Signar Heinesen
Tann avgerandi spurningurin, sum veljarin kann seta eini samgongu eftir 6 árum er, hvørji mál hon rakk samanborið við tey mál, sum sett vóru. Aðalsetningurin, sum fráfarna samgonga setti sær, var at veita føroyingum størri tjóðarfrælsi. Høvuðspartarnir í hesum frælsi helt eg meg skilja soleiðis, at Føroyar skuldu gerast formliga frælsari og Føroyar skuldu gerast búskaparliga sjálvbjargin við øktum vinnuligum átøkum.
Gongdina í sambandi við formliga frælsi kenna vit øll - og fleiri okkara halda helst, at henda gongd var eyðmýkjandi fyri okkum, sum fólk. Vit hava helst yvirtikið okkurt málsøki reelt uttan at eg havi gáað so nógv um tað, men nakað stórvegis er ikki yvirtikið hesa stjórnartíðina. Gongdina í sambandi við vinnulig átøk verður tosað minni um. Havandi í huga, at eingi verulig framstig eru gjørd á nøkrum vinnuligum øki, eru kreppurnar í rækjuvinnuni, alivinnuni, flakavinnuni og kreppan hjá einum parti av heimafiskiflotanum, sera álvarsamar.
Formliga hava vit yvirtikið stór øki, sum svara til ein niðurskurð í blokkstuðlinum uppá hálvtfjórðahundrað milliónir kr. árliga, men hetta er eitt fíggjarmál burturav, tí í praksis er ikki hend stórvegis broyting. Hóast fíggjarmálini vóru undir stórum trýsti við met avlopum í fleiri ár, so munnu flestu fólk hava virðing fyri tí praktiska politikkinum á tí økinum, eisini um fólk í dag eru heldur ørkymlaði um gongdina í løtuni. Hitt málsøkið, sum helst fær væl minni umrøðu millum manna, men sum neyvan heldur er at forsmáa, er oljuleitingin á Føroyaøkinum. Haldi meg skilja bæði á vinnu og fólki annars, at virðing hevur staðið um hetta málsøki.
Stýrisamboðini
Hvussu kann tað bera til, at ein samgonga setir sær so høg mál, men røkkur so stutt? Og hvat var tað, sum gjørdi munin millum tey øki, har mál vóru rokkin og har tey ikki vóru rokkin?
Haldi meg hava lisið fleiri onnur, sum hava gjørt viðmerkingar til fráfarna landsstýrið, at tey halda, at samgongan misti megina, tá ið fólkaatkvøðan um føroyskt fullveldi varð avlýst. Sjálvur eri eg als ikki samdur við teimum. Tey avgerandi mistøkini vóru eftir míni fatan gjørd frá fyrstu mánaðunum við valdinum.
Ein politisk samgonga hevur bert trý amboð at røkka sínum málum við. Tað eina amboðið er fígging og spælireglur (lógir, kunngerðir o.t.). Annað amboðið er at geva ítøkiligum persónum mandat at røkka pørtum av málunum. Triðja amboðið eru tey virði, sum stungin verða út í kortið og sum fólk bæði í almennari tænastu og úti í vinnuni hava at styðja seg við. Stutt sagt, hevur politikarin virði, persónar og fígging at røkka felags málum við - í hesi raðfesting. Vit kunnu nevna hetta stýrisamboðini.
Partar av hesum stýrisamboðum eru skipað í stýrisskipan og øðrum meira ella minni fastløstum skipanum, men tann størsti parturin av hesum stýrisamboðum liggja í hondunum á løgmanni, sum letur tey í hendurnar á sínum landsstýrismonnum. Hetta er grundsjónarmiðið í nýggju stýrisskipanini.
Eftir míni meting gjørdi sjálvstýrissamgongan 1998-2003 eitt avgerandi mistak fyri og annað eftir í sambandi við útinningina av sínum valdi. Samgongan stakk kósina út í kortið og megnaði eisini at geva ein íblástur í hjørtum føroyinga, men hon megnaði ikki at brúka sítt vald til tess at røkka teim felags málum, sum hon frá sínum valdsstóli átti at sæð lá í einum stórum meiriluta av Føroya fólki. Tí rakk seinasta samgonga so stutt.
