Í nívandi tilveruumskifti

»Hotel Heyst« frá 1986 er triðja og fyribils seinasta søgusavni hjá Hanusi Andreassen, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum eru fleiri søgur, har frásøgumaðurin er uttan fyri søgugongdina.«, skrivar Jógvan Isaksen í seinna partinum av greinin um skaldskapin hjá Hanusi Andreassen

Triðja og fyribils seinasta søgusavnið hjá Hanusi Andreassen er »Hotel Heyst« frá 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum eru fleiri søgur, har frásøgumaðurin er uttan fyri søgugongdina. Á onkrum øðrum øki víkja tær eisini frá.

Fyrsta søgan, við tí hugaliga titlinum »Deyðans kossur«, er um Thomas Johan Sigismund, sum alt lívið hevur sitið á ovastu rók í samfelagnum og tískil vant seg við at hava maktina. Men ein dagin noyðist hann frá fyri aldur, og hvat nú? Har fór maktin, og hann følir seg snýttan. Hann tekur sær so fyri at vitja á sjúkrahúsinum. Har kann hann so kenna seg sterkan og frískan í mun til tey, sum liggja á songini: »Her, millum slangur og sondur og høkjur og bind og lýsandi og tikkandi hjarta- og heilamálarar, livnaði Thomas Johan Sigismund upp«.

Tittulin »Deyðans kossur« sipar til, at hann, tá ið hann fer frá einum sjúklingi, mussar hendan á pannuna, men bert um teir hava verið fíggindar. Her er ein greið ábending um mafiu og cosa nostra. Seinni verður hann sjálvur soleiðis fyri, at hann verður mussaður á pannuna á sjúkrahúsinum. Hann gerst síðani eitt betri menniskja, sigst.

»Frú Marcus« eitur søga, sum í stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey hvør í sínum lagi leita eftir lukku, ikki duga sær løgini, og í heilum halda, at eydnan er eina aðrastaðni.

Fyrsta søgan í »Dóttir av Proteus«, »Hellan«, var endurminning frá ungum barnaárum, somuleiðis er »Deldavatn«. Søgurnar eru á ein hátt líkar, tær siga báðar frá dreymum og spæli, og um somu tíð ólíkar, tí í seinnu søguni er eingin tvitin bygd. »Deldavatn« gandar tann týdning, báturin hevði í barnaárunum, fram, og hvussu spælið kann vera allur heimurin, og hvussu lívsroyndir eru knýttar at hesum.

Barnaárini við bátaspæli eru ikki ein dreymur sæddur ígjøgnum hyljandi tám, men tvørturímóti tilverukjarnin. Frásøgumaðurin sigur seg alt lívið hava kent, at júst hesi árini vóru lívið.

Barnaárini eru tindurin í tilveruni, restin er bert endurskin, sum aldrin kemur í nánd av hesum skeiði í tínum lívi. Ein hugsan ikki ólík tí gomlu griksku aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. »Deldavatn« er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini eru ein so rík kelda, at eingin samsvarandi finst.


Svikið

Ein stillur humor finst í »Hanarnir gala«, har ein studentaskúlanæmingur á miðjari nátt fer at vitja gentu, tí sum skrivað stendur: »eina gentu kravdi tú at hava. Tað hoyrdi til. Sum slipsið, barbermaskinan, urið um skøvningin og tendrarin«. Í fyrstani sita hesi bæði ungu og práta og lurta eftir »With your sweet lips a little closer to the phone«. So spyr gentan, hvat hann ætlar sær at lesa, og tað hevur hann sjálvandi ikki hómingin av, men okkurt skal hann siga: »_Eg ætli mær at lesa verkfrøði, segði eg, fastur á málinum. Mær dámar at gera eitt arbeiði, har nakað sæst eftir [...] Tá ið vit høvdu tosað eina góða løtu um framtíðina, og nakrar Aswan-byrgingar vóru fingnar frá hondini, víðahvar í tí niðurundirkomna partinum av heiminum, vitnisburðir um mítt hugflog og áræði, avgjørdu vit at fara og leggja okkum«.

