Fjøldin visti ikki rættiliga, hvat hon kundi vænta sær. Onkur helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu øll eins [...] meira enn sett á tað, so sleptu teir tí fyri at fara um nýútsettan klassiskan tónleik hjá Grieg til spanskt flamenco, og vit sluppu tá av álvara at hoyra, at tað vóru virtuosar á hvør sínum ljóðføri, sum [...] áskoðarafjøldina. Men eg mátti geva andlitsbrái hansara rætt: Tað er óluksáliga synd, at tá ið tað endiliga koma so góðir tónleikarar hendavegin, so er ikki ein sál og lurtar...
Hvítu Húsunum. Tað er jú bert ein av bumbunum, sum er sprongd. Spurningurin er, hvar hinar níggju eru, og hvagar tær eru á veg. Á odda fyri jagstranini eftir horvnu spreingihøvdunum er Dr. Julia Kelly og [...] og Tom Devoe, obertur. Hon kennir allar tær røttu kanalirnar, men í eini spentari støðu er tað nú gott, at hann skilir at arbeiða eftir instinktinum. Sporið leiðir tey via Wien, har tey næstan verða likviderað [...] bumban er avmonterað, so han kann krógvast í einum ryggsekki, og hon er á veg móti einum ókendum máli. Hesa ferð mugu Kelly og Devoe leita tættari heimlandinum, enn tey vilja. Niðurteljingini er farin í
kt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi á fundi mikudagin at geva Birgiri Kruse eina journalist-virðisløn, sum er eitt ferðalegat fyri sendirøðina [...] latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku londini [...] rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð. Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn Martin
til at gera sáttmála við felagið. 33-ára gamli Kaj Leo Johannesen hevur ikki ætlanir at gevast við fótbóltinum ella at skifta felag, men hann hevur ikki hug at gera sáttmála við HB. Eg ætli mær at spæla [...] luftaðu tankanum um partvís yrkisfótbólt í felagnum. Ætlanin er at stova partafelag, sum skal reka 1. deildarfótbóltin hjá HB, og ætlanin er at gera sáttmála við allar spælararnar á 1.liði. Men ein av s [...] Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum serliga teimum ungu at gerast partvís
mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn talan í dag um eina diktatoriska málstøðu. Ongantíð er í dag so stórur [...] lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn [...] hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan
frá sagt, at Katharina er læraralærd í Kjøpinhavn, at hon har hevur kent skaldið Grím, men at hon nú er flutt heim fyri at taka upp starv. Hon gerst unnusta hjá læknanum Julius Helms, sum er ólukkuliga [...] hann fer undir at saga hetta sundur. Hvør fríløtan fer við hesum arbeiði, og hann hevur úr at gera at ansa eftir, at grannar og børn ikki fara avstað við nøkrum, hóast ætlanin bert er at koyra alt í komfýrin [...] vaksin kvinna sær at svimja, og bygdin fer á gos, tí hvørjum líkist tað? Hendan kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar
Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og [...] sunnudagin til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Bæði Neistin og StÍF vunnu teprar sigrar á Stjørnuni í Klaksvík, og nú sleppur Kyndil so at royna seg. Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur [...] kvinnurnar hjá Kyndli gjørdu grannunum í Hoyvík kynstrið eftir við at vinna oddadystin í kvinnudeildini. Hjá monnunum hevur H71 møguleika at fáa revansju fyri einasta tapið í landskappingini í ár, tá teir
Samvinnufelag Fiskimanna, Hon & Hann, Línbúðin, Siri, Niels Arge, Akkuleya, Trónd Hansen, Daniella, Fótbúni, Sóljan, Salong Ása og Salong Tóta. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil [...] ið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat. [...] seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva við at fara á sýning. Luttakandi handlar eru: Vogue, Benetton
týdningi til at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið »Bíbliu-panorama« ger«. Áhugavert er at blaða gjøgnum [...] sagt: »Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds«. Bókin er sera vøkur á at líta og má sigast at vera fr [...] fororðunum lesa vit: »Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir
Áin hon rennur, ja, vøkur hon er, og hon ongum menniskja nakað ger hana Gud okkum gav í hesi verð, men takast hon skal og undir fer. Hvat er tað fyri lóg og rættur, sum okkara bygd skal raka? Vendið tit [...] ikki vera hjá nøkrum í iva, at vit fáa høvi í hesum plássi at liva. Og hvat við hesari stýrisverð, hvat er hetta, sum hendir og fer í gerð, nei, ei tit hugsa, meðan dagur er, at alt verður máað og til grundar [...] um ánna at kjaka. Gud okkum hesa bygd hevur skapað við skúmandi áum, sum tit nú skulu taka, lat okkum bygd og áir ei tapa, av menniskjaávum umhvørvið saka. Politikarar, frá tykkum er lítið at hoyra, steðgið