- Við hesari gongdini, verður ongin føroysk mjólk at fáa um nøkur heilt fá ár.
Tað staðfestir Poul Klementsen, nevndarformaður í Meginfelag Búnaðarmanna, MBM.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at hann er kortini so mikið bjartskygdur, at hann ivast ikki í, at landsins myndugleikar fara at vakna og at teir taka tey neyðugu stigini so, at føroysk framleiðsla av mjólk ikki dettur niðurfyri.
Men hann ásannar, at tað sær ikki gott út.
Og hevur tað heldur ikki gjørt í nógv ár, skoytir hann upp í.
- Støðan stendur við og versnar og nú er støðan hjá bøndrunum tann, at teir fáa tað ikki at bera til.
- Avleiðingin er, at teir hava ikki ráð at halda fjósini og enn minni ráð til at byggja nýtt.
- Fjósini eru rættiliga illa farin, men tað er ikki hugsingur um hjá bøndrunum at endurreisa tey aftur. Og tað gongur sjálvandi ikki í longdini, tí so heldur alt upp at av sær sjálvum.
Hvør sín veg
Poul Klementsen staðfestir, at seinastu nógvu árini hevur gongdin verið tann, at studningurin til mjólkarbøndurnar er alsamt minkaður.
- Í dag er studningurin einar 14-15 milliónir lægri enn hann var fyri einum 15 árum síðani.
Men samstundis eru útreiðslurnar alsamt hækkaðar.
- Sostatt ganga studningur og prísir hvør sín veg, so tað sær ikki gott út.
- Sum støðan er nú, er mjólkarprísurin afturúrsigldur, tá ið hugsað verður um prísin á matvørum annars, men serliga tá ið hugsað verður um prísin á olju, streymi, fóðuri og øðrum vørum og tænastum, sum krevjast fyri at hava mjólkarvirki, mjólkneyt og fjós.
- Vit hava gjørt okkara ítarsta fyri at halda prísinum niðri, tó at prísurin er hækkaður eitt sindur, tá ið oljan og fóður eru dýrkað.
- Hinvegin slepst ikki uttan um, at upp á seg fær bóndin nógv minni mjólkina í dag, enn hann fekk fyri nøkrum fáum árum síðani.
Poul Klementsen sigur, at skuldi ein bóndi fingið tað sama fyri mjólkina í dag, sum hann fekk fyri nøkrum fáum árum síðani, skuldi prísurin verið einar tvær krónur hægri fyri liturin.
- Fyri nøkrum árum síðani hoyrdu vit nógv um, at mjólkin í Føroyum var so dýr, at foreldur keyptu heldur børnunum sodavatn, tí tað var so nógv bíligari.
- Tað hoyra vit onki um longur, nú sodavatnið er tvær ferðir so dýrt, sum mjólkin, heldur hann fyri.
Hann staðfestir eisini, at næstan hvørja einastu ferð, samgongan leggur fíggjarlóg fyri Løgtingið, hevur ætlanin verið at lækka studningin til føroyska mjólk.
- Tað er rættiliga ørkymlandi, at vit hvørt ár noyðast at brúka so nógva orku upp á at greiða frá, hví studningurin ikki má lækka. Heldur áttu vit at brúktu orkuna upp á at greitt frá, hví studningurin eigur at hækka so at vit fáa tryggja okkara børnum og fólkinum annars, bíligari mjólk.
Tora ikki
Nevndarformaðurin í Meginfelag Búnaðarmanna staðfestir, at hetta afturvendandi kjakið um at lækka studningin forðar eisini bøndrum í at gera íløgur.
- Ongin torir nakað sum helst, tí bøndurnir hætta sær ikki at gera íløgur í at endurreisa fjós, tí vandin lúrir alla tíðina fyri, at studningurin fer at lækka, ella enntá verður avtikin, nær tað skal vera.
- Høvdu vit ístaðin fingið eina politiska avtalu um, at lagt studningin í eina fasta legu hesi næstu 10 árini, vistu bøndurnir tað og tað kundi kanska eggja teimum, sum annars hava ráð til tað, at gjørt onkrar íløgur at endurreisa fjósini.
- Hetta hoyrir ongastaðni heima, sigur Poul Klementsen.
Og sum støðan er nú, hongur ikki saman hjá bøndrunum, sigur hann.
- Vit kunnu avtaka studningin í dag og so verða øll mjólkneytini dripin í morgin. Men vit kunnu varðveita studningin, sum hann er nú og so fánar mjólkarframleiðslan burtur spakiliga, so hvørt sum bóndi eftir bónda geva skarvin yvir.
Stórt spell
- Tá ið Mjólkarvirkið Búnaðarmanna varð stovnað, var endamálið at vit skulu vera sjálvbjargin við mjólk og mjólkarúrdráttum.
- Tað staðfestir Poul Klementsen, nevndarformaður í Meginfelag Búnaðarmanna.
- - Verður alt knúsað niður aftur eftir góð 30 ár, haldi eg, at tað hevði verið spell, leggur hann afturat.
- Hann sipar til hina greinina, har hann heldur, at útlitini fyri føroyskari mjólk í framtíðini eru døpur.
- Men er nakað í vegin fyri, at innflyta mjólk til Føroya úr Danmark ella Íslandi, har hon er væl bíligari.
