Aastrid hjá Bakka Jógvan úr Fuglafirði níti ár týsdagin 26. mars

Nøkur fólk á Bakkanum bóru staðarnavnið við sær. Nevnast kunnu Danjal á Bakkanum, Zacharis á Bakkanum, Bakka Malena, Bakka Pól, Bakka Jógvan og Óli á Bakkanum. Astrid hjá Bakka Jógvan fekk spjaldur sítt frá manninum, og er tað bæði tignarligt og elskuligt.

Tá ið vit festu búgv Norðuri í Bø, gingu Jógvan og Astrid, Elin og Kristjan, Erling og Mimi, Torstein og faðir og móðir oman og niðan eftir Falkarás og stukku inn á gólvið hjá sær og sínum.. Tað var ikki so langt at fara, og var hetta javnan at onkur var at síggja, sum antin kom niðan ella fór oman brekkuna. Løturnar fyltust við látandi orðum og tonkum, sum lá hjartanum næst.
Nú er tann tíðin farin. Hesar løtumyndir eru festar í minni og eru tær ikki so fáar. Astrid hevur síðstu tíðina búð hjá dóttrini Zachariu. Hon hevur sitið um dagarnar framman fyri køksvindeygað og bundið. Stokkarnir hava gingið so listiliga, og er hetta bert ein lítil partur av tí, sum hon hevur greitt úr hondum í sínum langa lívi. Hendurnar sótu væl og sigast kann, at mikil skaldskapur er í hesi kvinnu, sum ikki altíð hevur dansað á rósum, men arbeiðsom og trúføst hevur hon altíð verið. Blíðskapurin hevur verið óførur, og mangur hevur sitið væl inni hjá Astrid og Bakka Jógvan.
Minnist frá barnsbeini av Kathrinu Mikkelsen, sum var gunmma Astrid og var av Skipanesi. Hon dugdi væl til hendurnar og seymaði fyri fólk. Hon tók hana til sín, og varð hon borin út hiðani. Væl varð hon havd undir bitunum hjá Atrid og Bakka Jógvan.. Tað sama kunnu vit siga um verðmóðir hennara, Bakka Malenu. Mannin, Jógvan, passaði hon til seinast og síðst eisini.
Sum hjá so mongum slerdi afturíaftur hjá Astrid og Jógvani. Sonurin, Zacharis, druknaði niðri við Stóru brúgv. Rudolf fór, har æviskeið hansara kundi verið væl longri. Síðsta mikudag fór ommusonurin, Jógvan bóndi, fyri bakka og doyði.
Hann, sum valdar øllum, telur løturnar øðrvísi enn vit mannabørn gera. Eingin skal um sín dag ganga, men hjá nøkrum ber lagnan mangan trega og sorg við sær á ævini, har løturnar eru tungar at koma ígjøgnum. Hóast trega og trongdir hava tey, sum rakt verða, eina lívsvón, sum aldri doyr. Eitt ljós skýnir í myrkrinum? á ja, sólin fer aftur at skýna millum tey dimmu, blágráu skýggini á himnahválvinum.
Tey byggja land, ið liva? og Astrid hevur bygt land stillisliga, samvitskufull uttan háva og reyp. Hetta er henni til mikla tign og miklan sóma.
Heil og sæl, Astrid! Hjartaliga til lukku við teimum níti árunum og takk fyri manga løtuna á Bakkanum.

Frits