Oddagrein·Góðar páskir

Páskini er ein tann høgtíðin, saman við jólunum, flestu okkara síggja fram til sum ein týðandi part av lívinum. Jesusbarnið varð føtt á jólum - Jesuspápin doyði og reis upp á páskum. Hesar hendingar: Jesus føðing, deyði og uppreisn hava nú í 2000 ár verið ein av hornasteinunum í tilveru okkara. Hóast materielli gerandisdagurin tekur nakað frá hesum hendingum, tykjast tær kortini at standa so klettafastar í hugaheimi og trúgv okkara, at tær meira enn nakað annað merkja part av lívi okkara ár um ár.


Serliga á jólum og á páskum eru tankar okkara vendir móti júst tí partinum av heiminum, har Jesus varð føddur, vaks upp, doyði og reis upp - Ísrael ella Miðeystur. Staðurin Jerusalem, ið gongur aftur sum reyði tráðurin í heilagu bókum okkara, er tann dag í dag framvegis miðdepilin fyri mong mong menniskju. Hann hevur fostrað ikki færri enn tríggjar religiónir. Neyvan nakrantíð sum júst í dag hevur eitt einstakt pláss í heiminum átt so nógva umrøðu og havt so stóran áhuga millum manna sum júst Jerusalem. Vit minnast henda stað serstakliga um páskini. Tað var á Golgata, at Jesus varð krossfestur, og tað var har, at hann reis upp. Vit minnast hetta við sorg og gleði um sama mundið, tí Jesus sambart trúgv okkara lat sítt lív fyri okkum.

Men Ísrael og Jerusalem standa eisini fyri nøkrum øðrum í dag, enn tað vit í andaliga lívi okkara leggja í hesi pláss. Tá tú steðgar á slíka løtu og hugsar um tað, ið hendi fyri so langari tíð síðani, sleppur tú tí ikki undan at hugsa um viðurskiftini í dag. Her leikar sera hart á. Tosað verður um borgarakríggj, har ósek lata lív. Øll heimins eygu eru vend móti Miðeystri, har hesin sorgarleikur fer fram. Har hvør gevur øðrum skylduna fyri tey mongu vanlukkuligu drápini. Tað er sum um at allir partar í hesum máli hava mist tamarhaldið og ikki vita, hvat gerast skal fyri at steðga ræðuleikunum.

Vit eiga altíð at vera varin við at peika út syndarar ? at peika út tey óndu. At gera okkum til dómarar. Jesus minti okkum á at vera góð við fíggindan. Í hesum lá kanska júst hetta vit øll hava so nógv brúk fyri í dag: hetta at semjast, hetta at lurta, hetta at vísa virðing hvør fyri øðrum, at vísa toleransu, at vera sosial mótvegis hvørjum øðrum. Ja rætt og slætt at elska hvør annan. Men hvussu kunnu ísraelskar mammur, ið hava mist synir sínar, dripnir í palestinskum sjálvmorðatsóknum, elska og hava virðing fyri palestinum! Hvussu kunnu palestinskir pápar, ið hava mist døtrar sínar, dripnar av ísraelskum hermonnum, elska og virða ísraelar! Er tað ikki júst hetta boðskapur Jesusus snýr seg um: at fyri at fáa frið og kærleika at trívast manna millum, mugu vit gloyma hatur og agg!

Orð og bara orð vil onkur siga. Tað ber jú ikki til. Jú, tað ber til, men so má virðingin og toleransan og harvið kærleikin ? boðskapur Jesusar - fáa størri pláss í hjørtum okkara. Tað má vera pláss fyri bæði ísraelum og palestinum í Miðeystri. Tað má vera í hesum anda, at vit byrja páskahátíðina ? at vit eisini fyrihalda okkum til tann veruleika, sum er í dag í heimstaði Jesusar. At vit minna á boðskap hansara og brúka hann í verki til tess at birta uppundir frið og kærleika. Sosialurin ynskir øllum viðskiftafólki einar góðar páskir.