Tað er einki mark fyri, hvat ið ein tungusnildur drongur fær seg at siga fyri at sleppa undir dýnuna hjá eini gentu. Svikið hjá dronginum, sum í veruleikanum ikki hevur aðrar kenslur fyri gentuni enn kanska samkenslu, verður tikið fram av at ein hani hoyrist gala tríggjar ferðir. Fyrstu ferð áðrenn hann rættiliga er komin í hóslag við gentuna, aðru ferð tá ið hann rýmir frá henni, og triðju ferð tá ið sólin rísur og hann er við húsini hjá foreldrunum. Umframt hesa ábendingina til ápostulin Pætur, so spyr gentan eisini, hvat pretend merkir. Hartil hevur hon ein litaðan hana úr viði standandi á kommoduni, men hann ávarar hana greidliga ikki.

»Hanarnir gala« er sorgblíð søga um at svíkja, ikki bert eina gentu, men eisini seg sjálvan, foreldrini og í seinasta lagi lívið.

Í »Borg og smátta« eru vit í býnum í sjóðandi vakstrartíðum, har tað verður bygt og umbygt í einum yðjandi meldri. Fyrst verður sagt eitt sindur um Slottið, eini ovurstór sethús, og síðani verður skift yvir til mammurnar í teimum smáu kjallaraíbúðunum. Fyrst tey, sum eiga maktina og heiðurin, síðani tey, sum eiga lívið og bera framtíðina í sær. Tey deyðu mótvegis teimum livandi.

Høvuðspersónurin Niels Petur Krogh er smákrevjin, men treiskur. Virkishugurin í býnum rínur eisini við hann, men egin sum hann er, fer hann ímóti høvuðsrákinum. Hann droymir um at fáa sær kolkomfýr, og úti í garðinum hjá honum liggur eitt fjall av burturkasti eftir umbygging, og hann fer undir at saga hetta sundur. Hvør fríløtan fer við hesum arbeiði, og hann hevur úr at gera at ansa eftir, at grannar og børn ikki fara avstað við nøkrum, hóast ætlanin bert er at koyra alt í komfýrin. Skramblið og arbeiðið við tí gerst lívsins ætlan.

Niels Petur Krogh verður kortini bjargaður úr blindgøtuni, hann er farin inn í. Børnini, sum ganga á hann at fáa tilfar til smáttur, og fyrireikingin til ta árligu uttanlandsferðina sampakka ikki við eina tilveru, har tú gongur við botni. Tilveran snýr seg ikki um at leggja inn undir seg ella at gera umhvørvið til eina forngripagoymslu, og í endanum hevur hann verið á gátt hjá tí einsamøllu mammuni at einum av piltunum. Niels Petur Krogh hevur funnið sær eina leiðarstjørnu.

»Borg og smátta« er sett saman av fleiri træðrum, sum ikki altíð tykjast at vera tvinnaðir til eina heild. Aftan fyri frásøgnina um Niels Petur og um tey ríku og tey fátæku ger ein hóttan vart við seg: »Ovast á tindinum norðan fyri býin dagaðu skermarnir á ávaringarstøðini móti luftini, sum dumb ófrættatekin«. Skermarnir, og tað teir umboða, spøkja fleiri ferðir, og tey ríku royna at verja seg, tað frægasta tey duga: bumbuskýli í kjallaranum og oljutangar í havanum. Børnini og tær einsamøllu mammurnar hava ikki hendan møguleikan, men tað eru teirra dreymar og teirra gerandisstríð, sum ber framtíðina í sær. Smátturnar hjá børnunum - í einum føri lýst í katedrallíki - umboða tær kreftir, sum skulu basa vaktarskermunum.


Skóleysi

»Seinasta ferðin hjá Concordiu« er um at hava ein vinmann og at missa hann, og kortini hava hann hjá tær alt lívið. Leikur fer fram á bygd árini eftir Seinna Veraldarbardaga, og frásøgnin gandar í rámandi og hugvekjandi myndum barnaárini í júst hesi tíð fram: »Pudursukur og brendar tenn. Svøvnpískutir pápar, sum gingu fyri einki um veturin og vóru burtur alt summarið. Tannleysar mammur, sum keyptu samanlagda keks upp á borg«.

