Skeiðstilboð til fiskaídnaðin

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, hevur seinastu árini javnan gramt seg um, at tørvur er á styttri útbúgvingartilboðum til arbeiðsfólk, sum starvast í føroyska fiskaídnaðinum.

Og rætt er tað. Í síðstu viku var hon aftur frammi við hesum evninum í Útvarpinum.

Tá Ingeborg ber hetta upp á mál í fjølmiðlunum, so tykist tað sum um, at ongin hevur rætt hond frá síðu fyri at skipa styttri skeið til teirra, sum starvast í fiskivinnuni á landi. Hetta er tó ikki so.

Longu í 1991 beyð fiskivinnuskúlin sær til at fara undir slíkt skeiðsvirksemi, og uppskot um fyribils skeiðsskipan varð løgd fyri útbúgvingarráðið á skúlanum (vinnufeløgini) sama árið. Tá uppskotið varð lagt fram, fingu vit greitt at vita frá Ingeborg Vinther, at hetta var ein spurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldu taka sær av. Síðan hendi ikki meira tá.

Men longu árið eftir hava onkrar ætlanir verið frammi, tí í røðu míni til lidnu næmingarnar á Fiskivinnuskúlanum á sumri í 1992, segði eg m.a.: »?tí er tað gleðiligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum ætla at skipa skeið fyri fólk í flakavinnuni, og at ætlanin er at fáa gongd á longu aftaná summarfrítíðina«. Hóast hetta eru ongi skeið skipað seks ár seinni.

Fiskivinnuskúin hevur ongantíð slept ætlanunum um at skipa fyri slíkum skeiðum, men tann brennandi spurningurin hevur verið, hvør skal gjalda fyri skeiðini og møguliga løn til arbeiðsfólkini, meðan tey eru á skeiði. Seinastu árini hevur skúlin einar tvær ferðir boðið virkjunum at skipa fyri slíkum skeiðum. Nøkur virki hava víst áhuga at senda fólk á slík skeið, en av tí at tey ikki hava sæð seg føran fyri at gjalda kostnaðin, er ikki meira komið burturúr.

Fiskivinnuskúlin hevur tó ikki slept hesum endanum, og tíðliga á sumri í 1996 gjørdu vit uppskot til »Karmar um skeið í fiskaídnaði«, sum umfataði 5 styttri skeiðseindir í fiskaídnaði. Uppskotið varð gjørt í samráð við umboð fyri vinnuna, og tann fyrsta skeiðseindin varð roynd í verki saman við Arbeiðsloysisskipanini stutt eftir.

Spurningurin um, hvør skal gjalda fyri útbúgvingartilboð til teirra, sum starvast í fiskaídnaðinum á landi, hevur tí í fleiri ár verið ein asta forðing fyri, at slík tilboð kunnu setast í verk. Í fjør kom ein lóg í gildi, sum heimildar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at veita stuðul til m.a. menning av góðskuleiðarum og til innanhýsis skeið, upplæring o.l. Lógin heimilar tó ikki, at stuðul verður veittur til lønir ella aðrar samsýningar í tíðini fyri skeiðsluttøku, upplæring o.l.

Tá uppskotið til fíggjarlóg fyri 1998 var til umrøðu í tinginum síðsta heyst, var spurningurin um útbúgvingartilboð til teirra, sum starvast í fiskaídnaðinum á landi, enn einaferð havdur á lofti.

Tá nevndi John Petersen, landsstýrismaður, at møguliga áttu broytingar at verið gjørdar í fyrr nevndu lóg, soleiðis at endurgjald fyri lønir eisini vórðu umfataðar av lógini.

Vit her á Fiskivinnuskúlanum tóku landsstýrismannin upp á orðið, og í skrivi 20. oktober í fjør, sum m.a. varð sent til John Petersen og Eilif Samuelsen, táverandi landsstýrismann í undirvísingarmálum, boðaðu vit frá, at vit vóru til reiðar at far aundir at skipa skeið fyri arbeiðsfólk í fiskivinnuni á landi, um tað fíggjarliga grundarlagið varð fingið upp á pláss. Síðan hava vit onki hoyrt aftur hesum viðvíkjandi.

Fiskivinnuskúlin bjóðar í løtuni tvey og trý ára útbúgvingar til teirra, sum ætla sær eitt framtíðar starv í tí føroyska fiskaídnaðinum ella í alivinnuni. Fjøldin av teimum, sum starvast í vinnuni, hava húsalán og aðrar fíggjarligar skyldur at røkja, og kunnu tí neyvan nýta so langa tíð til útbúgving. Tí eru vit samd við formannin í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, í tí, at tørvur er á styttri skeiðstilboðum fyri at bøta um fakliga førleikan hjá teimum, sum virka okkara útflutningsvøru.

Vit hava í Føroyum øll handa slag av útbúgvingum, sum tað almenna rindar kostnaðin av. Tí skuldi tað verið sjálvsagt, at tað almenna eisini tekur um endan, tá talan er um at menna kunnleikastøðið hjá teimum, sum virka í útflutningsvinnuni. Sjálvur eri eg onga løtu í iva um, at ein tílík íløga fer at bøta um trivnaðin og nøgdsemið hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og í longdini fer hon eisini at økja um útflutningsvirðið.

Vit á Fiskivinnuskúlanum eru tilreiðar at fara undir slíkt skeiðsvirksemi, um prátið seinsatu árini verður avloyst av praktiskum loysnum.


Vestmanna 8.8.98.

Jákup Andreasen

skúlastjóri

á Fiskivinnuskúlanum