Eitt norðurlendskt herðaklappp

Sum fyrsti føroyingur fær Birgir Kruse Kruse ferðalegat frá norðurlendsku nevndini NORDBOK fyri mentanarsendingar sínar í útvarpinum

Í ár eru 20 ár liðin, síðan Birgir Kruse gjørdi sína fyrstu útvarpssending. Síðan hevur hann javnan verið at hoyrt í útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini.

Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri.

NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi á fundi mikudagin at geva Birgiri Kruse eina journalist-virðisløn, sum er eitt ferðalegat fyri sendirøðinaVetrarbreytin.

Henda virðislønin verður latin fyri journalistiskt avrik, sum hevur stimbrað áhugan fyri og vakt kunnleika um norðurlendskar bókmentir.

Virðislønin kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur.

Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi.

Tey smáu norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð.

Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn Martin Næs ringdi til hansara úr útlondum mikudagin við tíðindunum. Hann fekk tó herfyri varhugan av, at okkurt var á vási, tí hann hevði frætt, at teir høvdu spurt í útvarpuinum eftir handritum hansara til sendingarnar.

- Sjálvandi eri eg fegin, og virðislønin er eisini eitt herðaklapp til freelance-arbeiðið, sigur Birgir.

Virðislønina fær hann handaða, tá nevndin í NORDBOK hevur fund í Føroyum næsta summar.

Nevndin í NORDBOK sigur m.a. í grundgevsing síni fyri at lata Birgiri Kruse virðislønin, at í eini sending uppá 60 minuttir hvørja viku hevur hann megnað at givið lurtarunum innlit í heimin fagra bókmentaliga heimin, sum vit altíð eru umgyrd av. Umframt ta føroysku hevur hann haraftrat verið medvitandi um, at tað eisini finst ein heimur uttanfyri. Við hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava luttikið í sendingum hansara, hevur Birgir Kruse greitt lurtarunum frá tí týdninarmiklasta, sum fer fram í norðurlendska bókmentaheiminum beint nú.

- Birgir Kruse hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði við at seta saman fagrar bókmentir við drama ella við filmin. Nevndar eiga at verða sendingar um framførdar sjónleikir ella filmar frammi í tíðini, sum allir byggja á fagurbókmentalig verk, t.d. Jerusalem, Benjamin Dúfa og seinast Barbara.

- Birgir Kruse hevur við sendingini Á Vetrarbreytini í Føroyum gjørt eitt einastandandi avrik fyri at boða kunnleikan um norðurlendskar bókmentir. Hann hevur ikki bara gjørt eina innihaldsríka sending, men eisini eina útvarpssending, sum lurtararnir hava verið glaðir fyri, sigur NORDBOK: