Tíðliga á morgni fríggjadag 6. juli 1870 var ein maður á veg til arbeiðis tvørtur um eina brúgv yvir ánna Chenango. Hann skeitti niðan ánna og sá eitthvørt liggja í vatninum, sum tóktist vera blivið fast í einum steini. Tá hann kannaði málið nærri sá hann, at talan var um eitt lík. Stutt seinni varð enn eitt lík funnið longur niðri í ánni.
Tað var beinanvegin, at hetta varð sett í samband við eitt innbrot í einum handli, Halbert’s at navni, í býarpartinum Binghampton í New York.
Meðan fólk tustu til ástaðið, var ein maður kvikliga á veg burtur haðani. Nakrir ungir mans hildu hetta vera løgið, hildu aftaná og fangaðu eisini hendan eitt sindur haltandi mannin og tóku hann við á løgreglustovuna.
Í Halberts handlinum hevði ein ungur maður, Frederick Merrick, vart so fyri, at hann misti lívið, tá hann varð skotin av einum av innbrotsmonnunum. Ein annar vaktarmaður, Gilbert Burrows, slapp tó við lívinum, og kundi staðfesta, at teir báðir menninir í ánni vóru tveir av innbrotsmonnunum.
Fangaði maðurin uppgav navn sítt sum Charles Augustus, men broytti hetta seinni til George Williams. Løgreglan hevði tó ongar orsøkir at varðhaldsfongsla mannin, heldur ikki, tá eitt vitni kendi hann aftur sum Edward Rulloff, og mintist, at hann einaferð hevði veri ákærdur fyri at hava myrt konu og dóttir sína.
Næsta stigið hjá løgregluni var at eyðmerkja báðar teir deyðu. Annar teirra hevði uppi á sær ein pappírslepa við navninum og bústaðnum hjá William Thornton, sakførara. Og har, helt løgreglan, mátti vera eitt gott stað at byrja. Men eisini í handlinum funnu teir eitt par av serliga framleiddum skóm, har vinstri skógvur var formaður til onkran við klumpfóti. Hendan mátti Rulloff royna, og skógvurin passaði »sum fótur í hosu«.
Hjá sakføraranum fingu teir hartil navnið á øðrum av teimum druknaðu, Billy Dexter.
Rulloff læs og studeraði nógv og arbeiddi upp á eina vísindaliga ritgerð, og í øðrum pappírum heima hjá honum fann løgreglan navnið á hinum innbrotsmanninum, Albert Jarvis.
Men tá nú Rulloff var einasti á lívi, var tað eyðvitað hann, ið endaði fyri rættinum, og ákærin, Peter Hopkins fyrireikaði seg væl til hetta málið.
Lívsleiðin
John Edward Howard Rulloff ynskti alt sítt lív at gerast kendur, men ikki fyri tað, hann at enda gjørdist kendur fyri. Hann var framúr evnaríkur, og tá hann at enda varð hongdur varð sagt, at hann dugdi 28 mál og dialektir. Í langar tíðir arbeiddi hann við vísindaligu ritgerðini »Methods in the Formation of Language«.
Hann royndi at senda handritið til útgevarar, men hetta var til fánýtis.
Hann lærdi seg sjálvan á fleiri øðrum økjum eisini, eitt nú sum lækni, íleggari og lærari. Hann royndi seg enntá innan primitiva formin fyri sálarfrøði, sum um tað mundi varð nevnt phrenology. Eisini førdi hann seg fram sum philologist, ein nýggj frøði, har lærdir menn granskaðu mál og serliga upprunan hjá orðum og hvussu hesi gingu aftur í ymsum málum.
Men eingin tók hann nakrantíð veruliga í álvara. Og tískil endaði hann sum smábrotsmaður.
Sum ungur arbeiddi hann í einum handli, men tá vørur javnan hvurvu, endaði tað við fyrstu fongsulsrevsing hjá Rulloff. Leyslatin aftur, ferðaðist hann runt og endaði hjá Will Schutt í Dryden, New York, og í 1843 giftist hann systir Will, Harriet.
Men Rulloff var ógvuliga svartsjúkkur og helt alla tíðina, at kona hansara var ótrúgv. Hann bukaði hana eisini javnan, men hon segði einki. Sjálvt tá tey fingu dóttrina, Priscilla, í 1845, broyttist støðan ikki.
Í mai hetta árið gjørdust Amelia, kona Will, og nýfødda dótturin sjúk. Will visti, at Rulloff kendi eitt sindur til heilivág og bað hann um hjálp. Rulloff hevði eitt horn í síðuni á Will, men ansaði kortini tey bæði. Í juni doyði so dótturin og stutt eftir eisini Amelia. Sjálvt um onkur hevði illgruna til Rulloff, helt Will, at tey bæði stutt sagt vóru ov veik at yvirliva harða veturin.
Stutt eftir, bara einar tvær vikur seinni, hvurvu Harriet og dótturin Priscilla sporleyst. Eingin sá í halaferðina á teimum aftur, og Rulloff hevði gjøgnum árini fleiri ymiskar frágreiðingar um, hvat var hent.
Nógv ár seinni tóktist mest sannlíkt, at Rulloff hevði dripið konuna og dóttrina, lagt tey í eina kistu og flutt tey burtur onkunstaðni at jarða. Til at flyta líkini burtur, lænti Rulloff ein hestavogn frá einum av grannunum.
Stutt eftir, at konan og dótturin hvurvu, fór Rulloff út at ferðast, og var burtur í rúma tíð. Síðani kom hann aftur til New York sum var einki hent. Men tá hevði ein bróður Harriet sett leiting í verk, og eftir at Rulloff greiddi frá, at konan og dótturin vóru í Ohio, noyddi hesin bróðurin hann at gera ferðina hagar at síggja Harriet.
Komin til Ohio, eydnaðist tað Rulloff at sníkja seg burtur, og so hendi ikki meiri júst tá. Men myndugleikarnir vóru nú sannførdir um, at alt ruggaði ikki rætt, og teir fóru at fyrireika eitt rættarmál móti Rulloff.
Hetta byrjaði tíðliga í 1846, men eingi lík vóru at vísa á, og tá er ein slík sak trupul at prógva, sjálvt í dag. Men rætturin var avgjørdur um, at Rulloff skuldi í fongsul, so hann varð dømdur fyri burturflyting av Harriet og dóttrini, og fyri tað fekk hann tíggju ár.
Royndu alt
Men sjálvt ikki tíggju ár handan rimar broyttu Rulloff nakað, og sær sjálvum vant nýtti hann tíðina á besta hátt. Hann læs og brævaskifti við lærdar menn. Soleiðis gekk tíðin, men tann dagin í 1856, sum hann skuldi latast leysur, komu menn úr Ithaca-býarpartinum, har hann hevði livað saman við konuni, og førdu hann í fongsul har.
Ákærin, John Williams, ætlaði at royna málið um morðið á Harriet einaferð enn, men orsaka av serliga »double jeopardy«*- reglinum, mátti hann sleppa hesi ætlan. Fólkið var tó í øðini, so Williams broytti ákæruna til ístaðin at galda morðið á Priscillu.
Myndugleikarnir stríddust alt tað, teir kundu at savna prógv saman ímóti Rulloff, og tá verjan var vánalig, undraði tað ikki, at hann bleiv dømdur sekur. Dómurin varð beinanvegin kærdur, og dómararnir baksaðu við málinum um, hvørt nakar kann dømast fyri morð, tá einki lík finst. Endin var kortini, at dómurin varð staðfestur.
Hesa tíðina í fongslinum gjørdi Rulloff seg væl við varastjóran í fongslinum, konu hansara og serliga unga sonin, Albert Jarvis. Og tá Rulloff flýddi á vári 1857 var lítil ivi um, at onkur innanmúra hevði hjálpt honum at sleppa burtur.
500 dollarar í sømdarløn vóru beinanvegin lovaðar fyri handtøkuna av Rulloff. Hann framdi ymisk rán her og har fyri at klára seg, men gjørdi so tann feil, at lata seg avmynda undir følskum navni við tí úrslitið, at hann varð afturkendur. Hann flýddi so aftur til Ohio, men har hevði ein bóndi lagt tvey og tvey saman, og fór við nøkrum laksbrøðrum at leita eftir honum.
Teir funnu hann eisini, og hóast Rulloff royndi at sannføra menninar um, at teir høvdu fatur á tí skeiva, hugsaðu hesir sum so, at tað var betur at taka ein skeivan mann til sheriffin, enn at lata tann rætta sleppa.
Myndugleikarnir løgdu nú ein annan taktikk. Í staðin fyri at royna at prógva morð uttan lík, valdu teir heldur at rættarsøkja hann fyri morðið á Ameliu, konu Will Schutt. Hetta eftir at ákærar aðrastaðni við hepni høvdu grivið eitt lík upp aftur og síðani prógvað, at viðkomandi varð dripin við arsenik.
Líkið av Ameliu varð síðani grivið upp aftur, men hóast royndir vístu óvanliga stórar nøgdir av kopari, kundi hetta ikki setast í samband við morðroynd frá Rulloff. Men samstundis bleiv revsingin søgd í sambandi við dómin, hann hevði fingið, áðrenn hann flýddi, og tað var honging. Hetta skapti tó aftur grundarlag fyri kæru av revsingini.
Hetta endaði við, at dómurin varð broyttur, og fyrst í 1859 mátti ákærin viðganga, at neyðugt grundarlag var ikki fyri at fáa Rulloff dømdan. Aftur ein fríur maður, ætlaði Edward Rulloff at finna sær arbeiði, men nú kom Al Jarvis inn í myndina og vildi hava hann at hjálpa sær og sjúku móðir síni. Hetta førdi aftur til gomlu lívsleið hansara, og meðan hann sat ein tvey-ára dóm undir øðrum navni, hitti hann Billy Dexter, og tað bleiv byrjanin til eina brotsliga trio.
Endiliga dømdur
Hetta gekk væl í nøkur ár, líka inntil Al Jarvis fann uppá at ræna handilin hjá Halberts. Aftur stóð Rulloff ákærdur fyri morð, men hesaferð var eitt lík inni í myndini.
Rættarsakin byrjaði 4. januar 1871, og verjan gekk í fyrsta umfari út upp á at skapa iva um, hvørt hann yvirhøvur hevði verið í New York um hetta mundið, sum innbrotið fór fram, og í øðrum lagi, at hann hevði verið noyddur at skotið Merrick í neyðverju, tí hesin hevði verið frá sær sjálvum og legði á Rulloff.
Hóast Rulloff fekk ein av tátíðar bestu verjum, sum ein bróður hansara rindaði fyri, so var hesaferð einki at gera. John Edward Rulloff varð funnin sekur í morðinum á Frederick Merrick og dømdur til deyða við honging.
Men søgan endar ikki við tí. Rulloff hevði dúgligt brævaskifti við kendar, lærdar granskarar, og meðan nakrir teirra hildu Rulloff vera ein snýtara, so hildu aðrir, at maðurin var genialur. Av hesum uppstóð eitt kjak, hvørt Rulloff átti at verið hongdur, ella vísindin átti at nýtt hann sum granskingarevni.
Ein nýggj teori tá, skapt av einum italiumanni, gekk út upp á, at ávísir útvøkstir á høvdinum, ella óvanliga stórt høvd, vóru frágreiðingin upp á kriminellan hugsunnarhátt. Hesi fyribrigdi hevði Rulloff, og tá hann hartil hevði løgnar útvøkstir á vinstra fóti, var hetta mett sum enn meiri avgerandi fyri kriminellu lívsleið hansara.
Endin var kortini, at Edward Rulloff varð førdur til gálgan og hongdur. Men ilt var at fáa lívið av honum, tí hálsurin brotnaði ikki, eins og roknað var við, so í staðin fyri ein skjótan og ætlandi pínuleysan deyða, fekk hesin kanska fyrsti kendi hópdrápsmaðurin ein langan og pínufullan deyða, tá hann kvaldist. Tað tók tjúgu minuttir hjá honum at doyggja.
Hann varð síðani jarðaður, men vísindaliga lesandi gróvu hann upp aftur og fluttu hann burtur. Seinni vórðu leivdirnar eftir Rullof sýndar fram á einum savni, og dagin í dag ber til at síggja heilan á John Edward Howard Rulloff í einari krukku við formalinupploysningi. Eftirtíðin heldur, at Rulloff hevði sjey morð á samvitskuni. At enda eydnaðist bara at fáa hann dømdan fyri eitt.
* double jeopardy er í USA ein lógaráseting sum merkir, at tú kanst ikki ákærast aftur fyri eitt lógarbrot, sum tú fyrr ert fríkendur fyri