Smogur úr tíðini

Ein roynd at lýsa rithøvundin J. G. Ballard - við serligum atliti at hansara stuttsøgum og hansara sessi í vísindabókmentum

ESSAY
Annar partur

Sum børn lærdu vit, at Cro-Magnon menniskjað einaferð í tíðini framdi eitt andaligt lop, sum gjørdi tað ment at hevja seg upp um aðrar tvíbeintar uppstrembingar, ávegis frá apu til menniskja, eitt nú neanderthalarar. Skulu vit trúgva sf-høvundinum Arthur C. Clarke, var hetta framtakið lið í onkrari gátuførari, kosmiskari ætlan, sum varð sett í verk av hægri verum uttanknattar. Myndin, úr filminum A Space Odyssey eftir Stanley Kubrick, av apuni, sum blakar eitt bein upp ú luftina ? sum so, sum við eini glæsiligari utopiskari hugbirting, umskapast til eitt rúmskip, meðan Also Sprach Zarathustra eftir Richard Srauss boðar frá menniskjans kós móti gudunum ? er partur av ferðagóðsinum hjá nútíðar menniskjum.
Fyri stuttum førdi ein enskur mannfrøðingur fram, at orsøkin til hetta framtakið var meira jarðbundin: tað var gávan at abstrahera, at gera hugtøk og ímyndir, sum gjørdi Cro-Magnon-menniskjað til dýranna harra. Henda próvgrundin er sjálvsagt tautologisk. Har vit væntaðu eitt svar, sita vit eftir við kanska meira enn einum veti av undran. Men fara vit víðari eftir hesi gøtu, koma vit kanska til tað úrslit, at av øllum hugtøkum, sum okkara forfedrar hava skapt, er tíðin tað merkiligasta. Vit brúka hetta hugtakið seint og tíðliga um eitt fyribrigdi, vit ikki skilja, og hvørs minsta lut vit ikki eru ment at ímynda okkum. Í minniligum verkum ? frá Timaios eftir Platon til Sein und Zeit eftir Heidegger ? hevur menniskjan roynt at lýsa og skilja hetta hugtakið. Heimspekingar sum Augustin og Bergson, alisfrøðingar og vísindamenn frá Aristoteles, um Newton til Einstein, serskøltar sum J.W. Dunne ? hava roynt at fingið um hesa hálu veruna. Tíðin er viðgjørd í heilagum skriftum, í sagnum og bókmentum, og eisini í okkara kvæðum verður á minniligan hátt sipað til hetta hugtak:

Sólina bað hann standa í stað,
dagin ikki líða;
meðan hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

