyum. So nógv, at man av røttum øtast!

 

Men tað, sum serliga ger seg galdandi her í Føroyum er eisini, at hetta er eitt evni, sum til allar tíðir hevur verið dult sum mannsmorð, eitt tabu, sum hol nú er komið á.

 

Eins og katólska kirkjan, har beinagrindirnar nú rapla úr skápunum, vóru Føroyar fyri fáum áru síðan eitt siðbundið og mansdominerað samfelag, har bleytu virðini, kenslur, sexualitetur, kvinnuvirði og barnavælferð komu í aðru røð, meðan “roysni og brøgd at gera, teimum á hjarta lá”.

 

Har var ikki lukkuligt at fortelja tað, um tú hevði verið fyri kynsligari misnýtslu, tí tá rykkir tú teppið undan øllum - ja, tú skuldi skammað teg at tosa soleiðis um vaksin fólk, nú vit akra høvdu tað so gott!

 

Í dag er evnið fyrningarfreistin, sum Turið Debes Hentze greiddi frá um í áni.

 

Eg skilji væl, at vit hava fyrningarfreistir í rættarskipanini. Hetta snýr seg um rættartrygd, um orsøkirnar til, at vit revsa fólk, og at tað kann verða ómetaliga torført at prógva eitt brotsverk, sum árni líða, og tí verður tað orð móti orði. Fólk verða tíbetur ikki dømd eina út frá eini vitnisfrágreiðing einans í okkara parti av heiminum.

 

Eisini hevur atlitið til offrið vigað tungt í mun til hetta við at koma víðari í lívinum. Also, at man ynskir at verja fólk ímóti at brúka óneyðuga nógva orku til at spekulera upp á at melda eitt mál, sum í flestu førum ikki kann prógvast, og tí mest sannlíkt fellir burtur.

 

Øðrvísi her!

Men her haldi eg tó, at mál sum seksuelt misbrúk av børnum er øðrvísi enn onnur lógarbrot, og meti tí, at vit eiga at hyggja upp á fyrningarfreistina í sambandi við heildarætlanina um kynsliga misnýtslu av børnum.

 

Her er tann sálarligi parturin, at børnini ofta eru kensluliga bundin av misbrúkaranum, og at børn ofta fortrongja tað ræðuliga fyri at yvirliva, og at tað so kemur fram aftur fleiri ár seinni, ella tá tey sjálvi gerast foreldur.

 

Her er tað mentanarliga, sum merkir, at hesi mál skaða bæði tann seka, familjurnar, bygdina, samkomuna – ja, tað samlaðu heimsmyndina av einum tryggum og kerligum umhvørvi, sum vit so gjarna vilja varðveita. Og tí eru hetta mál, sum eru serliga torfør at fara til løgregluna við.

 

Her er skommin, sum merkir, at nógv børn og ung halda seg vera viðsek í brotsgerðunum. Tey skammast kanska av at tey ikki steðgaðu misbrúkinum, ella av, at tey vóru við upp á tað.

 

Her er familjustøðan sum ger, at offrini ofta rakna við, tá tey sjálvi gerast foreldur, og vilja verja síni egnu børn móti einum misbrúkara í familjuni, og tí meta tey, at tíðin nú er búgvin at avdúka og melda viðkomandi, fyri at steðga misbrúkinum í familjuni.

 

Og her er tíðarrákið, sum merkir, at fólk hvønn einasta dag verða meira upplýst um, at seksuelt misbrúk av børnum er ikki í lagi, og at til ber at fáa hjálp at koma víðari, eitt nú gjøgnum KRIS.

 

Hetta merkir eisini, at mong vaksin fólk í dag liva við djúpum, ólekjandi sárum, í mongum førum í útlegd, tí tað hevur kostað so nógv at vera offur fyri misbrúki. Bæði í mun til tilknýti til arbeiðsmarknaðin, partnarar, børn, heilsustøðu og vandanum fyri rúsmisnýtslu.

 

Tað kann vera torført at koma víðari í lívinum, um eitt menniskja ikki fær tikið málið um kynsliga misnýtslu upp – kanska saman við øðrum offrum fyri sama gerningsmanni. Bæði fyri at forða fyri endurtøkum og fyri at fáa uppreisn.

 

So samanumtikið ber til at siga, at okkurt talar fyri, at brotsverk, sum snúgva seg um seksuelt misbrúk av børnum eiga at verða mett øðrvísi enn onnur brotsverk her í Føroyum. Tí eiga vit avgjørt at hyggja upp á hetta økið, nú farið verður undir at gera eina heildarætlan um kynsliga misnýtslu av børnum.

 

Sum við so mongum øðrum truplum málum er upplýsing vegurin fram. Fyrsta stigið er tikið við at tøgnin nú er brotin. Vit skulu læra børn okkara at siga frá, og vit skulu sjálvi gerast betri til at boða frá, um vit gerast varug við, at eitthvørt ikki ruggar rætt hjá einum barni. Vit skulu venja okkum við at seta orð á kenslur og læra børnini at seta mørk, so ongin vaksin sleppur at gera seg inn á tey. Eisini skulu vit bjóða vaksnum við seinárinum betri sálarfrøðilig tilboð.

 

Her hava vit øll eina ábyrgd, sum vit, við at fara skynsamt, sakliga og siðiliga til verka, kunnu vera við at lyfta í felag.

 

Fyrningarfreistin er ikki galdandi fyri dráp, men fyri kynsliga misnýtslu.

 

Tá tú ger teg kynsliga inn á eitt barn, sløkkir tú lívsneystan í eygunum á barninum.

 

Tú rænir tað óspilta og álitisvekjandi í sinninum á barninum.

 

Tú plantar ótta og vónloysi í hugaheimin á barninum.  

 

So tað kann væl vera, at tú ikki tekur lívið av barninum - tú fert fetið víðari, og frátekur barninum tað dýrabarasta av øllum: Rættin at liva!