Tónleikarar í toppformi

Og tað vóru áhoyrararnir eisini hetta kvøldið saman við duoini Veski/Kalluste, tó at teir ikki vóru fleiri enn einir 30-40. Sjálvt um tað í skránni stóð, at tað skuldi vera ein klassisk konsert, so gjørdi Norðurlandahúsið í Útvarpinum vart við, at tað heldur var jaz

zur, ið hesir báðir estlendingarnir framførdu.

Fjøldin visti ikki rættiliga, hvat hon kundi vænta sær. Onkur helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu øll eins nógv rætt, sum tey høvdu skeivt, tí at tilfarið var ein samankókaður pottur av vitbornum spæli við tónleikasløgum.

Teir løgdu út við at spæla modernaðan jazz við íblástri úr gomlum estlendskum og norðurlendskum fólkatónleiki, og vit á áhoyraraplássunum hildu okkum beinanvegin hava sett teir í bás. Sum teir sjálvir greiddu frá, so høvdu teir í sambandi við mentanarvikuna sett saman eina skrá av tónleiki við uppruna í baltiskari og norðurlendskari mentan.

Men teir høvdu ikki meira enn sett á tað, so sleptu teir tí fyri at fara um nýútsettan klassiskan tónleik hjá Grieg til spanskt flamenco, og vit sluppu tá av álvara at hoyra, at tað vóru virtuosar á hvør sínum ljóðføri, sum so einsamallir stóðu á stóra pallinum í Norðurlandahúsinum.

Tað hevði óivað frøtt onkran av mongu harmonikuspælarunum í landinum at hoyrt, hvat hesin snillingurin kundi fáa burturúr hormonikuni!

Kjølfestið var tó altíð í tí baltiska og norðurlendska. Sjálvt tá ið teir leitaðu til Spania, samantvunnu teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett.


Humor

Kanska 40 fólk í hesum stóra salinum - og harav ein fittur partur baltar, sum hoyrdu til ferðalagið, men tað kendist als ikki tómligt inni. Tónleikararnir báðir fyltu salin, og fólk føldu seg væl í hesi persónligu og hugnaligu framførslu. Samskiftið við áhoyraran var heilt týðiligt og bleiv beinleiðis ítøkilig, tá teir í sambandi við eitt av eykaløgunum (teir vórðu klappaðir innaftur tríggjar ferðir!) spurdu fólk, hvat tey vildu hoyra. Skemt merkti framførsluna - bæði tónleikin og prátið hjá teimum, og salurin sat í heilum og flenti.

Hýrurin var góður, tá teir at enda lokkaði fólk aftaná sær út úr salinum, meðan teir spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur forfjónaður út um lítlu áskoðarafjøldina. Men eg mátti geva andlitsbrái hansara rætt: Tað er óluksáliga synd, at tá ið tað endiliga koma so góðir tónleikarar hendavegin, so er ikki ein sál og lurtar...