Kommunulæknarnir í Føroyum eftirbátar

Havi arbeitt sum kommunulækni í Føroyum í nógv ár. Eri limur í Kommunulæknafelag Føroya. Fari í trimum greinastubbum at viðgera viðurskiftini hjá kommunulæknunum í Føroyum. Ætli at umrøða ymisk viðurskifti í okkara gerandisdegi so sum arbeiðsbyrðu, arbeiðsumstøður, útbúgving, samstarv við aðrar partar av heilsuverkinum, okkara luttøku í almenna orðaskiftinum um heilsu og annað viðkomandi

D. Petur Højgaard Kommunulækni


Hví?
Endamálið er ikki at drýta í egið reiður, men at gera vart við, at kommunulæknarnir, um teir vóru betri mannaðir, betri útbúnir og betri skipaðir, kundu røkt starv teirra við størri nøgdsemi, betri viðgjørdum og nøgdari sjúklingum.

Eri atfinningarsamur mótvegis mínum egna fakfelag, sum eg meti hevur sín part av ábyrgdini fyri vánaligu støðuni. Men eisini aðrir partar av heilsuverkinum og politiski myndugleikin, sum varðar av, eiga sín part. Meti tørv vera á einum orðaskifti um støðuna.

Støðan
Mín greiða meting er , at kommunulæknarnir í Føroyum og fakfelag teirra eru eftirbátar. At tann menning, sum øðrum líknandi feløgum hevur verið fyri seinastu árini, eitt nú í Danmark, er ikki hend í Føroyum. At vit tvørturímóti í fakfelagspolitiskum høpi eru afturúrsigldir. Eru vornir passivir áskoðarar í føroyska heilsuverkinum í staðin fyri at spæla okkara sjálvsagda leiklut á heilsuøkinum sum tann krumtappur, har um kanning og viðgerð av sjúklingum eins og fyribyrgjandi atgerðir náttúrliga mala.

At vit eru intiativleysir, uttan fakligt nøgdsemi, tíansheldur stoltleika ella sjálvrespekt í dagliga virki okkara. Dugi ikki í fakfelagspolitiskum høpi at síggja slíkt, sum sigur frá einum felagi við visionerum hugsanum. Orð sum konservatisma, sjálvdráttur, menniskjalig og faklig isolatión lýsa tíanverri betur støðuna.

EPJ
Sum dømi um maktarloysi okkara fari eg í hesum stubba at nevna talgildu EDV-skipanina, sum Heilsumálaráðið er farið undir at menna til ætlaða nýtslu í heilsuverkinum øllum. Havi uttan at vera EDV- kønur arbeitt við menning av slíkari skipan. Meti meg hava ávísan førleika at meta partvíst um aktuellu trupulleikarnar við nevndu skipan, men eisini um sera avmarkaða leiklutin hjá kommunulæknunum í menningini av hesi skipan.

Tað er ongin loyna, at flest allir kommunulæknar í Føroyum upprunaliga ynsktu aðra EDV-skipan. Kortini hava vit meldað positivt út. Hava játtað at vera við í hesi í heilsupolitiskum høpi risastóru og kollveltandi verkætlan, sum  um hon eyðnast  verður eitt veldugt frambrot fyri heilsuverkið alt.

Skeiv byrjan
Eftir míni meting var uppleggið frá Heilsumálaráðnum til kommunulæknarnar skeivt. Sagt var, at tað er sjúkrahúsverkið, sum skipanin fyrst av øllum er ætlað til. At kommunulæknarnir, um teir ynskja tað, kunnu sleppa upp í part, var útmeldingin. M.a.hetta hevur havt við sær, at íkastið hjá kommunulæknunum og ikki minni tíðandi íkastið hjá føroysku kommununum til skipanina er so lítið. Kommunurnar eru týdningarmiklar í hesum sambandi, tí tær fíggjarliga og á annan hátt hava ábyrgd av teimum karmum, kommunulæknarnir virka undir. Kommunurnar varða av eitt nú hølum okkara og útgerð, íroknað EDV.

Ábyrgdin
Trupulleikar eru sum kunnugt við nevndu verkætlan. Trygdin mótvegis misnýtslu av viðkvæmum persónsdata er ikki í lagi. Eisini eru trupulleikar viðv. tillaging av skipanini til nýtslu hjá kommunulæknunum. Fari ikki at meta um, hvør man hava ábyrgdina av, at skipanin tykist hava rent á eitt skerð og fyribils er støðgað upp.

Ávísa ábyrgd hava tey umboð okkara, sum hava luttikið í arbeiðinum at finna røttu skipanina og menna hana.

