Í dag 19. mars hava Margith og Nikkel Nielsen á Eiði gullbrúðleyp.
Margith er fødd 14. september 1925 í Porkeri, og varð elst av fýra systkjum. Foreldur hennara vóru Kristianna og Hans Pauli Sørensen.
Nikkel er føddur 1. apríl 1922 á Eiði, og fyllir sostatt 2. páskadag 80 ár. Hann varð næst yngstur av átta systkjum. Foreldur hansara vóru Marsanna og Nikkel Nielsen.
Í barnaheiminum hjá báðum varð, sum vanligt tá í tíðini, kúgv og nakað av jørð, so bæði komu tey at luttaka í øllum slíkum arbeiði, har hoyggj, kúgv, seyður, eplir, torv, útróður og gott samanhald millum menniskju gjørdi, at tað bar til at liva, sjálvt um hvør dagur hevði sítt stríð og strev.
Eg hevði ætla at skriva eina longri grein um lívssøgu tykkara, tíverri bleiv ikki blaðrúmd fyri hesum, men fari eg at senda tykkum báðum hesa stuttu heilsan á merkisdegi tykkara.
Margith og Nikkil eiga fimm døtur, Marsanna, Kirstin, Súsan, Henny og Erlina, og eru allar giftar. Tá systir Margith, Elisabeth doyði í 1973, kom onnur dóttir hennara Anna í nøkur ár til Eiðis at verða hjá teimum, meðan hon gekk barnaárini í skúla.
Eg var heppin, at møta eini av teimum vakrastu ungu kvinnunum, sum vóru at síggja í Havnar gøtum. Fyrstu ferð eg møtti Marsannu var leygarkvøldi 7. desember 1968.
Nikkil møtti eg heilt tilfeldugt eftir nýggjár í 1970 úti í Hornabø, har Marsanna leigaði. Tá eg komi inn, sat ein fremmandur maður áleinaður inni, og tað letur í hesum manni: ?Nú gamli, tú mást hava gingið skeivt?, men áðrenn eg fekk svara, gud viti hvat eg ætlaði at svara, var til alla lukku Marsanna beinanvegin har, og fekk hon greitt hesa støðu, ið eg var komin í. Líka mikið hvussu vit báðir heilsaðust fyrstu ferð, men tað ávirkan eg fekk til Nikkil hetta kvøldi vit sótu saman, er trupult at lýsa, ein stórur kraftmikil maður, men eitt so stilt og róligt sinnalag og siðiligt prát, at eg seinni hetta kvøldi minnist segði við Marsannu, at hatta er ein dámligur og fittur pápi tú eigur, og hon so svaraði aftur, ja, og ert tú ikki eisini glaður at fáa hann til verfaðir.
Margith kom eg at heilsa uppá fyrstu ferð vikuskiftið til pálmasunnudag í 1970, tá eg fór til Eiðis saman við Marsannu. Tann móttøka eg fekk í túninum uppi á Brekku finnist ikki orð fyri, Margith hálsfevnið meg, og ynskti mær hjartaliga vælkomin norð til teirra. Tað einasta vónbroti, ið varð hetta vikuskiftið á Eiði var at hoyra Henny siga, hví Marsanna hevði fingið sær ein so gamlan drong.
Um tað var tí at bara døtur vóru í húsinum veit eg ikki, men aftaná henda fyrsta túrin á Eiði, bleiv eg viðfarin av mínum verforeldrum, sum varð eg teirra egni sonur. Eg var í mong ár einsamallur svigarsonur, og hetta neyt eg bara alt gott av. Tað bleiv skjótt, at eg fekk tað fyrstu troyggjuna bundna av Margith, og hvussu nógvar tær vóru, og onnur pløgg, bleiv vónleyst at hava talið á, men eg minnist einaferð, at eg segði við Marsannu, tá vit vóru nýgift, at eg havi beint nú talt 18 troyggjur í skápinum.
