Fyrrapartin í dag komu ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj og forsetafrúan, Olena Zelenska, til Noregs, har forsetin eitt nú skal hitta norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.
Seinni í dag fara ukrainsku forsetahjúnini til Svøríkis, har Volodomyr Zelenskyj fer at hitta svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson.
Sambært tíðindaskrivi hjá svensku stjórnini verður kríggið í Ukraina á dagsskránni millum Zelenskyj og Kristersson, og teir fara eisini at røða um samstarv og verju.
Samstundis, sum ukrainski forsetin vitjar í Noregi og Svøríki, halda russisku álopini á Ukraina fram, og í nátt lótu í minsta lagi seks fólk lív, umframt at fleiri vórðu særd.
NRK veit í dag at siga, at Russland í nátt leyp á Ukraina við bæði dronum og rakettum.
Norska kringvarpið sigur, at norski stuðulin til Ukraina heldur fram, og landið vil lata uppaftur 1,5 milliardir norskar krónur fyri at tryggja streym og hita í Ukraina.
- Tað er umráðandi at hava neyvt samband við myndugleikarnar í Ukraina, soleiðis at stuðulin kemur har, sum tørvurin er størstur, sigur Jonas Gahr Støre.
Norski forsætisráðharrin leggur aftrat, at Noreg stendur saman við Ukraina og ynskinum hjá ukrainska fólkinum um ein varandi og rættvísan frið.