Virðini
Virði er tann parturin av lívi okkara, sum hevur so stóran týdning, at mammon stendur aftanfyri. Har tú hevur eitt virði ber ikki til at keypa teg, hvørki við peningi, makt ella øðrum.
Tá ið Churchill stýrdi bretum ígjøgnum annan heimsbardaga, var høvuðsamboð hansara virðini. Kanónir, skip og flogfør skuldu til, men tað hevði týskurin eisini. Tað, sum gjørdi munin vóru virðini og tað vistu bretar. Tí var tann tænastan, sum tók sær av at ?avlesa?, hvussu stóð til hjá vanliga bretanum eins týðandi fyri "The War Cabinet" og fregnartænastan.
Her á klettunum er tað serliga løgmaður, sum kann geva íblástur og skapa eina motivatión og hug til framdrift í samfelagnum. Hann kann seta mál, rópa tey út til borgaran, til vinnuna, til tann alment setta, til mammuna, til pápan, til okkum øll. Men løgmaður skal vita, at hevur hann rópt út til sítt fólk, so bindir hetta hansara atferð. Her er ikki spurningur um lógir, reglur og annað hent. Her er spurningur um fólkið dugir at síggja samanhang millum orð og gerðir. Hvussu upplivir tann einstaki medarbeiðarin á einum almennum stovni sítt arbeiðsumhvørvi? Hvussu upplivir ein borgari tænastuna hjá tí almenna? Hvussu upplivir arbeiðsgevarin tiltøk frá almennari síðu? Upplivi eg tað, sum ein landsstýrismaður sigur, sum tað reina møsn ella eru tað orð, vigaði á gullvekt?
Persónarnir
Landsstýrismaðurin kann eisini geva ítøkiligum persónum eitt ítøkiligt mandat at røkka teim málum, sum sett verða. Hesin parturin av stýrisamboðunum hevur tvinnar høvuðsspurningar: Hvørjar ítøkiligar persónar setir ein á uppgávuna og hvussu samansetir ein hesar persónar. Í størri samfeløgum er ofta møguligt at koma langa leið uttan stórvegis hóvasták um, hvør tann einstaki persónurin er, tí fáur fær so nógv at siga, at hann einsamallur ger munin - til tað góða ella tað ringa. Her heima er øðrvísi.
Haldi meg kunna siga við stórari vissu, at tað finst eingin uppgáva av týdningi í landinum, har tað ikki er avgerandi fyri úrslitið, hvørjir persónar verða settir á hana og hvussu hesir persónar verða settir saman. Persónar og organisatión eru so samantengd, at tað er høpisleyst at gera eitt endaligt uppskot til organisatión um ikki persónarnir eru kendir og leiðarar vita nøkunlunda, hvørjar eginleikar hesir hava. Í hesum sambandi eigur at havast í huga, at ein persónur hevur ávirkan á alt tað virksemi, sum formliga liggur undir hansara ábyrgdarøki. Persónar á ovastu rók í ráðum ella stovnum hava tí ein avgerandi leiklut á viðkomandi virkisøki.
Tá ið vit í Føroyum brúka hugtakið "avgerandi fyri úrslitið" verður tað brúkt í tveimum ymiskum sambondum. Í fyrra lagi er talan um sjálvt úrslitið, um tað er sjúkrarøktin, lógartulkingin, umsitingin av alingini e.a. Í øðrum lagi er talan um hegni at skipa soleiðis fyri, at føroyingar fáa ein hóskiligan og strategiskt týðandi leiklut í tí virksemi talan er um. Ofta eru føroysku eindirnar so smáar, at neyðugt er við útlendskari hjálp. Men velja leiðarar altíð útlendingar til alt so verður soltið hjá mongum føroyingum og vit gerast skjótt húskallar á egnari jørð.
Fíggingin og spælireglurnar
Endiliga hevur landsstýrismaðurin fíggjaramboðið, har tilfeingi verður sett til tær ymsu uppgávurnar. Saman við fíggingini eru reglur, kunngerðir og lógir, sum skulu haldast. Ofta brúka vit heitið »apparatið«, sum fevnir um nøkunlunda tað sama sum fígging og spælireglur.
Fyri at venda aftur til annan heimsbardaga, so setti Churchill í døgunum undan Dunkirke, í mai 1940, herovastunum (»Chiefs of staff«) tann avgerandi spurningin: Ber yvirhøvur til hjá Onglandi at vinna bardagan í ringasta føri (um týskurin tók Belgien og Fraklandi)? Stutt sagt roknaðu herovastarnir við, at tað var ikki óhugsandi, serliga um hjálp fekst frá Ameriku (John Lukacs, »Five Days in London, May 1940«, 1999).
Hetta lýsir leiklutin hjá fíggingini. Har er eitt minstamark og er hetta minstamark ikki tøkt, so ber ikki til. Er fíggingin ríkilig, tá ber so mangt til - eina tíð. Men uppá sikt ber illa til at byggja land við fígging og reglum eina.
Gongdin 1998-2003
Venda vit aftur til gongdina síðani 1998, tá ið undanfarna samgonga legði frá landi, so ber til at síggja eitt mynstur. Tann fyrsti parturin av mynstrinum, sum eg helt meg hóma, var at eingi virði vóru løgd í arbeiðið at loysa Føroyar frá Danmark annað enn eitt slag av anti-danismu og ein roynd at lýsa Danmark sum hjálandaveldi. Hvørki av hesum virðum styðja ein frælsisbardaga, tí tað er sjálvsagt, at eingin danskur forsætisráðharri við góðum letur land - tá hevði hann ikki røkt sína uppgávu. At allir danskir forsætisráðharrar við orðum royna at káva útyvir hendan veruleika ber - sum eg síggi tað - ikki boð um annað enn, at teir eru siðiligir.
Annar parturin í mynstrinum, sum eg helt meg síggja, var, at persónar, sum stóðu fyri fleiri arbeiðum, ikki vaktu álit millum manna. Onkur álitispersónur varð hálaður inn í eini roynd at bøta um hetta, men tá er ov seint. Verkætlanirnar, sum skuldu vera støði hjá politikarum, vóru ikki álitisvekjandi og tey vóru helst mong, sum longu áðrenn samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina hildu seg síggja, hvønn veg tað bar. Sama var galdandi fyri mangt av tí, sum "tað fasta embætisverkið" gjørdi.
Triði parturin í mynstrinum, sum eg helt meg síggja, var at samskiftið millum landsstýrið og føroyska veljaran var makt-kent. Landsstýrið samskifti ikki við føroyska borgaran fyri at fáa góð ráð og fyri at samansjóva áhugamálini, men heldur fyri at ?lumpa og lirka?.
Fjórði partur í mynstrinum, sum eg helt meg síggja, var at effektivitetur, initiativ, kreativitetur og framburðsvilji innan tað almenna dovnaði og dovnaði og dovnaði og dovnaði.
Munurin eg haldi meg hóma millum tey málsøki, har gongdin var rímilig og har gongdin var út av lagi, er í virðum og persónum. Hvørjir persónar standa fyri, hvussu samskifta hesir persónar, hvussu er álitið á hesar persónar millum manna, eru hesir persónar partar av sínum virkisøki ella verða teir bara toldir av teimum, sum á einhvønn hátt noyðast at samstarva við teir?
Tey næstu fýra árini
"Eg vóni ikki tað er ov seint. Eg beri ótta fyri, at tað er" sigst Churchill hava sagt, tá ið hann tók við sum forsætisráðharri í Onglandi í mai 1940 ("Five Days in London, May 1940"). Vinnuligu stýrisamboðini eru illa fyri og fleiri vinnur eru stak illa fyri. Almennu stýrisamboðini eru stak illa fyri, men landskassin sjálvur er rímiliga væl fyri - í løtuni. Og ein frælsislogi brennur í føroyingum. Ein logi, sum at síggja til ber í sær ein ókúgandi vilja til framburð.