Snúgva vit okkum til nútíðar bókmentir, so er J.G. Ballard kanska tann rithøvundur í nýggjari tíð, sum treiskastur og mest áhaldandi melur rundan um tíðina. Bara heitini á hansara stuttsøgum, sum eg her endurgevi í føroyskari týðing, eru talandi: Nú: null, Tíðarbýurin, Tíðarinnar røddir, Tíðarinnar urtagarður, Pass til ævinleikan, Tíðarbumburnar, Endaspælið, Endastrondin, Tann deyða tíðin osfr. Eg fari nú nevna nøkur dømir um ymiskar ballardskar tíðarviðgerðir, og samstundis nema við gongdina í teimum søgum, talan er um.
Conrad, høvuðspersónur í stuttsøguni ?Chronopolis?, veksur upp í einum samfelag, har ur og klokkur ikki eru til. Hann kemur skjótt eftir, at í hesum samfelag er tíðin eitt hættisligt fyribrigdi, og at tíðarmálarar av tí gamla slagnum eru forbodnir. Hann er av onkrari grund bergtikin av kronometrum, lærir sjálvur, eins og Jóannes Hin Vísi, at gera klokkur og finnur til endans av tilvild eitt ur. Hann fer at spyrja og fregnast, og at enda fær hann hjálp frá Stacey, sum er ein av lærarum hansara. Stacey og Conrad búgva í útjaðaranum á einum risabýi. Ein dagin tekur Stacey Conrad við sær í bili inn í býarmiðjuna, eitt risastórt, avtoftað terra incognita, sum vanlig fólk ikki hava atgongd til. Hetta er tann niðurlagdi tíðarbýurin. Hesin býurin ? Kronopolis ? var ein ómetaliga framkomin og fløkt samfelagslig organisma, har nærbýlið, fólkamongdin og fólkatættleikin høvdu við sær, at øll atgongd til samfelagsins møguleikar og hentleikar ? mat, heiluvág, post, bankar, løgreglu, bókasøvn, mentan, film osfr ? var skipað sambært einum neyvum og torgreiddum tíðarkervi. Atgongumerkir og pengar í ymiskum litum ásettu nær, hvar og hvussu ein kundi stilla sín tørv. Klokkur og ur høvdu fimm vísarar, hvør við sínum liti. Fólk vórðu, alt eftir starvi, skipað í bólkar, eyðmerktir av ymiskum litum, sum samsvaraðu litunum á pinnum og atgongumerkjum. Hvønn dag var ein tíðarætlan kunngjørd, sum skilaði til, nær og hvar ein kundi fara á posthúsið, í bankan osfr. Tann kompleksa skipanin varð stýrd úr erva av tíðarmálaráðnum, og á høvuðstorginum mitt í býnum hekk ein risastór meginklokka við fimm pinnum, sum øll onnur kronometur rættaðu seg eftir. At enda bleiv mótsøgnin millum tað fløkta, tíðarstýrda samfelagsliga gonguverkið og menniskjans frælsistørv ov stór. Tíðin, sum var tænari, gjørdist, eins og staturin hjá Lenin, til ein so strangan harra, at menniskjan ikki fekk vent sær. Fólkið gjørdi uppreistur, og klokkur vóru hereftir bannhalgaðar. Søgan endar við, at Conrad, sum við sínum klokkufjepni ger seg inn á tær nýggju tíðarlógirnar, verður dømdur til 20 ára fongsul.
Í søguni ?The Garden of Time? er viðgerðin ein heilt onnur. Axel greivi og kona hansara búgva í einum húsum, sum eru bygd í palladianskum sniði, og sum tykjast at standa í einbýli. Uttan um húsini eru fjøll, sum eru hægst uttast í sjónarringinum og lækka sýn av sýn inn ímóti einum slætta. Langt burturi síggja hjúnini ein veldugan her av barbarum, sum nærkast fyri hvønn dag sum gongur. Men í urtagarðinum niðri undir terrassuni veksa tíðarblomstrini. Hvørja ferð Axel hentar eina blómu, og hon sleppir sínum ljósi og tíðarkrústallin bráðnar, verður tað mentunarleysa harkaliðið á tindunum uttanfyri rikið nakað aftur. Tíðarblomstrini megna, ikki bara at steðga tíðini, men at venda tíðarrákinum. Rithøvundurin lýsir tey soleiðis:

Blómurnar vóru umleið seks føtur til hæddar, teir mjávaksnu stelkarnir, sum hvør bar tólv bløð, mintu um glasstengur. Bløðini, ið mintu um pálmabløð, høvdu fyrr verið glær, men vóru nú kámað av teimum steinrunnu æðrunum. Ovast á hvørjum stelki var tíðarblomstrið, til støddar sum eitt steyp, tey óskygdu uttaru krúnbløðini umgyrdu krústallhjartað. Gimsteinaglansurin rúmaði túsund andlitum, krústallin sýntist at súgva alt ljós og alla rørslu úr luftini. Í tí blómurnar spakuliga leiftraðu í kvøldarlotinum, glógvaðu tær sum flammunomin spjót.

