Heðin Mortensen:
Einhvør staður er heimsins nalvi fyri tey, sum búgva og liva har, hevur onkur sagt. Fyri okkum, sum búgva í Havn, er Havnin sjálvandi heimsins nalvi. William Heinesen kallaði eisini Havnina heimsins nalva, men legði aftrat, at Havnin var »den største by i mange hundrede kilometers omkreds«. Og tað gevur ikki bara fyrimunir, men áleggur býnum stórar skyldur. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin savningarstaður, har føroyingar hittust. Havnin er miðdepil og tí vælegnað sum miðstaður. Havnin menti seg til ein lítlan metropol og hevur verið høvuðsstaður føroyinga við teimum skyldum, tað leggur á eina í heimshøpi lítla kommunu. Soleiðis hava vit livað nøkurlunda eydnusæl í hesum hugnaliga mikrokosmos, so fegin hava vit lagt okkum í hennara favn, syngjandi um ta deiligu Havn.
Men Adam var ikki leingi í paradís. Og svøvnur okkara varð ikki drúgvur, tí áhaldandi verða vit vakt av lammeterilsi og støðugt mint á, at »Tórshavn er ikki heimsins nalvi, og jørðin og útjaðarin mala ikki runt um Havnina«. Snimma og seint verða vit mint á, at Havnin skal ikki halda seg vera, skal ikki hava sersømdir, at vit draga alt til Havnar, vit avoyða bygdirnar, tí vit drena bygdirnar fyri ungdóm og kradda allar almennar stovnar til okkara. Seinasta dømi um hetta er, at vit nú leggja allan skúlaskap og harvið allan ungdóminum í landinum undir okkum.
Veruleikin, at landsmyndugleikarnir seinastu minst 20 árini støðugt og miðvíst hava útbygt alt miðnámsskúlaøkið allastaðni uttan í Havn: Miðnámsskúladepil í Hovi fyri 100 milliónir, Fiskivinnuskúla í Vestmanna fyri 50 milliónir, studentaskúla og handilsskúla á Kambsdali, fleiri milliónaútbyggingar á tekniska skúlanum í Klaksvík og játtanir til sjómansskúlan í Klaksvík – alt hetta hava vit fingið, meðan slummið í Hoydølum er vorðið ólekrari og útbúgvingarpolitiska skommin fullkomin. Men hetta hevur ongan áhuga fyri hesi, sum nú stara seg blind upp á Skúladepilin í Marknagili.
Veruleikin um Skúladepilin
Havnin er ikki bara fyri »havnarfólk«. Men landsins høvuðsstaður er fyri allar føroyingar, og skúladepilin í Marknagili er ikki ein íløga í miðstaðarøkið, men ein íløga í landsins ungdóm og landsins framtíð.
Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum, staðfesti herfyri, at »í Havn og í Suðurstreymoy hevur eingin nýbygging á miðnámsskúlaøkinum verið í 25 ár, samstundis sum verandi miðnámsskúlar í Havn umboða yvir 60% av miðnámsskúlanæmingunum í øllum landinum, so tað ber ikki til at siga, at miðnámsskúladepilin seinkar nýbygging á miðnámsskúlaøkinum. Tað er rætt og slætt eingin onnur verkætlan á miðnámsskúlaøkinum, sum hevur størri týdning og er meira átrokandi enn henda.«
Skúlastjórin á Tekniska Skúla, Egon Øregaard, segði eisini herfyri, at »persónliga taki eg fult undir við Skúladepilshugtakinum, og havi frá byrjan sæð stórar møguleikar við einum Skúladepli. Skúladepilin kemur at skapa bestu fortreytir fyri at okkara ungu fáa eina góða og viðkomandi útbúgving í Føroyum, og at teirra náttúrligi áhugi verður vaktur á fleiri økjum. Skúladepilin kemur eisini at geva teimum lesandi eina fatan av, hvussu eitt nútíðar undirvísingarumhvørvi er, eisini í okkara grannalondum. Sjálvur síggi eg møguleikar fyri, at Skúladepilin gerst ein fólksligur mentanardepil.«
Eingin ivi kann vera um, at depilin útbúgvingarliga er eitt stórt framstig, og eitt stórt framstig fyri at fáa sum flest av okkara ungu at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan – í Føroyum. Íløga í vitan er altavgerandi fyri okkara framtíð. Og her eru vit við kjarnuna í málinum, sum onkur annar eisini hevur víst á, at alternativið til Skúladepilin er, at ungdómurin fer í miðnámsskúla í Danmark ella aðrastaðir – og ongantíð kemur aftur.
Havnin sum høvuðsstaður
Tað kann ikki koma nøkrum dátt við, at tað krevst ein stór umsiting til at reka ein bý, sum umboðar 40% av fólkinum í landinum. Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Eitt er, at Havnin hevur sokallaðar høvuðsstaðarskyldur, umboðanarskyldur og skyldur landsins vegna umframt at tæna almenna virkseminum í býnum, men samstundis er veruleikin, at hvørki Havnin sum kommuna, ítróttarfeløg ella onnur feløg í Havn fáa lógarásettu rættindini, sum eru galdandi fyri restina av landinum – tvørturímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur, sum eitt nú Tjóðpall Føroya, Føroya Symfoniorkestur, Føroya Listasavn, Føroya Sjósavn, altjóða ítróttarannlegg, Klippfisk… og vit kundu hildið fram, tí listin er langur.
Verður alt hetta tikið við, vildi ein fíggjarlig javning helst havt við sær, at fitt av peningi rann til Havnar og ikki øvugt. Og tá er ikki tikið við, at triðja hvør króna vunnin í Havn verður skattað aðrastaðni.
Veruleikin er, at nærum eins nógv fólk og tað arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, pendla til Havnar til arbeiðis hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni. Summi búgva aðrastaðni, men eru lønt úr Havn – og summi búgva enntá í Havn og gjalda skatt aðrastaðni! Eg havi einki ímóti javning til útjaðaran, um hon er neyðug og rættvís – men skil má vera í, og fíggjarliga býtið millum land og kommunu má fáast upp á pláss fyrst.
Flyta tey heimaftur?
Fólkatalið í Havn veksur lítið. Men tað veksur støðugt og tað gleðiliga er, at áhugin hjá útisetum fyri kommununi tykist stórur. Kanningar saman við Gallup av heimasíðu kommununar vísa, at millum 10 og 20% av teimum vitjandi hvørja viku hava bústað uttanlands, umleið helmingur í Danmark. Vit síggja, at hesi kanna bústaðar-, arbeiðs-, barnaansingar- og ferðsluviðurskifti, umframt annað, ið hevur við trivnað at gera. Talan er um fleiri túsund fólk árliga, sum kanna marknaðin, so tað liggur ein stór ábyrgd á okkum at skipa soleiðis fyri, at vit uppfylla treytirnar fyri, at so stórur partur sum møguligt av hesum flytur heimaftur.
Høvuðsorsøkin til, at føroyingar velja at verða búgvandi í Danmark eftir lokna útbúgving er, at tey stovna familju og byrja spennandi yrkisleiðir. Tí síggja vit eisini, at hugurin at verða verandi veksur í mun til áramálið, tey hava verið burtur. Eitt nú ynskja 50% av teimum, ið hava verið burturi í fýra ár, at verða verandi uttanlands, meðan 64% av teimum, sum hava verið burturi í 10 ár, ynskja at verða verandi.
Vit vita frá kanningum, sum eru gjørdar av útisetum, hvat skal til fyri at hesi flyta heimaftur. Vit vita eisini, hvat skal til fyri, at færri yvirhøvur velja at flyta av landinum. Eitt nú vildi ein triðingur av teimum føroyingum, sum fara til Danmarkar at útbúgva seg, heldur tikið part av útbúgvingini í Føroyum, um tað bar til. Tí hevur Tórshavnar býráð í síni visjón lagt dent á at menna høvuðstaðin, so hann er virkin við fleiri útbúgvingartilboðum og altjóða granskingarumhvørvi.
Av útisetunum, sum búgva í Danmark, búðu 50% í Tórshavnar kommunu, áðrenn tey fluttu. Spurd, hvar tey ynskja at búgva, um tey skuldu flutt aftur til Føroyar, siga 71% seg bert vilja búgva í Havn. M.a. tí arbeiðir býráðið saman við umboðum fyri vinnulív og arbeiðsmarknað við eini vakstrarætlan fyri býin, tí vit vita, at fyri flestu føroyingar, sum í dag flyta ella longu búgva uttanlands, er valið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í Føroyum ikki megna at skilja hendan boðskapin og standa saman um at menna høvuðsstaðin, tí trivnaðurin í høvuðsstaðnum verður álvarsliga avgerandi fyri framtíðar menning í Føroyum.
Okkara høvuðsstaður
Tað besta vit kunnu gera, er at gera okkara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey, sum kunnu hugsast at búseta seg her. Høvuðsstaðurin skal tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metropolarnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey komandi ættarliðini. Vit eiga øll høvuðsstaðin. Hann eigur avgerandi leiklutin at ganga á odda í vinnuligu, búskaparligu, mentanarligu og sosialu menningini í Føroyum, og hann tænir øllum føroyingum. Vit vilja tí eisini samstarva við landspolitikkarar, aðrar kommunur – ja, allar føroyingar – um at menna samfelagið.
Vit mugu hava ein munandi búskaparvøkstur og ein veruligan fólkavøkstur, skulu vit framhaldandi mennast sum vælferðarsamfelag. Antin vaksa vit ella minka vit. Her finst eingin millumvegur, og allar framrokningar vísa, at vit í Føroyum um 25-30 ár verða eini 15-20.000 fólk færri enn í dag, um vit lata standa til. Her hjálpir tí einki status quo. Gera vit onki, kann samfelag okkara fara fyri bakka – fyrst spakuliga og síðani skjótt.
Ágangurin á Havnina er mangan øgiligur. Hetta sigur okkum fyrst og fremst, at vit als ikki hava skilt boðskapin um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroyum tað gott. Er ikki framgongd og vøkstur í Havnini, so er afturgongd í Føroyum. Skulu Føroyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kappingini um vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlanum, sprotnar úr lokalum ørvitiskapi, sum fyri samfelagið kosta tað tvífalda og tvinga okkara ungu fólk av landinum at nema sær útbúgving og finna nøktandi fakligar avbjóðingar.
Nú høvuðsstaðurin aftur verður karmur um ólavsøkuna, so verða vit enn eina ferð mint á, at hetta er tjóðarhátíð alra føroyinga. Hetta er ikki bara ein stevna fyri havnarmenn. Úr bygd og bý og úr útlondum savnast øll til okkara felags høvuðsstað. Gævi at øll vóru eins góð við høvuðsstaðin hvønn dag, sum tey eru við Havnina á ólavsøku, so høvuðsstaðurin veruliga gjørdist tann felagsnevnarin, hann eigur at vera fyri landið alt og allar borgarar tess.
Góða ólavsøku og
framhaldandi gott summar!









