við. Hann mynstraði av í India og fór við einum svenskum báti, nevndur »Formosa«. Tá báturin kom aftur til Göteborg í Svøríki í 1938 mynstraði Sverri av. Í 1940 fór Sverri í læru í smiðjuni hjá Askham, og [...] motori og setti í bátin. Hesin motorurin, við einum sylindara, var í bátinum í 22 ár! Sverri var eisini framman fyri sína tíð, tá hann legði sær streym inn í húsini á Argjum beint eftir kríggið. Í Havn fingu [...] prógvið er motorurin, sum hann setti í bátin hjá sær í 1948. Tá var ikki so lætt at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari
allar giftar. Tá systir Margith, Elisabeth doyði í 1973, kom onnur dóttir hennara Anna í nøkur ár til Eiðis at verða hjá teimum, meðan hon gekk barnaárini í skúla. Eg var heppin, at møta eini av teimum [...] málið í Margith í hinum endanum. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er trupult hjá Margith og Nikkil at góðtaka, at síggja børn ganga í dag og spæla við eina fartelefon. Tá tit plagdu at vitja í Havn hevði [...] Foreldur hansara vóru Marsanna og Nikkel Nielsen. Í barnaheiminum hjá báðum varð, sum vanligt tá í tíðini, kúgv og nakað av jørð, so bæði komu tey at luttaka í øllum slíkum arbeiði, har hoyggj, kúgv, seyður
Joensen, sum var bóndi í Fuglafirði, doyði mikudagin í syndarligari vanlukku. Hann var saman við systur síni á veg norður í Halgadal at hyggja til seyðin og gera okkurt arbeiði í seyðahúsinum. Tá tey bæði [...] bygdini, er bóndin áhaldsin og dettur niður í gjónna. Fallið var einar 30 metrar, og hann er eftir øllum at døma deyður í fallinum. Hetta upplýsir løgreglustøðin í Runavík fyri Sosialinum. Sera illgongt var [...] manninum, og hann varð fluttur á sjúkrahúsið í Havn. Hildið verður tó, at maðurin doyði á staðnum. Ætlanin var, at Jógvan og systurin skuldu við báti norður í Halgadal, men báturin fekk okkurt um skrúvuna
bert ein lítil partur av tí, sum hon hevur greitt úr hondum í sínum langa lívi. Hendurnar sótu væl og sigast kann, at mikil skaldskapur er í hesi kvinnu, sum ikki altíð hevur dansað á rósum, men arbeiðsom [...] Tá ið vit festu búgv Norðuri í Bø, gingu Jógvan og Astrid, Elin og Kristjan, Erling og Mimi, Torstein og faðir og móðir oman og niðan eftir Falkarás og stukku inn á gólvið hjá sær og sínum.. Tað var ikki [...] látandi orðum og tonkum, sum lá hjartanum næst. Nú er tann tíðin farin. Hesar løtumyndir eru festar í minni og eru tær ikki so fáar. Astrid hevur síðstu tíðina búð hjá dóttrini Zachariu. Hon hevur sitið
har Jesus varð føddur, vaks upp, doyði og reis upp - Ísrael ella Miðeystur. Staðurin Jerusalem, ið gongur aftur sum reyði tráðurin í heilagu bókum okkara, er tann dag í dag framvegis miðdepilin fyri mong [...] sítt lív fyri okkum. Men Ísrael og Jerusalem standa eisini fyri nøkrum øðrum í dag, enn tað vit í andaliga lívi okkara leggja í hesi pláss. Tá tú steðgar á slíka løtu og hugsar um tað, ið hendi fyri so langari [...] harvið kærleikin ? boðskapur Jesusar - fáa størri pláss í hjørtum okkara. Tað má vera pláss fyri bæði ísraelum og palestinum í Miðeystri. Tað má vera í hesum anda, at vit byrja páskahátíðina ? at vit eisini
