tí at tey ikki hava sæð seg føran fyri at gjalda kostnaðin, er ikki meira komið burturúr. Fiskivinnuskúlin hevur tó ikki slept hesum endanum, og tíðliga á sumri í 1996 gjørdu vit uppskot til »Karmar um [...] m í fiskivinnumálum at veita stuðul til m.a. menning av góðskuleiðarum og til innanhýsis skeið, upplæring o.l. Lógin heimilar tó ikki, at stuðul verður veittur til lønir ella aðrar samsýningar í tíðini [...] rætt hond frá síðu fyri at skipa styttri skeið til teirra, sum starvast í fiskivinnuni á landi. Hetta er tó ikki so. Longu í 1991 beyð fiskivinnuskúlin sær til at fara undir slíkt skeiðsvirksemi, og uppskot
búskapurin er »voldsom overophedet». Tók ikki ávaringarnar fyri fult? ? Vóru ávaringarnar hjá Ráðgevandi nevndini ikki tiknar til eftirtektar. Hevði forsætisráðharrin ikki skyldu at gera nakað fyri at steðga [...] hetta embætið, hevur hann ikki gjørt viðmerkingar til gongdina í Føroyum, síðani hann fór frá í 1992, og sum nakað av tí seinasta í forsetastarvinum lat føroyingum rættindini til undirgrundina. Sosialurin [...] september 1992, at nú fór eg at lata øll rættindi til føroysku undirgrundina til føroyingar, og tað fegnaðist teir um. 22. desember 1992 kom Poul Schlüther til Føroya og avtalan um undirgrundina varð undirskrivað
dagin í dag til at hoyra sjónarmiðini hjá teimum ymsu pørtunum. Formaðurin í vinnu-nevndini sigur, at talan er um so stórar broytingar, at skal nevndararbeiðið gerast til lítar, verður tað ikki liðugt at [...] ini, sigur, at vinnunevndin fer ikki at leypa framav, men fer at viðgerða málið væl og virðiliga. ? Talan er um so nógvar og grundleggjandi broytingar, at eg dugi ikki síggja, hvussu vit kunnu verða liðug [...] bólkarnar enn meiri av lagi. Hann vísir eisini á, at í uppskotinum til broytingar, sum nú eru lagdar fyri tingið, eru so nógvar tilvísingar til ymsar greinir í lógini, at uppskotið er rættiliga fløkt og torskilt
stílar Tórshavnar kommuna ikki. ? Vit halda, at tað er fyrst og fremst ein landsuppgáva at gera nýggjan flogvøll. ? Kommunan fer so ikki undir hann. Men hvat vit kunnu hjálpa til, er ein onnur søga sigur [...] síggja, hvat tað verður til seinni. Hann sigur, at kemur tað so langt, verður talan um ein stóran pall, við hangari at seta tyrlu í og allari aðrari útgerð sum annars hoyrir til ein framkoman tyrlupall [...] tyrlupall. Hvat ein slíkur fer at kosta, veit hann ikki. Hann dylir ikki fyri, at kommunan hugsar um oljuvinnuna táið hesin spurningurin er umrøddur. ? Men vit hugsa eisini um tyrluflúgvingina innanoyggja, sigur
Skúvadal Sp/f ikki avlýst meiri enn neyðugt av teirri orsøk. ? Vit fóru fyri nøkrum árum síðani at gera túrar suður gjøgnum Vestmannasund - undir Trøllkonufingur - tá veðrið ikki var til vildar undir [...] har vanliga ikki so nógv er at síggja, sigur Bjarki, og leggur afturat at heilt nógv av sildbera eisini hevur verið at sæð. Avlýsa ongantíð Sjálvt um tann nógva vesturættin hevur gjørt, at ikki hevur verið [...] fleiri, serliga føroyingar, tíma ikki tann túrin, og bíða heldur eftir betri líkindum undir Vestmannabjørgunum. Barbara riggað væl Skúvadal Sp/f fekk í fjør ein nýggjan bát til túrarnar undir Vestmannabjørgini
Hátíðardámurin er goymdur burtur, og vinnulív og heimalív er við at finna aftur til tað dagliga, samstundis sum skúlarnir gera klárt til í komandi viku at taka ímóti teimum, sum fara undir eitt nýtt skúlaár. Veðrið [...] nógv fólk var til morgunmatar hjá býráðnum er ilt at meta um, men tað vóru omanfyri tvey túsund og kanska væl fleiri omanfyri tað talið. Føroya Bjór skonkti jolly og pylsnarøl, men vit hava ikki frætt, hvussu [...] og undraðust yvir, at áin ikki er størri, enn hon er, og at hyljarnir báðir, sum frá fyrst í øldini og sjeyti ár fram vóru karmarnir um alla svimjiundirvísing í Klaksvík, ikki eru størri, enn teir eru.
og tá hevur hann ivaleyst fingið hugskotið til at vitja aftur, hesuferð við manning síni. Konsertin var sera moderat, við frálika góðum og tilpassaðum ljóði til tey flestu oyruni, og byrjað var sera varliga [...] sluppu gestirnir ikki, nei lurtarafjøldin vildi hava meir. Og meiri sang fingu vit. Enska lagið »He heals the brokenhearted« og »Nåde være med dere« í føroyskari týðing fingu vit loyvi til at syngja saman [...] hann hevur møtt, og vit sum vanlig menniskju hava so lætt við at gera okkum ósjónlig í mongdini og ikki siga hvørji vit eru. Tað gerst lætt at gerast ein úlvur í lambsskinni, sum bert er úti eftir at finna
fronskum og ikki minst tí sokallaðu fronsku rættarskipanini. ? Eg veit ikki hvat mann skal kalla hetta. Tað eitur seg at verða ein fronsk rættarskipan, men tá franska rættarskipanin ikki røkkur, so tykir [...] fyri við býarrættin og har var avgjørt, at hann ikki skuldi fáa passið aftur, sum myndugleikarnir høvdu tikið frá honum. Hesa avgerð vildi Sigmundur ikki góðtaka og hann kærdi tí málið. Viðgerðin í tí »lokala [...] skuldi koma fyri 28. juli, men tá var tað útsett í fjúrtan dagar til í dag. Men hvussu tað fer at spæla av, veit Sigmundur einki um. ? Eg veit ikki hvat eg skal vanta, sigur Sigmundur. ? Málið skal fyri í einum
ein meiriluti av teimum fólkavaldu vilja ganga hesa leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð verða fólk, sum ikki vilja broytingar, sum leggja nógva orku í at mótarbeiða, sum [...] Henda mótstøða er ikki bara av tí ónda, hon gevur eisini teimum framburðssinnaðu nýggjar kreftir at fyrireika sína ætlan enn betur. Tunnar grundgevingar frá andstøðuni Men eg kann ikki lata verða við at [...] Sambandsflokkinum var rættiliga tunn. Teir koma ikki longur enn at siga, at um vit kvetta í dag, so? um blokkurin verður tikin burtur í morgin, so? Men tað er jú ikki tað, sum vit ætla - æraðu tingmenn, vit ætla
sindur av sjógvi ímillum seg og hini, og um henda støðan heldur sær fram til 5. september, tá leirvíkingar skulu til Sands, er lagt upp til ein sera spennandi dyst við Maginskúlan. Tað má eisini sigast at gera [...] B71 hevur sett kósina upp móti 1. deild. Tað sær tað í øllum førum út til, eftir at sandoyingar leygardagin megnaðu at vinna tøttu uppgerðina móti FS Vágum. Dysturin var mestsum liðugur, og spælt varð [...] varð snittaður víðari, og har kom Kári, sum hevði fylgt við fram, og setti bóltin í netið. Tað var ikki heilt í tráð við dystargongdina, at B71 skuldi fara við øllum. Men soleiðis gongur tað ofta, tá oddaliðini