- - Sum so er onki í vegin fyri tí og tann mjólkin hevði neyvan verið dýrari at keypt í Føroyum, hóast tú leggur flutningskostnaðin afturat, sigur Poul Klementsen
- - Hinvegin hevði hon neyvan heldur verið stórt bíligari, leggur hann afturat.
- Men hann reisir kortini tveir avgerðandi spurningar í hesum sambandi.
- Eitt er leveringstrygdin.
- - Hvat gera vit, tá ið farmaskipið er seinkað av óveðri, tekniskum trupulleikum, verkfalli, ella hvørjum, tað skal vera, spyr Poul Klementsen?
- - Skal tað so ikki bera til at fáa ein mjólkardropa í landinum í dagavís, spyr hann aftur.
- Men tað veldst eisini um, hvat myndugleikarnir vilja.
- - Tá ið Mjólkarvirkið Búnaðarmanna varð stovnað, var tí, at tað var eitt politiskt mál, at vit skuldu vera sjálvbjargin við mjólk og tað eru vit nú blivin.
- - Verður alt knúsað niður aftur eftir góð 30 ár, haldi eg, at tað hevði verið spell.
- Annars kann ongin nokta nøkrum at innflyta mjólk og tað koma smærri nøgdir av útlendskari mjólk til landið hvørja viku.
- - Støðan í okkara grannalondum er eisini tann, at tað er við at verða trot á landbúnaðarvørum og eg vænti ikki, at okkara grannalond fara at útflyta landbúnaðarvørurin, fyrrenn tørvurin hjá heimamarknaðinum er nøktaður.
- - Tí er heldur ikki væntandi, at landbúnaðarvørur verða verandi so bíligar, sum tær eru nú, serliga ikki hjá londum, sum ikki hava sín egna landbúnað.
- - Har er Grønlands eitt gott dømi. Vanlig drekkimjólk er næstan ikki til at fáa fatur á, og tá ið hon onkuntíð er at fáa, kostar hon einar 20 krónur liturin. Annars er næstan bara ”long Life” mjólk at fáa.
-
- Stuðul til fólkið
- Men føroyska mjólkin er dýr og fær nógvan studning. Hví halda lív í eini vinnu, sum ikki klárar seg uttan at fáa studning? Og hví halda lív í eini føroyskari vøru, sum er tvær ferðir so dýr, sum tann danska ella íslendska?
- - Studningurin er ein studningurin til forbrúkaran burtur av so at fólkið kann fáa mjólkina bíligari enn hon annars hevði verið.
- - Einasta orsøk til, at mjólkin í okkara grannalondum er so nógv bíligari er tí at studningurin er nógv hægri.
- - Tað er onki land í heiminum, sum ikki veitir landbúnaðinum nógvan studning, so støðan í Føroyum er als ikki eindømi. Tvørtur ímóti er studningurin til føroyska landbúnaðin nógv lægri enn studningurin er til landbúnaðin í okkara grannalondum.
- Poul Klementsen staðfestir kortini, at við tú veðurlagi, vit hava, er tað eisini nógv bíligari at hava neyt og at útvega fóður í okkara grannalondum.
- Poul Klementsen sigur, at fyri størsta partin er prísurin av mjólk bundin at viðurskiftum, tey í Mjólkavirki búnaðarmanna, bøndurnir vit føroyingar, sum heilt, einki fáa gjørt við.
- Hann hugsar um prísin á olju og kraftfóðuri.
- Í løtuni er stóri spurningurin, hvønn veg prísurin fer. Verður oljan bíligari, ávirkar tað beinanvegin prísin á kraftfóðuri og tað kann eisini ávirka prísin á streymi og so verður mjólkin bíligari at framleiða.
- - Men vit eru eisini í teirri støðu, at stórir kornbóndur úti í heimi hava varnast, at teir fáa meiri burtur úr at velta korn til brennievni enn til mjøl og kraftfóður.
- - Sostatt minkar framleiðslan av mjøli og kraftfóðuri og tað ávirkar prísin, sigur Poul Klementsen.
Færri garðar og meiri mjólk
Annars er gongdin tann, at í 1989 vóru heilir 98 garðar, sum tilsamans lótu 5.450.988 litrar av mjólk, men í fjør eru garðarnir bara 28 í tali, men teir lata nógv meiri mjólk, tilsamans 7.393.296 litrar.
Sostatt er gongdin tann, at garðarnir verða nógv færri og størri, men hvør kúgvin mjólkar eisini munandi meir.
Í dag eru eini 950 mjólkneyt í landinum.
7.782
Litrar
Í dag eru í miðal sløk 34 mjólkneyt í hvørjum fjósi og tær mjólkaðu tilsamans 7.393.296 litrar av mjólk.
Hvør kúgv mjólkar sostatt 7.782 litrar um árið og í miðal gevur tað 264.046 litrar av mjólk av hvørjum garði.
Hvør kúgva mjólkar nú munandi meiri enn fyrr. Fyrr mjólkaði ein kúgv kanska 2000-3000 litrar um árið, so í dag mjólkar hon kanska tríggjar ferðir so nógv.
Gongdin hevur heilt leingi verið tann, at garðarnir verða færri, men størri, og at alsamt meiri mjólk fæst undan hvørjari kúgv.
Fyri 40 árum síðani vóru bara 3,3 kýr í miðal á hvørjum garði og tá vóru eisini 152 garðar í landinum við mjólkneytum.