Hósdagin 6. november sendi HB tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har teir fyri fyrstu ferð luftaðu tankanum um partvís yrkisfótbólt í felagnum. Ætlanin er at stova partafelag, sum skal reka 1. deildarfótbóltin hjá HB, og ætlanin er at gera sáttmála við allar spælararnar á 1.liði.
Men ein av stuðulsspælarunum hjá HB nógvu seinnu árini, sigur nei til at gera sáttmála við felagið.
33-ára gamli Kaj Leo Johannesen hevur ikki ætlanir at gevast við fótbóltinum ella at skifta felag, men hann hevur ikki hug at gera sáttmála við HB.
Eg ætli mær at spæla fótbólt næsta ár, men eg ætli mær at gera tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, sigur Kaj Leo Johannesen.
Gott hugskot, men...
Kaj Leo Johannesen hevur altíð tikið fótbóltsspælið í stórum álvara, og hansara innsatsur í HB hevur ikki ligið eftir. Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann.
Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum serliga teimum ungu at gerast partvís yrkisspælarar.
Men fyri meg, hava tað ongantíð verið pengarnir, sum hava talt í fótbóltsspælinum, og tí ætli eg mær ikki at gera sáttmála við HB, hóast talan aldri kann gerast um tær stóru peningaupphæddirnar, sigur HB-málverjin.
Eg ætli mær at fara til venjing sum vanligt, tá hon byrjar aftur, og verði eg við fyrsta kvøldið, ja, so veit felagið, at eg eri tøkur alt árið.
Kunnu rokna við mær
Vilt tú ikki binda teg til HB, tá tú samstundis hevur eitt arbeiði at hugsa um?
Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki.
Og skuldi tað gjørst neyðugt, so hevði eg ivaleyst kunna keypt meg leysan frá sáttmálanum, tí tað verður neyvan nógv meiri enn ein súmbolsk upphædd, sum liggur í sáttmálanum.
Kaj Leo Johannesen væntar sær nógv av komandi kappingarári. HB fær nýggjan venjara og við meiri professionellum rammum er møguleiki fyri einum góðum kappingarári.
Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ein framúr góður og professionellur venjari, vit fáa næsta ár, og tað ger tað meiri spennandi at vera við.
Og felagið kennir meg, byrji eg uppá venjingina, so kunnu teir rokna við mær. Eg havi ikki brúk fyri nøkrum sáttmála.