Hendan samgongan hevur landið í hondum sínum og kann fáa ein avgerandi leiklut í spurninginum um Føroyar og føroyingar hóra undan einum vinnuligum hóttafalli ella um Føroyar og føroyingar fóta sær sum tjóð, sum fólk og sum vinnulig eind í einum globaliseraðum heimi. Mín meting er, at vit standa á einum vegamóti, har tvær høvuðsleiðir eru hugsandi.
Onnur gongdin kann vísa seg at vera, at vit so at siga missa landið úr hondum. Vit kunnu missa búskaparliga fótafestið og harvið kunnu vit eisini missa okkara tjóðareind - gerast eitt slag av mentanarsavni, har upprunafólk kunnu vísast fram. Og framtíðar søgufrøðingar fara at brúka orku uppá at lýsa, hvussu føroyingar hóast alt megnaðu at byggja eitt framkomið samfelag upp í 20. øld fyri síðani at missa tað úr hondum um túsundáraskiftið. Hetta eru døpur útlit og ein kann ikki vera ósamdur í, at tey helst eru ov døpur. Men størri lond enn Føroyar og lond, sum vóru betur fyri enn Føroyar, hava upplivað hesa lagnu. Og vísir tað seg, at alivinnan fór fyri bakka ella glapp okkum av hondum og flakavinnan misti sín týdning og rækjuvinnan misti sín týdning, uttan at aðrar vinnur grógva, so eru útlitini fyri 2008 ikki góð.
Hin gongdin kann vísa seg at vera, at vit temja gongdini. At vit fáa tamarhald fyrst á stýrisamboðunum í tí almenna, síðani fáa tamarhald á stýrisamboðunum í tí vinnuliga og so aftur fara at vinna land á vinnuliga heimskortinum. Og framtíðar søgufrøðingar fara at brúka orku uppá at lýsa, hvussu Føroyar, sum eitt av teim fáu smáu londunum í heiminum, eisini vóru førar fyri at tillaga seg einum globaliseraðum heimsmarknaði, sum annars ikki er so ?smá-landa-vinarligur?, sum ?vinnu-romantikarar? ofta vilja gera hann til. Hesar greiningar fara helst at lýsa túsundáraskiftið sum eitt avgerandi tíðarskeið, har ein 10-15 ára long strategisk afturgongd vendi.
Hvat verður politiska orkan brúkt til?
Tann nýggja samgongan kann velja at putlast við onkran skattalætta ella fonglast við, um tað eru kommunur ella land sum røkja onkra uppgávu - og tað skal helst eisini til, tá ið stundir eru til tess. Men tað verður neyvan slíkt, sum vendir eini gongd, sum kann vísa seg at vera truplari enn vit í dag halda okkum síggja.
At rokna við vinnuligum átøkum uttan ein virknan almennan sektor er naivt. At rokna við vinnuligum átøkum undir almennari leiðslu er optimistiskt - um tað er umvegis onkra nevnd ella ikki, ger tað sama. At rokna við vinnuligum átøkum undir almennari leikstjórn, sum eitt annað "muppet-show" er beinleiðis lemjandi fyri viðkomandi virkisøki. At rokna við vinnuligum átøkum, har eingin vinna sleppur at falla, hevur ikki mong fordømi at vísa til. Stutt sagt eru ikki nógvar einfaldar loysnir til spurningin um, hvat ein samgonga kann gera til tess at gera sítt til vinnuligan framburð anno 2004.
At tað ber til at venda gongdini - eisini uttan blindar vónir til eina bjartari framtíð og hægri altjóða marknaðarprísir ella oljufund - eri eg ikki í iva um. At politikarar á hægstu rók vita nøkunlunda, hvat tað er, sum køvir, eri eg heldur ikki í iva um. Um teir hava dirvi og mans hjartað at taka neyðugu avgerðirnar og at gera tað við skili, kann ein bert vóna og sum borgari gera sítt til, at teir fáa neyðugt mandat frá veljaranum eisini at taka truplar avgerðir.