The Peacemaker

Sum liður í avdubbingini eru tíggju russisk spreingihøvd á veg at verða desarmerað.

 

Brádliga verður ein kjarnorkuspreinging skrásett.

Stjórnirnar um allan heimin seta allar trygdarskipanirnar í verk og ikki minst kjarnorkusmuglarabólkurin undir teimum Hvítu Húsunum. Tað er jú bert ein av bumbunum, sum er sprongd. Spurningurin er, hvar hinar níggju eru, og hvagar tær eru á veg.

Á odda fyri jagstranini eftir horvnu spreingihøvdunum er Dr. Julia Kelly og Tom Devoe, obertur. Hon kennir allar tær røttu kanalirnar, men í eini spentari støðu er tað nú gott, at hann skilir at arbeiða eftir instinktinum. Sporið leiðir tey via Wien, har tey næstan verða likviderað av russisku mafiuni, til ein anonyman lastbil eitt stað í Kaukasus. Her verða tey noydd at handla í stríð við allar reglar fyri at steðga teirri lívshættisligu lastini, áðrenn hon endar hjá hugaðum keyparum í krúttunnuni í Miðeystri.

Men jagstranin endar ikki her. Tann síðsta bumban er avmonterað, so han kann krógvast í einum ryggsekki, og hon er á veg móti einum ókendum máli. Hesa ferð mugu Kelly og Devoe leita tættari heimlandinum, enn tey vilja. Niðurteljingini er farin í gongd í miðbýnum í New York!

Á odda fyri hesi spennandi jagstran síggjast Nicole Kidman og George Clooney sum Kelly og Devoe. Mili Leder hevur leikstjórnað.