Umhugsa at gera stóran tyrlupall á Glyvursnesi

Tórshavnar Býráð hevur lagt streymkáplar út á Glyvursnes, tí um eina viku byrja tær umfatandi veðurmátingarnar, sum skulu verða grundarlagi undir málinum um at gera flogvøll á Glyvursnesi

Um eina viku fer Tórshavnar kommuna undir umfatandi veðurmátingar úti á Glyvuyrsnesi.

Úrslitið av teimum verður ein týðandi partur av grundarlagnum undir málinum um at gera nýggja flogvøll á Glyvursnesi.

Men so høgt stílar Tórshavnar kommuna ikki.

? Vit halda, at tað er fyrst og fremst ein landsuppgáva at gera nýggjan flogvøll.

? Kommunan fer so ikki undir hann. Men hvat vit kunnu hjálpa til, er ein onnur søga sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Leivur Hansen sigur, at tað, sum kommuna nú umhugsar, er at gera ein stóran tyrlupall úti á Glyvursnesi.

Hann leggur tó dent á, at enn er onki samtykt av nøkrum sum helst slag.

Tó heldur hann, at tað kundi verið ein loysn at sett hol á flogvallarútbygging á úti á Glyvursnesi við einum tyrlupalli sum fyrsta stig í eini møguligari størri ætlan.

? So kunnu vit altíð síggja, hvat tað verður til seinni.

Hann sigur, at kemur tað so langt, verður talan um ein stóran pall, við hangari at seta tyrlu í og allari aðrari útgerð sum annars hoyrir til ein framkoman tyrlupall.

Hvat ein slíkur fer at kosta, veit hann ikki.

Hann dylir ikki fyri, at kommunan hugsar um oljuvinnuna táið hesin spurningurin er umrøddur.

? Men vit hugsa eisini um tyrluflúgvingina innanoyggja, sigur hann.

Hann vísir í hesum sambandi á, at Atlantsflog hevur úttalað, at tað hevði ligið væl betri fyri at lagt innanoyggja tyrluflúgvinga til rættis útfrá Havnini, enn tað ber til nú.

Men hann minnir eisini á, at málið um innanoyggja flúgving við smáum flogførum er aftur uppi beint nú.

Og í tí sambandinum kundi tað verið áhugavert at viðgjørt spurningin um at gjørt ein stuttan flogvøll úti á Glyvursnesi.


Í hálvt annað ár

Men hvussu og hvat og alt annað, veit kommunan nógv meiri um um hálvtannað ár, tí tá eru veðurmátingarnar á Glyvursnesi væntandi lidnar.

Kommunan hevur nýliga lagt streym út á Glyvursnes.

Og um eina viku koma finnlendingarnir, sum lata mátiútgerðina, hendavegin at seta hana upp, saman við fólki frá býráðnum og ráðgevarum býráðsins í flogvallarmálinum, Rambøll í Danmark.

Útgerðin verður sett upp 116 metar yvir havinum, beint í teirri linjuni, sum ein møguligur flogvøllur, ella tyrlupallur kemur at ligga

Veðurmátarin skal so máta vindferð, skyhædd og sýnið úti á Glyvursnesi í hálvtannað ár.

Tað er Meteorologisk Institutt, sum stendur fyri tí arbeiðnum og fær allar upplýsingarnar frá mátiútgerðini til viðgerðar.

Upplýsingarnar verða so grundarlagið undir teirri víðari viðgerðini av flogvallarviðurskiftunum á Glyvursnesi sum heild

Vindmátingarnar kosta kommununi 500.000 kr.