Kjarnin í søguni er vinskapurin hjá frásøgumanninum við drongin Syftun, sum hann kallar Skóleysi, tí hann í huganum hevði givið honum hetta navn, áðrenn hann hittir hann í veruleikanum. Skóleysi er eitt strok, ein sum kanska ikki er nakar meistari innan skúlagátt, men somikið meira uttan. Hinvegin er Skóleysi so nær einum ynskidreymi, at tað ikki tykist petti løgið, at hann doyr undir einari av sínum vandaferðum. Hevði hann yvirhøvur borið til sum vaksin?

Frásøgumaðurin sigur seg altíð hava havt hann undir liðini, og at hann seinni í lívinum hevur møtt honum: »Hann er flakkarin. Tann breyðleysi. Hann, sum fer framvið uttanfyri í regninum og myrkrinum, hygg bakið á honum, har hann fer einsamallur hólpandi«. Vit hava brúk fyri Skóleysa, menniskjasoninum, at skumpa undir okkum, so vit ikki stívna í fáfongd og sjálvgóðsku.

Í »Ein vatnsøga« byrgja børnini sær ein hyl at svimja í, tey stirvnu og tvøru vaksnu royna at skræða niður, men børnini laða áhaldandi upp aftur, og líðandi gerst hann ein vátur aldingarður.

Ein dagin ætlar ein vaksin kvinna sær at svimja, og bygdin fer á gos, tí hvørjum líkist tað? Hendan kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast Býtti-Sámal, ikki tí hann er býttur, men góðtrúgvin og tykkin. Tað tronga bygdarumhvørvið loyvir ikki frávikum, hvørki so ella so.

Áin og hylurin koyra undir vanahugsan, og so við og við hætta fleiri av teimum vaksnu sær útí, og longu næsta ár verður byrgingin stoypt. Tá ið søgan endar, er bygdin ikki longur bygd, og hylurin ikki longur heimagjørdur. Bygdin er vorðin keypstaður, og áin fer nú inn í hyljar, sum eru settir við flisum og næstan borðalagdir við vippum, baðstovum, hitarúmum og hjálparfólki. Søgan um ánna og bygdina missir eftir mínum tykki ikki sørt av flognum, tá ið hon gerst til eina menningarsøgu. Hinvegin hevjar málsliga kynstrið hjá høvundinum søguna langt upp um vanligar frásagnir av hesum slagnum.


Á deyðans gátt

Seinasta søgan er tittulsøgan »Hotel Heyst«. Hon er um lívið á eini pleygudeild, har fyristøðukvinnuni avgjørt ikki dámar broytingar. So tá ið ein ung hjálparkvinna fer undir at lætta um lívið hjá teimum eldru og stytta teimum um tíðina, gerst fyristøðukvinnan heilsuveik. Tað eydnast henni tó rættiliga skjótt at reka ta ungu gentuna burtur, og so verður hon sjálv frísk aftur.

Men hetta er bara ein feril av søgugongd, sum hongur uppi í høvuðstemanum: lív og dreymar á deyðans gátt. Søgan er greidliga skrivað av einum, sum kennir eina pleygudeild, og lýsingarnar av teimum gomlu eru bæði kenslubornar og merktar av stórari virðing fyri teimum. Onkur myndin ber eisini av; t.d. vil Demmus bara sita úti á gongini, onga aðrastaðni, tí hann vil síggja alt sum fer fram. Sum høvundurin sigur: »Demmus vil vera úti á streymasjógvi«.

Hanus Andreassen gandar livandi verur við drúgvum royndum burtur úr eini fjøld av burturgloymdum hamum, og vísir á hvussu starvsfólkini á eini tílíkari deild stríðast, sum høvdu tey líka nógvar armar sum ein høgguslokkur, og við einum treysti sum Sisyfos kongur.

Søgurnar í »Hotel Heyst« eru eitt sindur øðrvísi enn tær í teimum undanfarnu søvnunum. Og ikki bara tí frásøguhátturin í fleiri førum er ein annar _ tann alvitandi frásøgumaðurin ger meira vart við seg _ men tí at elli og deyðin eru frammarlaga. Kortini eru søgurnar ikki svartskygdar _ heldur ikki »Hotel Heyst« _ viðhvørt kanska merktar av einum dámi av sorgblídni, at lívið so lætt fer ímillum fingrarnar. Annars kennast tær sum heild minni persónligar enn fyrr, og í stuttum kanst tú siga, at tær fult so væl eru samfelagslýsingar sum persónslýsingar.


AÐRAR SØGUR

Seinnu árini hevur Hanus Andreassen ikki gjørt nógv burtur úr stuttsøguni - megnarverkið um Janus Djurhuus tykist at vera farið við allari tíðini - men tað er eydnast mær at finna nakrar stakar søgur. Eg skal umrøða tvær av teimum.

»Ein ónyttug stjørna« bregðir á tvinnanda hátt úr ætt. Hon hevur kvinnuligan høvuðspersón, og hon er kanska einasta søgan, har høvundurin sleppur egnum royndum og kjósar sær annara lív sum tilfar. Søgan er í høvuðsdráttum tikin úr lagnuni hjá Onnu og Janusi Djurhuus, men ymisk frávik verða gjørd _ ætlandi fyri ikki at ganga ov nær _ og persónarnir hava onnur nøvn.

Katharina á Nesi er flutt til høvuðsstaðin og hevur bygt sær eini stór hvít hús oman fyri nýggju dansistovuna. Aloftast er hon fyri seg sjálva, men hendingaferð fær hon vitjan av kenningum, og tá verður mangan røtt um farnar tíðir og hendingar. Tað kvøldið, lesarin fylgir, verður tosað um árið 1912, tá ið Titanic sakk, og sluppin Hansina gekk burtur. Ein ófrættarámi verður á henda hátt gandaður fram, um somu tíð sum høvundurin ger vart við, at vinfólkini ikki taka hvønn annan ov hátíðarliga, at tey hugna sær: »Sigarroykurin ringdi seg um tey fýra, sum ein verja ímóti tí grefligu nútíðini«. Tann nevnda nútíðin má, mett eftir nýggju dansistovuni, vera umleið 1930.

Í søguni verður skift ímillum nútíðina og so aftur til beint eftir aldaskiftið. Sagt verður frá sagt, at Katharina er læraralærd í Kjøpinhavn, at hon har hevur kent skaldið Grím, men at hon nú er flutt heim fyri at taka upp starv. Hon gerst unnusta hjá læknanum Julius Helms, sum er ólukkuliga giftur tí viðbreknu Friede Rienecker. Líkt er til, at Frieda má fara av landinum, og so er jú leyst og liðugt hjá Katharinu og Juliusi. Men Grímur vil tað øðrvísi. Hann kemur úr Danmark og sigur, at hann vil giftast Katharinu - Cathy nevnir hann hana við eini ábending til »Wuthering Heights« hjá Emily Brontë - og fær hana at senda læknanum narribræv. Dagin eftir hevur Julius tikið lívið av sær, og konan fer stutt eftir av landinum.

Grímur hevur fingið sín vilja, og hann giftist eisini Katharinu, men síðani frættir hon ikki nógv frá honum: »Og fimm ár seinni var alt samband teirra millum slitið, hóast tey ongantíð vórðu skild. Grímur á Nesi gjørdist skald og drykkjumaður og gitin kvinnudárari«. Í endanum eru vit aftur í nútíðini, og spurningar úr fortíðini verða havdir á lofti.