Nógvar eru løturnar, ið vit hava havt saman. Serliga øll tey mongu árini, ið vit hava sett eplir niður. Tær góðu og hugnaligu løtur úti í tí fríu náttúruni um várarnar, og serliga, tá børn okkara vóru smá. Hvussu mangan gingu børnini ikki og eygleiddi, nær omma fór at koma við sodavatni, kaffi og pannukøkum, og tá omma so kom, so lá hennara partur ongantíð eftir í eplaveltini.
Eina stóra tøkk eiga tit uppiborna fyri alt tað beinasemi og hjálpsemi, ið tit hava veitt mær og Marsannu øll hesi mongu árini. Gloymi ongantíð, hvussu glað tit blivu, tá tit fingu at vita, at fyrsti arvingur okkara varð á veg, eftir at vit høvdu verði gift í meira enn átta ár. Stuttligt er at minnast, tá Fríðrik bleiv føddur eina ódnarnátt tann 7. mars 1981, og alt samskiftið legðist lamið. Margith hevði møtt fólki á Eiði, sum varð komi úr Havn, og sum hevði ynskt Margith tillukku við ommusoninum, og nú vóru góð ráð dýr hjá Margith, tí hvussu skuldi hon koma í samband við okkum og Nikkil umborð á Norðborg. Hon varð ikki ráðaleys, fór oman á bryggjuna á Eiði, har fleiri útróðrarbátar lógu, og fekk lænt ein VHF-sendara. Gloymi ongantíð, tá Tórshavnar Radio ringdi hetta kvøldi, og segði navnið á einum báti, ið skuldi tosa við meg, og so at hoyra málið í Margith í hinum endanum. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er trupult hjá Margith og Nikkil at góðtaka, at síggja børn ganga í dag og spæla við eina fartelefon.
Tá tit plagdu at vitja í Havn hevði Nikkil ofta ein trupulleika, tí einki av børnunum tímdi í býin við abba, tað longsta tey vildu fara við abba varð oman í Hoyvíkstjørn. Nikkil, sum hevur balst á sjónum í samfull 51 ár, kennir ein hóp av fólki, og bleiv tað javnan, at hann noyddist at standa á gøtuni og tosa við fólk, meðan eitt abbabarn stóð og togaði í hond hansara at koma víðari.
Gloymi ongantíð, tá eg ein góðveðurdag fór til Nólsoyar við Nikkil, og hevði Fríðrik við, sum tá var eini 5-6 ára gamal. Afturkomin til Havnar sigur Fríðrik við mammu sína, at hann fer ongantíð aftur til Nólsoyar við abba, tí abbi stóð bara stillur og snakkaði við gamlar menn. Ella ein ólavsøkuaftan, tá Nikkil var komin ein túr til Havnar, og vit báðir fóru í býin og høvdu Simonu og Nikkil við, og heimafturkomin siga tey við mammu sína, at tey fóru ikki í býin aftur við abba á ólavsøku, tí hann bara prátaði við fólk.
Fyri nøkrum árum síðani broyttist tilvera tykkara bráttliga. Margith og Nikkil eru bæði í február mánað 1996 og vitja eina dóttir í Klaksvík. Eitt kvøldi Margith kemur heim, og beint komin inn í gongina, dettur hon bráttliga um av eini heilabløðing, og verður innløgd við skundi á sjúkrahúsið í Klaksvík, og heilsan var so vánalig, at tað stóð um lív. Eg gloymi ongantíð, góða Margith, tá eg kvøldi eftir vitjaði teg á sjúkrahúsinum í Klaksvík, tú varð ógvuliga ússalíg, veik og hevði trupulleikar at tosa, men ongantíð gloymi eg, tá eg boygdi meg niður yvir sjúkralegu tína og heilsaði tær farvæl, og tú veikliga sigur við meg: ?Páll góði, fert tú at minnast til mín?. Hetta varð ein tung løta, at skiljast frá tær hetta kvøldi, og fram fyri meg komu tá orðini í Hebrearabrævinum kapittul 13 vers 7, har skrivað stendur: ?Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!?