Tveir kommunulæknar í Havn hava í seinastuni havt skipanina til royndarkoyring at vita, um hon er nýtilig í kommunulæknahøpi. Veit ikki, hvussu væl ella illa hesin partur av skipanini er gjørdur, men í kjaki í Degi og Viku frættist, at kommunulæknar í Havn hava kolldømt hana.

At kommunulæknarnir í Havn vraka skipanina, er eyðsæð eitt álvarsligt bakkast fyri verkætlanina hjá Heilsumálaráðnum. Avgerðin fær avleiðingar fyri allar kommunulæknar í Føroyum. Í hesum sambandi er rímiligt at spyrja :

"Hvar vóru kommunulæknaumboðini í tí nevnd, sum fann fram til hesa skipan sum ta bestu? Hon kann jú ikki brúkast av kommunulæknunum.
"Ella kann hon ? Er ikki eitt ógjørt arbeiði hjá okkum kommunulæknum í hesum máli ? Eiga vit ikki meiri aktivt at fara upp í arbeiðið at menna okkara part av skipanini?
"Ella skulu vit, so sum meldað er út, ganga egnar leiðir. Í praksis sabotera stóru verkætlanina? Tað er jú tað, vit gera. Skulu vit keypa aðra skipan, sum m.a.hevur tað álvarsliga brek, at hon ikki megnar at samskifta við nakað sum helst, hvørki innanhýsis ella við nevndu skipan hjá heilsuverkinum?
"Hetta er jú í EDV-høpi svartasta miðøld. Er tað veruliga so illa statt, at vit kommunulæknar avbyrgja okkum á henda hátt og velja at spæla EDV fyri okkum sjálvar, ein og ein? Gamaní verður tryggleikin tá á leið. Vit kunnu sita við servaranum ímillum beinini og stongja hurðina! Vit samskifta tá ikki við nakran, so ongin vandi er fyri, at nakar stjelur EDV-tilfar frá okkum. Inngangandi post fáa vit við brævi frá postverkinum. Tað tekur nakrar dagar at fáa svar og nakrar tímar í hondat skriva svarini inn í okkara tryggu EDV journal.

Eg spyrji, um hetta eru EDV-visiónirnar ár 2006 hjá kommunulæknunum í Føroyum.

Fingurin upp
Vit sita í løtuni í EDV-høpi á aftasta bonki - vit eru at kalla ikki við í nevndu verkætlan. Men hví melda okkum út? Hví ryma úr flokkinum heldur enn at flyta til fremri sessir? Hví ikki rætta fingurin upp og krevja størri ávirkan? Vit eiga at vísa ábyrgd í hesum stóra máli.

Sum skilst hava kommunulæknarnir í Havn biðið kommununa um aðra loysn. Hví ikki í staðin saman við Kommunufelag Føroya biðja um eitt tættari samstarv við Heilsumálaráðið til menning av okkara parti av skipanini?

Trygdin eisini okkara ábyrgd
Ein annan sjálvsagdan leiklut eiga vit kommunulæknar í hesum máli. Í nevndu kjaksending í Degi og Viku kom týðiliga til sjóndar, at EDV-verkætlanin hjá Heilsumálaráðnum minni enn so er liðug. Álvarsligur ivi er m.a um trygdina hjá sjúklinginum í hesi skipan. Tað er mín greiða fatan, at tann standardur fyri trygd, sum umboðini fyri skipanina í Degi og Viku mettu vera hóskiliga, ikki er nøktandi.

Kommunulæknin er fyrsti kontaktpersónur hjá sjúklingum í heilsuspurningum. Okkara partur av eini journal í nevndu skipan vil vera hin størsti, tí øll data um sjúklingin verða send kommunulæknanum. Tá vit í gerandisdegnum eru næstir sjúklinginum og kenna hann best, er tað náttúrliga okkara uppgáva at vera umboðsmenn, ráðgevarar og vaktarmenn fyri sjúklingin í spurningum, sum viðvíkja trygdini fyri forsvarligari nýtslu av viðkvæmum persónsupplýsingum. Sjúklingurin er ikki einsamallur førur fyri at hava innlit í eitt so stórt og fløkjasligt mál. Eyðsæð eiga vit kommunulæknar saman við umboðum fyri sjúklingarnar at vera við í arbeiðinum at definera tryggar mannagongdir fyri atgongd og nýtslu av slíkari skipan. Tað er ikki nøktandi, so, sum støðan tykist vera í løtuni, at tað í mestan mun eru vælmeinandi EDV-fólk sum avgera trygdarstandardin.

Enn ein grund hjá okkum at vera við.

Come on!

Á Sandi 1. juni 2006