Í ungdómstíðini í Kjøpinhavn hevði Grímur einaferð, tey vóru ávegis at síggja »Når vi døde vågner« eftir Henrik Ibsen, skírt Katharinu la froide majesté - tann kalda tignin - og sagt henni, at orðini vóru úr eini yrking hjá Baudelaire. Hann skoytir uppí, at Charles Baudelaire er hansara alter ego. Hon spyr nú ein av gestunum, hvør merking býr í hesum orðum og fær samanhangin: »Strálar um ævir sum ein ónyttug stjørna / tann kalda tignin hjá tí ófruktbaru kvinnuni«.

Tá ið gestirnir eru farnir, fær hon vitjan av teimum deyðu. Fyrst kemur Julius og sigur henni, at børn og abbabørn teirra sova _ tvs. tey børn, tey kundu havt _ og hon spyr hann, hví hann ikki bíðaði. Men tá svarar Grímur til, at tað hevði verið til fánýtis, tí so var hann bara komin aftur. Og børnini hjá teimum báðum eru yrkingasøvnini.

Hvussu víkur og vendir, so er hon hansara. At hann ikki sýnir henni nakað umhugsni yvirhøvur, er líkamikið, hon er ein finna í hansara fyrilitaleysa talvi. Og einastaðni verður sagt, at hóast hann hevði havt ráð at lata hana vinna júst í talvi, so hendi hetta sjáldan. Søgan endar við, at dansistovudyrnar fara upp, og Grímur veðrast burtur: »Men ítí tey hvurvu, helt Katharina seg hoyra eitt smellandi ljóð, sum av einum endaligum talvleiki«.

Søgan snýr seg um listina og lívið og um tey tvítýddu og spentu viðurskiftini hjá listamanninum bæði til lívið og til listina. Droymast kann um jarðarlívið, men tann treytin, at tú ert borin til listamann, vikast ikki. Fyri hesum má alt víkja. Eisini tey, sum standa tær næst.

»Ein ónyttug stjørna« er - hóast áhugaverd - ikki fullborin. Teir einstøku partarnir megna ikki at gera eina samansjóðaða heild, til tað verður ov nógv drigið uppí, og úrslitið er, at søgan liðast sundur, so at summi brot koma at standa so undarliga fyri seg sjálvi. Meginútsøgnin gerst tískil kámari og ógreiðari, enn neyðugt var.


Filosofisk frásøgn

Fyribils seinasta stuttsøgan hjá Hanusi Andreassen fer fram »á 21. aldarmóti« og tykist tí at seta á eina heilt aðrastaðni enn tær undanfarnu. Rák og fatan í søguni eru kortini hini somu, sum eyðkenna skaldskapin sum heild.

»Oyggin hjá Dr Goll« ferðast líkasum tann undanfarna søgan á fleiri tíðarstigum, men haraftrat eisini í dreymi. Lagt verður mitt í vaðið: »Vit sigldu norðureftir, og motorurin sjóðaði sum ein heimligur ketil...« Hvørji »vit« eru, fær lesarin ikki at vita, men við søgulok kann ein hampilig giting gerast. Frásøgumaðurin hugsar aftur til sína fyrstu vitjan »til meistarans land«, sum greidliga er Sveits, men hvør »meistarin« er, verður ikki sagt.

Í næstu løtu eru vit aftur umborð á skipinum, har frásøgumaðurin sovnar og droymir dreymin, sum myndar meginpartin av søguni. Í dreymi er skipið ikki farið avstað enn, og uttan fyri kaffibarrina á keiini møtir hann gamla vinmanninum Lukasi, sum hevur valt eina meiri ítøkiliga kós enn ta eysturlendsku. Lukas biður hann koma við sær, hann skal vísa honum nakað, og meðan teir koyra, fortelur Lukas um Dr Goll.

Dr Goll hevur ríkað seg upp og fingið hendur á eini oyggj, har hann hevur bygt sær eina »glæstriborg í býzantinskum sniði, við fýra leykskaptum tornum«. Og nú kemur endamálið við útferðini: meðan teir báðir hyggja at, verður oyggin hjá Dr Goll sprongd í luftina. Aftanfyri stendur Koyrilin, felagsskapurin hjá Lukasi, sum ikki longur vil sita hendur í favn, meðan lúsakjálkar ríka seg upp og landið afturfyri fellur í armóð.

Hetta vísir seg tó heldur ikki at vera nøkur loysn. Tí Lukas krevur tagnarskyldu av frásøgumanninum, og tá ið hesin himprast, verður hann skotin. Í somu løtu vaknar hann umborð á M/S Nirvana, loysir av við róðrið, og tankarnir fara aftur til ta ferðina, hann vitjaði í landinum hjá meistaranum. Søgan endar við hesum báðum reglum:


So reistu vit aftur mastur við laðbergsklett

og sigldu inn í dýrd hina kvirru nátta.


Hetta eru útgangsorðini í týðingini hjá Hans Dalsgaard av yrkingini »Papar« hjá Davíði Stefánssyni frá Fagraskógi.

»Oyggin hjá Dr Goll« hevur ein næstan jarðfrøðiligan bygnað, har flógv er løgd oman á flógv, um somu tíð sum gongir og syllar skjótast í ymsar ættir. Á yvirflatanum er søgan einføld, men grevur tú bert eitt vet niður, so kemur ein stak samansettur bygnaður til sjóndar, har bæði europeisk og eysturlendsk mentan hava latið tilfar til støðið.

Stuttsøgan snýr seg greidliga um undirgang og leitan eftir eini nýggjari ætlan við tilveruni. Tað gamla verður sett upp ímóti onkrum nýggjum, sum ikki rættiliga er funnið enn, hóast kósin er sett eystureftir.

»Oyggin hjá Dr Goll« á tremur av bókmentaligum hugasambondum, og endareglurnar úr »Papum« fáa fram ein parallell millum søgu og yrking. Í yrkingini eru tað írskir einsetumenn, sum taka »bøkur, bløð og fjøðurstav« og flýggja undan einum fólki, har svik og bróðurmorð verður hálovað.

Á sama hátt sum einsetumenninir, rýma tey umborð á M/S Nirvana undan eini andleysari mentan, sum tá aftrat hevur koyrt landið á húsagang. At, sum Lukas og hansara menn, venda øksini og svørðinum ímóti kúgarunum sjálvum, verður víst aftur sum ein óbrúkilig loysn. Harðskapur elur harðskap.

Hesar báðar seinnu søgurnar hava ymiskt í felag. Tær eru báðar royndir at seta á eina aðrastaðni enn í tí undanfarna skaldskapinum, báðar eru settar saman av søgum innan í søgum, og tær ferðast á fleiri tíðarstigum. Hetta ger tær fløktari enn tær undanfarnu, og í vissan mun eru tær bókmentalig putlispøl. Teknikkurin at fella søgur inn í hvørja aðra veitir góðan møguleika at draga ymislig brigdi og temu upp í leikin og lýsa tey við hvørjum øðrum. Bágin er, at lesarin hevur ilt við at halda skil á, hvar hann flýtur, og hvønn týdning ávísar hendingar hava fyri søgugongdina.


SAMANFATAN

Eitt afturkomandi tema í øllum skaldskapinum er ivin. Hetta ikki at tora at taka eina avgerð, ongantíð rættiliga vita, hvør støðan er, og hvat tú skalt gera. Tað ótrygga, døpurhugin, er eitt mynstur potað niður í drongin í barndóminum, og hann stríðist langt inn í manndómin at gera seg leysan.

Barnaárini, ið onkursvegna áttu at verið eitt paradís, eru av vaksnamannaávum vorðin eitt helviti. At síggja til skal alt vera so deiligt, men yvirflatin er ein glæstrilygn, og undir henni býr tann tvitni veruleikin. Tú kanst siga, at barnaárini seta fót fyri tí vaksna manninum.

Gongdin í »Dóttir av Proteus« fellur í trimum. Fyrst er frásøgumaðurin har hann er settur á fold, og í stóran mun má hann lata sær lynda. Í øðrum umfari hevur hann slept (ó)trygga upprunanum, men er ikki komin á nakað mál. Loksins er hann komin longri fram á leiðini, men ikki har ætlanin var.