?Kronopolis? og ?Tíðarinnar urtagarður? eru dømi um breiddina í tíðarviðgerðini hjá J.G. Ballard. Í tí fyrru framskrivar høvundurin vandamál í tí modernaða stórbýnum, sum m.a. standast av eini andsøgn millum øðrumegin eina vaksandi samantyrping av menniskjum og hinumegin ein vaksandi tørv á hentleikum. Tann seinna er eitt kosmiskt ævintýr, ið sessar Ballard undir liðini á modernaðum ævintýrsmiðum sum H.C. Andersen, Oscar Wilde og Ray Bradbury. Onkur hevur ført fram, at evnið í hesi søgu er entropi, eitt fyribrigdi eg fari at taka uppaftur í triðja og seinasta parti av hesi ritroynd. ?The Garden of Time? er eftir mínum tykki tann bæði einfaldasti og vakstrasti teksturin hjá Ballard. Hon kann samanberast við ta stórfingnu ?Light of Other Days? eftir Bob Shaw, sum hon evnisliga er skyld við.
Ta mest framkomnu og hugtakandi tíðarviðgerðina hjá J.G. Ballard finna vit kortini í meistaraverkinum ?The Voices of Time?. Søgan fer fram á onkrum slag av vísindaligum setri, sum er bygt tætt við eitt vatn. Á setrinum eru bæði klinikk og starvsstovur, umframt hús hjá starvsfólkum og vísindafólkum at búgva í. Høvuðspersónar í søguni eru nervaskurðlæknin Robert Powers og lívfrøðingurin Whitby. Sum heild tykist søgan at vera ein roynd at lýsa menniskjans royndir at glímast við ella at sættast við ? ella at rísa upp um - lívfrøðiligar og kosmiskar blindgøtur. Tær vísindaligu royndirnar miseydnast fullkomiliga, tær poetisku ella mysticistisku tykjast at hýsa einum sindri av vón.
Baksýnið fyri tí, sum hendir í søguni, og sum fer fram á setrinum, er lutvís fyribrigdið entropi, og lutvís, og kanska tengt at tí fyrra, eitt slag av alheimligum andaleypi. Ein kólnandi sól hevur við sær økt geislavirkni, sum so aftur m.a. elvir til, at menniskjuni sova meira, og at nøkur lúta fyri einum langtíðar svøvnsyndromi. Samstundis boða signal frá Canes Venatici frá, at alheimurin nærkast endanum. Lívfrøðingurin Whitby hevur havt eitt grun um, at menniskjans sokallaðu ?sovandi ílegur? kunnu hýsa onkrum guddómligum boðskapi, og at tað tí, nú so nógv leikar á, ræður um við geislan at gera hesar ílegur virknar. Hansara royndir við hesum hava vanlukkuligar avleiðingar. Whitby tekur seg av døgum, men høggur fyrst eina jungska mandalu í botnin á einum svimjihyli. Robert Powers verður meira og meira bergtikin av hesum gátuføra tekini og stoypir til endans sjálvur eina mandalu av sama slag. Mandalatekinið tykist í søguni at umboða eina eysturlendska roynd at koma á tal við alheimsins ósæddu maktir.
?Tíðarinnar røddir? er, bæði hvat viðvíkir sniði og tematikki, eitt stórfingið dømi um, hvussu sf-bókmentir, frá at vera ein ofta innantóm malan rundan um eitt nú tíðarmaskinur og ? meira og minni óinteressant - rúmdarmenniskju, kunnu hevja seg upp undir liðina á tí bókmentaliga meginrákinum. Søgan lýsir menniskjans støðu yvir av alheiminum og sigur bæði frá svartskygni og bjartskygni, misáliti á skynsemi og ratio, áliti á ta intuitivu, skaldabornu leiðina. Tað ítøkiliga gráa betongið umskapast til eina kosmiska mandalu. Tíðarviðgerðin kemur til sjóndar móti endanum á søguni, tá tann (kvasi)vísindaligi rithøvundurin J.G. Ballard má víkja fyri yrkjaranum. Robert Powers sessast í síni kosmisku ímynd, og sum hann smýgur út úr tí liniera tíðarfongslinum, hoyrir hann røddina frá Canes Venatici:

Sum ein endaleys á, so breið, at hennara bakkar vóru handan sjónarringin, floymdi hon ótarnað ímóti honum, ein ómetalig tíðarflóð, sum breiddi seg úteftir, til hon fylti himmalin og alheimin og sveipti seg um alt sum var í teimum. Hon rann makliga, ein nóg illa varnaðist ferðina á hennara tignarliga ráki, men Powers visti, at hennara kelda var sjálvt alheimsins upphav ... Rundan um hann kámaðust umgerðirnar á fjøllunum og vatninum, men mandalamyndin dagaði áhaldandi fyri eygum hansara, sum ein kosmisk klokka, ið skygdi á ta breiðu vatnskorpuna á ánni. Meðan hann alsamt stardi at henni, føldi hann sítt likam spakuliga loysast upp, tess kropsligu dimensjónir runnu saman við tí ómetaliga samfelda streyminum, sum rak hann út í miðjuna á tí velduga flógvanum ... oman eftir ævinleikaáar breiðkandi víddum.

Í fyrsta parti av hesi ritroynd varð nevnt, at J.G. Ballard er ávirkaður av surrealistiskari myndlist. Hetta sæst m.a. týðiliga, um ein hyggur at, hvussu hann í summum av sínum søgum roynir at relativisera sjálvt tíðarhugtakið. Nakrir av surrealistunum, eitt nú bæði de Chirico og Salvador Dali, taka tíðina til viðgerðar í sínum verkum, sum sæst av eitt nú teirra ?tíðleysu? landsløgum og teirra áhuga fyri urum og klokkum. Dali las ein hóp um bæði støddfrøði og alisfrøði, og hann roknaði Einstein sum eina av sínum mætastu fyrimyndum. Ein eigur at gera sær greitt, at listafólk sjáldan hava veruligt vísindaligt innlit, men at summi teirra eftir førimuni, og á sín hátt, royna at viðgera t.d. alisfrøðilig framstig. Tey bleytu urini hjá Dali eru hansara máti at geva relativitetsástøðinum hjá Einstein myndlistarligt útlát. Í stuttsøguni ?The Terminal Beach?, sum helst er eitt av Ballards høvuðsverkum, finna vit vendingina ?kvantisk tíð? (quantal time). Traven, høvuðspersónurin í søguni, roynir at sættast við ? og fáa sálarbót fyri ? eitt kjarnorkukríggj, eitt alheimligt armageddon, sum eftir vanligari tíðarrokning ikki er komið. Við ?kvantiskari tíð? tykist Ballard, sum eisini í ?The Voices of Time?, at sipa til eitt hugtak, har tíðin ikki longur er ein teinur, myndliga lýst við tíðarpílinum, men har fortíð og framtíð flatna og onkursvegna renna saman.
Um vit nú taka tráðin uppaftur ? um gávuna hjá Cro-Magnon-menniskjanum at skapa symbol ? so er J.G. Ballard ein rithøvundur, sum við óvanligum medviti og konsekvensi arbeiðir við ímyndum. Hansara ímyndaheimur er óvanliga rúmur og fevnir lutvís um algongd symbol, men úrvalið, endurtøkurnar, samansetingin og mátin hann brúkar ímyndirnar uppá geva symbolistinum og imagistinum J.G. Ballard sítt heilt serliga merki. Rósa og lilja, ravnur og dúgva, hesar og aðrar ímyndir eru kendar úr klassiskum bókmentum og ganga aftur hjá nútíðar rithøvundum. Eyðkent fyri Ballard er, at hann, umframt at geva lutum og kyktum úr tí gamla heiminum sess í síni illumineraðu bókmentaligu kirkju, tykist at hava trároynt 20. aldar funktionalistiska og surrealistiska gerandisdag, okkara byggilist, ferðslutól, vápn, hentleikar, allar okkara tøkniligu formar. Tann niðurlagdi svimjihylurin í ?The Voices of Time?, bumbuskýlini