Dagsins Betlehem - ein náðileysur heimur

Sonurin Mohammad varð avrættaður, tí aðrir palestinar løgdu hann undir at hava hjálpt ísraelsmonnum. Nú hava øll í húsinum mist arbeiðið, og børnini verða happað burtur úr skúlanum

- Hann var ósekur, sigur Huda Nawawra. Næstseinasta hósdag varð sonur hennara avrættaður - av øðrum palestinum. Teir skutu hann í høvdið og bringuna, áðrenn teir drógu hann ígjøgnum gøturnar í Bethehem. Líkið av tí 29 ára gamla Mohammad Defala Nawawra skuldi vísa fólkinum á Vestara Áarbakka, hvørja revsing svíkjarar fáa.
Men hetta var bara tann sjónligi parturin av revsingini. Móður hansara, faðirin og teir elstu brøðurnir hava nú mist arbeiðið, sum tey høvdu, og móðurin ivast í, um nakar fer at gifta seg við teimum fimm systrunum hjá Mohammad. Tí her er tað eingin, sum giftir seg við einum svíkjara, og í eygum palestina var tað ikki einans Mohammad, sum var svíkjari, men alt húskið.
- Alt húskið er lagt í oyði. Í skúlanum happa teir størru dreingirnir tann yngsta son okkara og siga, at bróður hansara var svíkjari. Teir siga, at hann varð avrættaður og tveittur út á gøtuna. Genturnar, sum plagdu at spæla við døtur okkara, spæla ikki við tær longur, men gera gjøldur burtur úr teimum, sigur Huda Nawawra.
Sonur hennara er ikki tann einasti. Í somu viku, sum Mohammad doyði, vórðu seks aðrir palestinar avrættaðir sum svíkjarar. Teir flestu vórðu avrættaðir, tí onkur hevði illgruna um, at teir vóru svíkjarar, aðrir komu fyri ein dómstól, men eingin teirra fekk høvi at verja seg.
Ongan gravstað
Tí her í teimum palestinsku gøtunum er tað einki, sum eitur at kæra ein dóm. Mohammad Defala Nawawra bleiv dømdur, tí aðrir høvdu illgruna um, at hann hevði latið ísraelsmonnum upplýsingar, sum høvdu við sær, at ísraelsmenn skutu ein hernaðarligan palestinskan leiðara. Hann segði seg vera ósekan, og móðurin sigur, at hann hevði útvegað sær prógv fyri, at hann var ósekur.
Men hann fekk ongan møguleika at verja seg.
- Eg eri ósekur! Eg eri ósekur! Drepið meg ikki! Men teir vildu ikki lurta eftir honum og tóku hann til staðið, har ísraelsmenninir skutu leiðaran. Har skutu teir so Mohammad og tveittu líkið út á gøtuna. Eingin vildi siga mær, hvar líkið av soni mínum var. Tá eg endiliga fann hann, skundaði eg mær á eitt sjúkrahús við honum, men heldur ikki har fekk hann nakra virðiliga viðferð, sigur tann syrgjandi móðurin.
Teir átrúnaðarligu leiðararnir vildu heldur ikki geva honum ein gravstað. Og í dag veit Huda ikki, hvar líkið av soninum er.
- Vit bóðu guvernørin hjálpa okkum at finna ein gravstað til Mohammad. Hann lovaði at hjálpa okkum, og hann sigur, at teir hava jarðað hann á einum loyniligum staði. Men vit fáa ikki at vita, hvar tað er, sigur Huda Nawawra.
Torir ikki út
Sjálv situr hon í stovuni og hugsar um tað, sum er hent. Á vegginum hanga myndir av tí deyða soninum. Hini átta í húsinum eru eisini inni og sita og stara niður í gólvið. Bara ein tvey ára gomul smágenta spælir á gólvinum. Enn veit hon ikki, at lagna hennara er avgjørd, at hon longu er fordømd.
Síðani Mohammad varð avrættaður, hevur móðurin bara verið uttan fyri dyrnar einaferð. Tað var til eitt minningarhald til minnis sum sonin. Eingin annar kom.
- Eg tori ikki út. Eg eri bangin fyri at møta øðrum, og hvat tey fara at siga. So eg siti heldur við hús, sigur hon.
Hetta er ein náðileysur heimur. Í býnum Ramallah varð ein maður skotin og líkið hongt í ein pela á torginum mitt í býnum. Í Betlehem ætlaðu nakrir menn at gera tað sama við ein mann, sum eisini varð lagdur undir svik, men løgreglan forðaði tí.

Í tí lítla húsinum í Betlehem halda tey seg ikki hava hjálpt ísraelsmonnum, men lítil uggi er í sannføringini. Tann einasti glottin var, so løgið tað ljóðar, tá faðirin misti arbeiðið:
- Tey søgdu, at tey høvdu ikki brúk fyri honum í prýðishandlinum longur, tí tað eru so fá fólk, sum koma í handilin nú. Men soleiðis hevur tað verið so leingi, og vit vita, at hann varð uppsagdur orsakað av hasum um Mohammad. Men tað var vakurt av teimum kortini at siga tað á ein annan hátt, sigur Huda Nawawra.