Mikudagin 27. mars andaðist Adolf Olsen í Søldarfirði, 91 ára gamal.
Adolf var sonur Jóan Jakku Olsen, "Jóan Jakku í Ovaragerði" í Søldarfirði og seinnu konu hansara Malenu, ættað úr "Kúluni" á Toftum.
Í fyrru giftu hjá Jóan Jakku vóru fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur. Í seinnu giftu vóru brøðurnir Óli, sum doyði í 1990, 75 ára gamal, og Adolf, sum nú sum tað seinasta av børnunum hjá Jóan Jakku legðist til hvíldar.
Adolf, uppkallaður eftir fyrru konu pápa síns, Ada, sum var av "Hamri" á Toftum, vaks upp í tryggu kørmunum í "Ovaragerði", saman við hinum systkjunum.
Adolf giftist Charlottu (Lotta), dóttir Elspu og Petur Kristjan Petersen úr Rituvík tann 20.desembur 1943 og bygdu tey heim sítt niðanvert barnaheimið hjá Adolf, í Søldarfirði og búleikaðust tey har alla tíð sína. Tvey av systkjum Adolfs búleikaðust eina rúma tíð eftir krígslok í kjallarahæddini hjá teimum báðum.
Hjúnarlag teirra bleiv vælsignað við tveimum børnum, Sámal føddur 28.mars 1945 og Marjun fødd 19.januar 1950.
Sámal andaðist 1.juli 1991, bert 46 ára gamal. Marjun giftist inn í barnaheimið og hevur hon búð har síðani við manni og børnum.
Adolf møtti Lottu, tá hann gekk á navigatiónsskúla í Tórshavn vetrarnar 1941/1942 og 1942/1943, og fylgdust tey alt lívið ígjøgnum, í mótgongd og viðgongd, til Lotta eftir longri sjúkralegu andaðist í 1997. Hóast Adolf var einnevndur í Søldarfirði gekk hann dagliga
undir navninum "Adolf hjá Lottu".
Á navigatiónsskúlanum fekk Adolf hægsta karakter til skipara og var hann næstbestur tá hann tók longdina.
Millum manna var Adolf kendur sum ein vitugur friðarmaður. Av eldra ættarliðnum kendur sum kønur trolmaður og av teim yngru sum húsasmiður.
Adolf var sjómaður, sigldi fyrru árini saman við beiggjanum, pápa mínum, sum skipara á Alexandru. Teir sigldu eisini saman við skiparanum Jens í Árnafirði við m.a. Cementu hvar beiggin var stýrimaður.
Adolf fór síðani við havnatrolaranum Tór 2. Hann fór í land fyri at taka navigatións-útbúgving og var tað grundin til at hann ikki var við feigdartúrin, tá skipið tann 7.septembur 1942, sunnanfyri Ísland, bleiv rakt av eini torpedu frá kavbátinum U617 og sakk, 18 mans fórust og bert 3 bjargaðust.
Tann einasti á lívi, av teimum sum bjargaðist, er góði vinur Adolfs, Malmberg Simonsen í Sørvági, sum ikki orkaði at koma til jarðarferðina, men ringdi upp við heilsan, í sambandi við deyða Adolfs.
Adolf sigldi síðani sum stýrimaður og skipari við fuglafjarðartrolaranum Krossteinur. Seinni vóru boð eftir honum at koma sum trolkønur við Stella Argus. Adolf sigldi so við Stelluni, sum trolarin vanliga var nevndur, til skipið fór á sildaveiði norðan fyri Føroyar.
Meðan Stellan var á sildaveiðu fór Adolf at sigla við norskum trolara. Tað var í hesum tíðarskeiði, í oktobur 1957, at Stellan bleiv burtur uttan at nakað aftur spurdist til skip ella fólk
Um hetta mundi gavst Adolf við tænastu síni á sjónum og legðist uppi á landi. Tá er tað at hann fer at smíða. Mong eru húsini sum hann hevur verið við at byggja, og ikki eru tað so fá, hvar hann var fyristøðumaður fyri byggingini.
