At verja og røkja mál okkara er ofta at bera saman við ein urtagarð. Verður urtagarðurin ikki nóg væl røktur, fellur hann í órøkt; verður málið ikki røkt til lítar, verður tað liggjandi órøkt. Men skal málið ikki ganga aftur á hondina, er ikki nóg mikið at onkur bert av tilvild roynir at røkja og handfara málið væl. Øll eiga málið, og tí mega øll verja og røkja um tað, eins og tú røkir og hevur umsorgan fyri tær sjálvum ella tínum nærmastu. Onkuntíð hevur verið havt á lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn síni, um tey um kvøldið leitaðu sær oman í fjøruna. Fólk, sum hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan málpolitikk. Heldur koma út í ljósið og fáa luft undir veingirnar, so at almenningurin ikki aftrar seg við at luttaka í málstøðu okkara. Spurningar tróta ikki. Kanska halda summi, at føroyskt er nakað stirvið, uppturkað rekatræ. Hugsaninar eru ymiskar. Men so kunnu vit spyrja, hvussu ofta almenningurin hevur luttikið í nøkrum málpolitikki. Her hugsi eg serliga ikki um bløðini, tí tað er altíð sjálvsagt ein onnur atmosfera, tá tú situr heima hjá tær sjálvum og kommunikerar við eina deyða teldu, heldur enn at tú átti at farið og luttikið á einum livandi og mennandi kjakfundi, sum t.d. kundi verið hildin í Norðurlandahúsinum. Ja, hví ikki skipa fyri einum málkjakfundi, so vit kundu fingið at sæð okkara vísmenn á Fróðskaparsetrinum. Ella hevur almenningurin als ongan rætt í okkara málstøðu í dag. Jú, sjálvandi eiga øll málið. Hetta kann tykjast láturligt, men er veruleikin so, hví so ikki skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum.
Nú Móðurmálsorðabókin enn ikki hevur sæð dagsins ljós, hví so ikki havt ein mennandi kjakfund um hesa rúgvusmiklu orðabók, so at almenningurin kundi fingið okkurt við í hana, sum hann ella hon hevði havt uppá hjarta, áðrenn Móðurmálsorðabókin sá dagsins ljós. Tí meti eg, at vit ikki hava eina demokratiska málstøðu, tá eingin frælsur og mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn talan í dag um eina diktatoriska málstøðu. Ongantíð er í dag so stórur tørvur á orðabókum. Men er tørvurin nøktandi? Næmingur visti ikki, hvussu orðið tyrla skuldi skrivast. Hetta orðið stóð ikki í orðabókini (Føroysku-donsku, 1961). Heldur ikki at finna í eykabindinum (1974). Men leitandi aftur í Donsku-føroysku útgávuna ? ta seinast útkomnu ? stendur orðið tyrla og helikoptari. Har fann næmingurin orðið. Men har eru tvinni samheiti í at velja. Málnevndin skjýtur upp at nýta orðið tyrla heldur enn helikoptari, meðan Donsk-Føroysk Orðabók mælir til at velja annaðhvørt ella bæði orðini. Hóast tann demokratiski málpolitikkurin er víðkaður, uttan almenningurin hevur havt ein fingur í spælinum, har eisini orðfeingið í Donsku-føroysku orðabókini er víðkað í munin til fyrru dygdargóðu útgávuna hjá Jóhannesi av Skarði, so er ongantíð so stórur tørvur í dag við at skipa fyri einum málfundi. Hvat vil t.d. Fróðskaparsetrið við sínum málpolitikki í dag. Hvagar gongur leiðin?