Á tólv litkortum, ið kunnu faldast út, fært tú í hesi bók eitt frálíkt yvirlit ella útsýni yvir og frágreiðing um tey sjey tíðarhúshaldini í Bíbliuni, sum umfata frelsusøgu Guds við hesum heimi í fortíð, nútíð og framtíð.
Í fororðunum lesa vit:
»Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald?
Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir eitt tíðarskeið, ið Gud hevur litið menniskjum upp í hendur undir ábyrgd fyri Honum.
Tíðarhúshaldini, ið eru sjey í tali, umfata alla mannasøguna og skifta, tá ið menniskjan ikki útinnir ábyrgd sína ? og kemur undir dóm Guds.
Frelsuætlan Guds broytist ikki frá einum tíðarhúshaldi til annað. Gud er náðiríkur móti menniskjanum undir øllum tíðarhúshaldunum, og frelsan er á øllum tíðum ? í fortíð eins og í framtíð ? grundað á deyða Kristusar og trúnna á Hann eina.
Av størsta týdningi til at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið »Bíbliu-panorama« ger«.
Áhugavert er at blaða gjøgnum bókina og síggja framhaldandi linjuna allan vegin ígjøgnum og t.d. steðga við kortið, har tú sært raðfylgjuna á kongum bæði í Ísrael og Juda og hvørjir profatarnir vóru um somu tíð. Ikki minst áhugaverd eru tey tvey seinastu kortini yvir profetisku gongdina í endatíðini.
Tvey eykaskeið eru í endanum av bókini. Tað fyrra greiðir frá muninum millum »æviga evangeliið«, »evangeliið um ríkið« og »evangeliið um náði og dýrd Guds«. Hitt seinna eykaskeiðið snýr seg um tíðina, tá ið samkoma Guds, likam Kristusar, verður rykt burtur og hvørt samkoma Guds skal fara gjøgnum ta stóru trongdina ella ikki.
Í fororðunum verður sagt:
»Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds«.
Bókin er sera vøkur á at líta og má sigast at vera framúrskarandi væl úr hondum greidd, bæði prentlistaliga og málsliga. Hon er prentað í Týsklandi og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt úr týskum.
Bókin fæst í bókabúðunum og frá forlagnum fyri kr. 150,-. Limirnir í bókaringinum hjá Leirkerinum fáa hana nakað bíligari í postinum um gott og væl eina viku.