í ?The Terminal Beach?, marghæddaðar bilparkir, yvirvaksnar futuristiskar vegasamankomingar og rundkoyringar ? nútíðarmyndir sum hesar verða í ritverki Ballards til emblem. Tað er nakað merkiligt og grípandi við hesum sofistikeraða rithøvundinum, sum hevur búð meginpartin av sínum lívi í Shepperton uttan fyri London, og sum framvegis megnar at hyggja at teimum tornum og rimaverkum úr stáli og betongi, sum eru okkara gerandisdagur, við barnsins undrandi eygum.
Hvat merkja hesar ímyndir? Í fyrsta lagi vita vit frá høvundinum sjálvum, at hann fatar okkara modernaðu futuristisku formar sum frávarp runnin úr menniskjans sál, sum mental landsløg. Haraftrat kann ein og hvør, sum bara brúkar gonguvit, skjótt koma eftir, at ein ávís angist er knýtt at okkara modernaðu stremban, vit byggja okkara risaskip og okkara veldugu snarflogfør ? bæði Titanic og tann supersoniska flúgvaran ? við einum frískligum sjálvsáliti, men samstundis anir í okkara sál ein platonskur nemesisótti, minnið um tað hástóra Atlantis, sum gudarnir lótu søkka í eini veldugari vatnflóð. Ein farri av hesi angist streymar gjøgnum ritverkið hjá Ballard, og sum lýsari av tí modernaða vanlukkuóttanum ? sum vit í dag síggja lýstan, á løriftinum, av hundraðtals vatndeyvum og dygdarsørum sápuoperum - er hann helst eitt fitt petti undan síni tíð.
Umframt tær ímyndir sum longu eru nevndar, finna vit í skaldsøgunum og stuttsøgunum hjá Ballard eitt nú: avlagdar flogvøllir, útvarpsteleskop, sandheyggjar, deyðar fiskar, gággur, skriðdjór, sorlað rúmdarskip, tómar býir, bygningar undir í vatni ella sandi, tyrlur, krokodillur, uttandura biografar, tóm, hvít hotell, koralloyggjar osfr.
Ballard-serfrøðingurin David Pringle hevur í einum gitnum essay viðgjørt hetta ímyndaliga universið. Hann leggur í síni grein dent á, at Ballard er ikki ein stívrendur, didaktiskur høvundur, sum við fremstafingri á lofti vil fortelja sínum lesarum sannleikan um lív og deyða, men at hann nettup er skald, og at hansara ímyndaheimur av tí sama er margtýddur og gátuførur. Hansara niðurstøða er kortini, at talan er um eina stigskipan (eitt hierarki) av ímyndum, sum allar leysliga kunnu savnast undir fýra meginsymbolum, sum eru: hav, sandur, betong og krystall. Hesar høvuðsímyndir tykjast aftur at vísa til fýra univers: fortíð, nútíð, framtíð og ævinleikan.
Til seinast í hesum parti fari eg stutt at nema við tað fyrsta av hesum universum. Ímyndirnar í skaldsøguni The Drowned World siga frá einum drátti aftureftir móti tí havi, haðani alt lív upprunaliga er sprottið, og tí vatni, sum er grundin undan menniskjans fyrstu mentanum, eitt nú teirri egyptisku og ríkinum rundan um Eufrat og Tigris. Talan tykist at vera um ein vatnlongsul, sum lutvís verður lýstur sum eitt slag av lívfrøðiligum bakráki, ein afturvendan til eitt farið søguligt stig, og lutvís sum ein sálarligur rangdráttur, eitt slag av menningarligari regressión. Hetta seinasta fyribrigdið verður, meistarliga og samstundis sera óhugnaliga, lýst í stuttsøgum sum ?Mr F. Is Mr F.?, ?Now Wakes the Sea? og ?The Gioconda of the Twilight Noon?.