Einans framløga er á skránni á tingfundi í dag

Í dag klokkan 11 verður tingfundur

Tað er einans framløga á skránni á tingfundinum, sum verður klokkan 11 í morgun.

Fundur var ásettur at vera seinasta fríggjadag, men hann varð útsettur. Orsøkin var, at lógaruppskot, sum skuldu leggjast fram, ikki vóru klár. Men tað eru tey nú, og tí verður tingfundur í dag klokkan 11.

Talan er um triðja tingfund í hesum tingárinum. Tann fyrsti var ólavsøkudag, tá løgmaður hevði ólavsøkufrágreiðingina. Á tingfundi 31. juli og 1. august var ólavsøkufrágreiðing løgmans, sum lógin ásetur, til viðgerðar.

Tað møta neyvan nógv tingfólk upp á tingfundi í dag, tí talan er bara um framløgu. Talan verður tí um ein stuttan fund, men har verða so fystu lógaruppskotini í hesi tingsetuni løgd fram.