Tað er neyðugt at gera arbeiðið ordiligt

Tað er nógv sum talar fyri, at ætlanin at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap fer at draga út. Formaðurin í vinnunevndini sigur, at talan er um so nógvar broytingar, at tær kunnu ikki viðgerast ordiliga upp á tveir dagar

Tað er nógv sum bendir á, at John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum noyðist at brynja seg við toli.

Í hvussu so er eina tíð.

Tí tað er nevniliga nógv, sum bendir á, at tað fer ikki at ganga heilt eftir ætlan við ætlanini at broyta lógina um vinuligan fiskiskap.

Í farnu viku legði hann uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Fríggjadagin varð tað beint í vinnunevndina.

Og har var ætlanin, at tað skuldi verða avgreitt so at tað kundi verða lagt fyri tingið aftur í morgin.

Og síðani skuldi tingviðgerðin ganga skjótt, so at broytingarnar kundi verða lýstar og koma í gildið táið nýtt fiskiár byrjar 1. september.


Fer ikki at ganga

Men tað fer neyvan at ganga so lætt, sum ætlanin var.

Vinnunevndin fór undir arbeiðið í gjár og skuldi halda fram í dag.

Men hon verður neyvan liðug í dag

Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at vinnunevndin fer ikki at leypa framav, men fer at viðgerða málið væl og virðiliga.

? Talan er um so nógvar og grundleggjandi broytingar, at eg dugi ikki síggja, hvussu vit kunnu verða liðug í dag.

Hann sigur, at av tí at talan er um so grundleggjandi broytingar, sum ætlanin er at fremja, er tað neyðugt, at viðgerðin í vinnunevndini verður nágreinilig og at nevndin fær neyðuga tíð at viðgera allar spurningarnar væl og virðiliga.


40 broytingar

Heini O. Heinesen sigur at alt í alt er talan um 40 broytingar, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap.

? Talan er í summum førum um rættiliga grundleggjandi broytingar.

? Eitt nú verður skotið upp at leggja bólk 3, sum eru línuskipini og bólk 4 B, sum eru teir stóru útróðrarbátarnar saman, so at fiskidagar kunnu umsetast ímillum teir bólkarnar.

Heini O. Heinesen sigur at hetta eru so mikið grundleggjandi broytingar, at tað verður neyðugt at kalla fólk, t.d. partar í málinum, til fundar í vinnunevndini at hoyra teirra áskoðan um hesar broytingar.

Hann hugsar eitt nú um vinnufeløgini, hvørs viðurskifti hesar broytingar fara at ávirka.

? Tí tað kann t.d. henda, at útróðrarbátarnir verða rættiliga nógv verri fyri við hesi broytingini og tað verður neyðugt at hoyra, hvat teir halda um broytingina.

Somuleiðis heldur hann, at tilmælið hjá fiskivinnusatarvsnevndini er beinleiðis í stríð við lógina.

? Starvsnevndin, mælir til atlækka dagarnar hjá øllum, uttan línubátunum, hóast tað eru teir, sum hava fiskað mest.

? Línubátarnir liggja omanfyri tann prosentpartin av samlaðu veiðini, sum teir eiga.

? Skulu so allir aðrir bókar skerjast, fer prosentbýtið millum bólkarnar enn meiri av lagi.

Hann vísir eisini á, at í uppskotinum til broytingar, sum nú eru lagdar fyri tingið, eru so nógvar tilvísingar til ymsar greinir í lógini, at uppskotið er rættiliga fløkt og torskilt at lesa, so tað krevur sína tíð.

Hann heldur eisini, at tað er ein óskikkur at leggja so nógvar broytingar fyri tingið, samstundis sum fiskidagatalið skal ásetast.

? Fiskidagarnir skuldu verðið lagdir fyri tingið fyri seg, og skuldu aðrar broytingar verðið lagdar fyri tingið fyri seg, táið góðar stundir vóru til at viðgera tær.


Sumt má bíða

Heini O. Heinesen sigur, at í gjár skuldi vinnunevndin viðgera, hvussu farast skuldi fram og, m.a., hvør skuldi kallast til fundar.

Ætlanin var so m.a. at brúka dagin í dag til at hoyra sjónarmiðini hjá teimum ymsu pørtunum.

Formaðurin í vinnu-nevndini sigur, at talan er um so stórar broytingar, at skal nevndararbeiðið gerast til lítar, verður tað ikki liðugt at leggja fyri tingið í morgin.

Hann leggur afturat, at hann er sinnaður at brúka ta tíðina, tað tekur at viðgera málini væl og virðiliga, tí tað heldur hann er neyðugt.

? Annars er fryktandi fyri, at tað verður bara okkurt tilvildarligt, sum verður samtykt, uttan at tingmenn reiðiliga fáa sett seg inn í málið og uttan at teir tískil reiðiliga vita hvat teir gera.

Heini O. Heinesen sigur, at hansara ætlan er at viðgerða tær broytingar fyrst, sum ?ongi bein eru í?, sum hann tekur til.

Somuleiðis ætlar hann, at at nevndin fer at til eitt fiskidagatal.

? Ætlanin er so at leggja tilmælini um fiskidagatalið og tær smáu broytingarnar fyri tingið í morgin.

? Men tilmælið um hinar broytingarnar má so bíða til vit hava havt stundir at viðgerða tær væl og virðiliga, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Annars fýlist hann á, at hagtølini yvir, hvat hvør bólkur hevur fiskað, eru ov vánalig so tað er ilt at vita akkurát hvar teir ymsu skipabólkarnir flóta.