heldur við hús, sigur hon. Hetta er ein náðileysur heimur. Í býnum Ramallah varð ein maður skotin og líkið hongt í ein pela á torginum mitt í býnum. Í Betlehem ætlaðu nakrir menn at gera tað sama við ein mann [...] Torir ikki út Sjálv situr hon í stovuni og hugsar um tað, sum er hent. Á vegginum hanga myndir av tí deyða soninum. Hini átta í húsinum eru eisini inni og sita og stara niður í gólvið. Bara ein tvey ára gomul [...] eisini varð lagdur undir svik, men løgreglan forðaði tí. Í tí lítla húsinum í Betlehem halda tey seg ikki hava hjálpt ísraelsmonnum, men lítil uggi er í sannføringini. Tann einasti glottin var, so løgið tað
Hvítanesi. Tey vóru 8 í systkinaflokkinum, elstur var Jógvan, sum doyði ungur, síðan Richard, búði í Havn og doyði í 1989, Sigurd, sum býr í Hósvík, síðan Hans og Árni og Dánjal búgva í Hesti, Helga býr á [...] m, giftust í 1942. Tey búðu í Bringsnagøtu og bygdu í Brekkugøtu, hagar tey fluttu í 1948-49. Børnini teirra eru Borgar, Poul Arni, Marita og Mary. Hans var ikki 16 ára gamal, tá hann kom í heilsøluna [...] teirra, ið legði lunnar undir skipaða rutukoyring eftir Oyggjarvegnum og norður í Norðstreym, til vegurin í 1966 var samanbundin. Í 1962 var heitt á Hans um at taka sær av næmingaflutninginum á Specialskúlanum
Marjun vóru børnini hjá Lottu og Adolfi. Lotta, sum var úr Rituvík, andaðist í 1997. Sonurin Sámal, prentari í Havn í mong ár, doyði í 1991, 46 ára gamal. Serligur hugni var at støkka inn á gólv hjá Lottu og [...] nú hann fór. Í blaðsamrøðu, Sosialurin hevði við hann frammanundan 90 ára føðingardag hansara, segði hann í stuttum frá lívi sínum, einki hóvastók gjørdi hann burturúr sær. Adolf var føddur í Søldarfirði [...] hann legðist uppi, fór hann í byggivinnuna, at stoypa og smíða hús. Adolf var misjónsmaður, tí duldi hann ikki fyri, meira enn 23 ár sat hann í stýrinum fyri missiónshúsið í Søldafirði. Hann stuðlaði J
Landasorg er lýst í Bretlandi, eftir at fyrrverandi drotningin Elizabeth doyði páskaaftan, 101 ára gomul. Hon fer til gravar næsta týsdag. Deyði hennara hevur fingið nógvar bretar at gita, at Charles prinsur [...] til bretsku trúnuna frá sær nú. Sagt verður, at prinsurin var ógvuliga tætt knýttur at ommuni, og í einari sjónvarpssamrøðu annan páskadag segði hann, at einki kann fylla tað tómrúmið, sum er eftir hana
annars í allar mátar, ikki minst yvir fyri ógiftu brøðrum Lottusar í Rituvík. Tá Lotta, í juni mánað 1991, gjørdist sjúk og var bundin at song og koyristóli, bleiv sessur Adolfs í høgru síðu í bønhúsinum [...] andaðist Adolf Olsen í Søldarfirði, 91 ára gamal. Adolf var sonur Jóan Jakku Olsen, "Jóan Jakku í Ovaragerði" í Søldarfirði og seinnu konu hansara Malenu, ættað úr "Kúluni" á Toftum. Í fyrru giftu hjá Jóan [...] Jóan Jakku vóru fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur. Í seinnu giftu vóru brøðurnir Óli, sum doyði í 1990, 75 ára gamal, og Adolf, sum nú sum tað seinasta av børnunum hjá Jóan Jakku legðist til hvíldar