Var Adolf kendur av nøkrum sum trolmaður og øðrum sum húsasmiður, so var hann av øllum kendur sum missiónsmaður.
Í oktobur 1959 tók hann við sum formaður fyri stýrið í Missiónshúsinum Betel í Søldarfirði og røkti hann hetta kall inntil januar 1984, tá hann ynskti at fara frá. Mest tí hann ikki ynskti at hava sitið sum formaður í 25 ár.
Hann helt tó fram í missiónsarbeiðnum við sama ídni sum hann hevði gjørt tað í síni formanstíð og var tað ein stórur dagur hjá honum, tá missiónshúsið tann 1.juni 1986 fekk heitið sum bønhús.
Gøtan millum húsini har Adolf og Lotta búleikaðust og missiónshúsið var nógv traðka. Var nakað tiltak í missiónshúsinum, so sóust tey bæði, arm undir arm, á veg móti missiónshúsinum.
Trúgv sótu tey frammaliga í høgru síðu, óansæð um tað vóru mong ella fá sum samlaðust í hesum húsi, sum Adolf hevði verið við til at smíða í 1936 og hvørs útbyggingar og umvælingar hann hevði staðið fyri so leingi hann hevði møguleika fyri tí.
Í øllum leikum hevði hann stóran stuðul í Lottu, sum mangan var tann sum mátti syngja fyri tá liðið ikki altíð var so fjølment og eingin urguleikari var.
Lotta og Adolf sýndu eisini sannan trúskap annars í allar mátar, ikki minst yvir fyri ógiftu brøðrum Lottusar í Rituvík.
Tá Lotta, í juni mánað 1991, gjørdist sjúk og var bundin at song og koyristóli, bleiv sessur Adolfs í høgru síðu í bønhúsinum skiftur út við sessin við konunnar síðu í heiminum. Meinigheitslív teirra bleiv tá flutt í heimið, hvar tann opna Bíblian og sálmabókin, saman við øðrum andaligum lestri, fleiri ferðir dagliga bleiv lisin og upplisin.
Bert tá hann visti, at hesin sessur var mannaður og at tað var eftir hennara ynski, loyvdi hann sær ein túr oman í bønhúsið, fyri at vera saman við meinigheitini um Guðs orð.
Sami trúskapur og reinlyndi sum hevði merkt Adolf í øllum tí hann tókst við, heilt frá barnsbeini av, var lyndiseyðkenni hansara heilt at gáttini inn í dýrdina.
Samfelagsligi hugburður Adolfs var sosialur. Hann ynskti at lata tað til samfelagið sum skuldi til fyri at reka tað, so at øll kundu fáa sín lut, men hann ynskti ikki at móttaka nakað frá samfelagnum sum hann ivaðist í um hann hevði fortjent.
Sum dømi um reinlyndi hansara kann vera nevnt, at hann sigldi stóran part av tíðini undir seinna heimsbardaga. Hann hevði sostatt uppfylt fyrstu treytina fyri at móttaka krígspensión. Men tann sannroynd, at okkurt brek skuldi kunna ávísast fyri at fáa hesa pensión, gjørdi at hann ikki ynskti at gerast krígspensionist.
Hann helt seg ikki hava stórvegis mein av hesi sigling, og vildi ikki at leitast skuldi eftir nøkrum breki, soleiðis at hann kanska órættuliga skuldi móttaka nakað, sum hann ikki metti at hann hevði gjørt seg fortjentan til.
Hóast hann var reinlyntur sum fáur og samfelagsliga hevði sínar bestemtu meiningar, so helt hann seg frá at døma og agitera.
Adolf var pápabeiggi og gubbi mín og vóru vit grannar í stórum parti av uppvøkstri mínum og í tíðarskeiðnum frá 1963, tá vit fluttu aftur til Søldarfjarðar.
Hugsi ikki at eg fari skeivur tá eg sigi, at betri grannar verður vanskuligt at uppleita.
Jesus segði um Natanael, "her er av sonnum Ísralittur uttan svik". Eitt líknandi eftirmæli hevði helst verið passandi fyri Adolf.
Friður verið við minninum um pápabeiggja, gubba mín og granna okkara.