Adolf Olsen farin

Páskaaftan fór Adolf Olsen í Søldarfirði til jarðar úr Glyvra kirkju.

Mikudagin 27. mars andaðist hann á Landssjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu.
Adolf var 91 ár, nú hann fór. Í blaðsamrøðu, Sosialurin hevði við hann frammanundan 90 ára føðingardag hansara, segði hann í stuttum frá lívi sínum, einki hóvastók gjørdi hann burturúr sær.
Adolf var føddur í Søldarfirði 21. november 1910, og vóru foreldur hansara Malena, ættað av Toftum og Jóan Jakku úr Søldarfirði.
Sámal og Marjun vóru børnini hjá Lottu og Adolfi. Lotta, sum var úr Rituvík, andaðist í 1997. Sonurin Sámal, prentari í Havn í mong ár, doyði í 1991, 46 ára gamal.
Serligur hugni var at støkka inn á gólv hjá Lottu og Adolfi, eisini á ellisárum, og fegin vóru tey, at dótturin og versonurin Piddi og børn teirra, vóru um tey.
Hugaligur var Adolf at koma á tal við, heilsuna hevði hann góða langt upp í árini, og dámdi honum at koma á tal við fólk, har vóru mangar góðar løtur.
Adolf var skipsmaður í 30 ár, sluppfiskimaður tey flestu, eisini var hann við trolara, sum skipari ella stýrimaður. Tá hann legðist uppi, fór hann í byggivinnuna, at stoypa og smíða hús.
Adolf var misjónsmaður, tí duldi hann ikki fyri, meira enn 23 ár sat hann í stýrinum fyri missiónshúsið í Søldafirði.
Hann stuðlaði Javnaðarflokkin, eisini sum stillari og valevni. Poul Karbech Mouritsen, prentsmiðjustjóri, sáli, sum annars var lærumeistari Sámals, soni Adolfs, hevði á munni týdningin tað hevði, at blaðseljarin fekk Sosialin rættstundis og at hava trúgvar blaðseljarar, húsið hjá Adolfi var eitt teirra.
Frið lýsa vit yvir minni um Adolf Olsen í Søldarfirði.

jl