Gloymi heldur ongantíð fyri 3-4 árum síðani, tá liðugt varð at sláa úti í Kollsbyrg. Nikkil og eg eru á veg heim, tá vit eru komnir til brúnna um Kolsbyrg, sum er gjørd í nýggjari tíð, steðgar Nikkil á, vendir sær við, hyggur niðan í Kolsbyrg og sigur hesi rámandi orð, og sum setti seg fast hjá mær: ?Ja, nú varð liðugt hesu ferð, eg veit ikki hvussu leingi eg fari at orka at halda áfram at røkja hetta, men síðani forfedrar mínir góvust, havi eg følt tað sum mína skyldu, og reint til dagin í dag, at røkt hetta, og Gud viti um nakar annar tekur við eftir meg.?
Sum tíðin fráleið, kom Margith væl fyri seg aftur, og vildi hon eisini sleppa aftur í sítt egna heim á Eiði.
Síðani Margith kom sjúk aftur til Eiðis á heysti 1996 hevur Nikkil passa og røkt konu sína so væl, at hetta neyvan stendur aftanfyri eitt arbeiði hjá einum heimarøktara. Nikkil ger alt tað vanliga húsliga arbeiði hvønn dag, ger allar máltíðir og enntá bakar hann skuffukaku o.a., og tað er heldur ikki smávegis, at hesar smakka, og hevur tað mangan gagnast gott um kvøldarnar, at fingið ein góðan kaffimunn við nýbakaðari skuffukaku frá Nikkil. Her vil eg nýta høvi, at veita tykkum mongu innan sjúkrarøktina, heimasjúkrasystrum, heimahjálparum og tykkum, sum koma sjálvboðin inn at vitja og veita teimum eina hjálpandi hond, eina hjartans tøkk. Tað er ein frægd mangan, at hoyra Margith og Nikkil at tosa um, hvussu vinsæl og hjálpsom, ið tit øll eru, og uttan tykkara hjálpsemi hevði tað neyvan bori til hjá Margith og Nikkil at búð í egna heimi teirra.
Tað er so áhugavert, hvørja ferð, tá man kemur norður at vitja, at síggja bæði sita rundan um køksborðið, Margith okkurt handaligt arbeiði við einari hond, og Nikkil situr so trúfastur undir liðini á henni og flytir amboð og stativ, ið hon nýtir sum hjálp, fyri at alt hetta skal bera til, og so duga tey so væl, at leggja alt til rættis, at taka sær løtur inn ímillum, og seta seg at spæla ludo ella kúluspæl. Síðani Margith bleiv sjúk hevur hon brodera og veva eina stóra mongd av pløggum, og mong eru tey turrikløð, ið hon hevur veva hesi seinastu árini við einari hond. Margith hevur, eftir at hon bleiv sjúk, brodera alt til tey føroysku klæðini hjá børnum okkara, og til flest av hinum ommubørnum eisini.
Góða Margith og Nikkil, fyri mær eru tit ímyndin til eitt fyrimyndarligt hjúnalag, har trúskapur og virðingin fyri hvørjum øðrum er í hásæti. Nú tit eru komin upp í árini, og sólin er komin vestur á luftina, og kreftirnar eru farnar at vikna, at alt tað, sum hevur eyðkent tykkum, og sum hevur verið aðaltáttur í heimi tykkara, at hava Guðsótta, vinarlag, blíðskap, erligheit og trúskap, at hetta ikki hevur verið til fánýtist, hetta hevur fest røtur hjá mær, og ivist heldur onga løtu í, at hini siga tað sama, og Gud gævi at vit høvdu kunna bori tað víðari. Hjartaliga tillukku á gullbrúðsleypsdegnum og Harrans ríku signing yvir tíðina ið kemur, frá okkum í Tjarnarlág 4.
Páll