Í »Við tendraðum lyktum« góðtekur frásøgumaðurin at enda seg sjálvan og tekur við kostinum at standa uttan fyri vanliga samfelagið. Hvussu hann virðir seg sjálvan, er ikki longur treytað av, hvat onnur halda ella meina, hetta er honum nú líkamikið.

Tey bæði fyrstu søvnini gera sostatt eina heild. »Hotel Heyst« og søgurnar, sum koma seinni, flyta seg á ymsan hátt tematiskt, men kortini takast tær í stóran mun við teir somu eksistentiellu trupulleikarnar.

Stuttsøgurnar eru í stóran mun um at vera í einum tilveruumskifti, í einum tómrúmi millum barna- og unglingaár og millum unglinga- og vaksnamannaár. Í einum tílíkum umskifti stendur tú í váða, hevur slept eini støðu, uttan at ein nýggj er komin í staðin, og vandin fyri at forfarast er stórur.

Nívandi tilveruumskifti er ein av høvuðstræðrunum í skaldskapinum, og sjálvt seinasta søgan, »Oyggin hjá Dr Goll«, hevur umskifti sum tema, men á einum øðrum støði enn í t.d. »Dóttir av Proteus«. Allar hesar broytingar eru kortini í ætt og eru brigdi av einum ynski og eini vón um, at ein øðrvísi tilvera má finnast. At tað má bera til at liva uttan at gerast partur av einum meldri av ákoyrandi slúkni ella at ana, krógvaður til viks frá tilverunnar alfaraveg. Samanfatandi kann hetta nevnast dreymurin um eina aðra leið, og serliga í seinni søgum verður tann eysturlendska havd á máli. Kortini verður longu borið við hana í »Tí bláu kannuni«.

Í søgunum hjá Hanusi Andreassen verður tað eisini gjørt greitt, at elli og friður ikki neyðturviliga eru tvíburar. Tvær søgur - »Gerontiskt millumspæl« og »Deyðans kossur» - snúgva seg beinleiðis um, at menn á gamalsaldri tvørturímóti at binda frið brenna enn harðligari á, nú árini fyri framman fækkast.



Amerikanska fyrimyndin

Skyldskapur við Edgar Allan Poe ger í fleiri førum vart við seg. Kvinnumyndirnar hjá báðum eru tíðum eyðkendar av eini tvítáttaðari kenslu av angist og atdráttri. Hanus Andreassen brúkar eisini av og á ein Poe?skan teknikk í søgubygnaðinum. Eins og hesin ferðast hann viðhvørt á fleiri tíðarstigum um somu tíð og við røddum inni í høvuðsrøddini, so at lesarin ikki er fullkomiliga vísur í, hvør rødd er tann narrativt galdandi. Ein ótryggleiki verður aldur fram, ein óvissa, sum er spenningsskapandi. Dømi um eina søgu av hesum slag er »Dóttir av Proteus«.

Í einum øðrum líkist Hanus eisini Poe, og tað er hetta at skriva í mun til bókmentir, at relatera til skaldskap uttan fyri søguna, og at søgan stendur í beinleiðis lutfalli til eitt ella fleiri onnur ritverk.

Bróðurparturin av søgunum er at síggja til grundaður á egnar royndir, og hesar verða so ílatnar ymiskar hamar, fevnandi frá endurminning til alvitandi frásøgn í triðja persóni, men skyldskapurin følist alla tíðina. »Ein ónyttug stjørna« er einasta søgan, har høvundurin fer heilt út um seg sjálvan og egnar upplivingar.

Á vegamótinum millum at vera barn og vaksin hevur menniskjan lætt við at skumpa ábyrgdina frá sær. Men fríger hon seg ikki frá teimum, sum natúrliga hava rátt yvir henni í barnaárunum, leingir hon hetta vald langt inn í manndómin. Ein meginlind í skaldskapinum hjá Hanusi Andreassen er júst hetta frælsisstríð og síðani bardagin ímóti at verða persaður í samfelagsins prokrustessong.