Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva við at fara á sýning.
Luttakandi handlar eru: Vogue, Benetton, Wrangler, Pf. 29, Kallkyn, Skálabúðin, Mótaskálin, Samvinnufelag Fiskimanna, Hon & Hann, Línbúðin, Siri, Niels Arge, Akkuleya, Trónd Hansen, Daniella, Fótbúni, Sóljan, Salong Ása og Salong Tóta.
Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini.
Atgongumerkið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat.